leygardagur 22. desember 1984síða 24
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — tvamál?
. Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
4
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Vit settu okkum í grasið
Vit settu okkum í grasið
á áarbakkanum
longsil okkara elti sílini
oman gjegnum streymin
meðan tankar okkara bilsnir
hugdu aftur at okkum
langt burturi
frá fiskimiðum og plinkum
ella hvagar tey nú fóru
Har sum áin í skýmingini
Har sum áin í skýmingini
í ein ófatiligan kropp
av frælsi og rættvísi
tú sært.
sótu har sum skuggar millum seljur
við sínum sjóglitrandi hevuðlíni.
lekjandi snýr sær gjøgnum landslagið
stendur kletturin sveipaður inn
og við enninum fullum at stjórnum
skilir tú at tað einans er redd hansara
Her í mínum morgunlandi
Her í nínum morgunlandi
rennur lítil lekur
við sílum ið spretta
millum fingrarnar
í grenari væntan
á náttarinnar vátu hondum
áður enn degnar.
Kærleiki mín 3
Kærleiki mín
elti teg
sum ein smádrongur
gjøgnum gøturnar
til bygdin sovnadi
um håls min.
Ut år nåttini
Ut úr nåttini
og legði sínar smáu armar
í holdinum
hvítir hvekkir
í vallaðum meskum
stendur mín sál
sum ein torva
í tær.
Í lodnum myrkri
Í lodnum myrkri
skuggar av sílum
fara um andlitið
í blóðigum kæti
á brákaðu vatnskorpuni
bergmálan av vatni
lív í andaleypi
rekandi blóðið undan sær
inn í allar smogur ell glopur
av pínufullum trega.
sum skyggjandi torvur av orðum
í vatninum yvir rúðruta andliti mínum
svimja hvítir fiskar til himmals
gloypa hverjum bita ið leivist av sál tíni
sum vóru tað stjørnur
meðan vit elska.
Sum sildin í sjónum
Sum sildin í sjónum
skyggjandi blankir knívar
Alexandur Kristiansen
Maria í Dal-Ólastovu
Hóast hon doyði so seint sum í 1956,
minnist eg meg ikki hava sæð Mariu
Mikkelsen. Men eg havi eina mynd
av henni — í huganum. Hon roykir
sigar og er heldur grovmælt. Hon er
stuttlig, ófer at práta, hevur gott
minni — og undirstrikar orð síni við
málandi keipum. Um hesar keip-
urnar — sum mundu tykjast summ-
um uppgjerdar — havi eg fingið at
vita, at tær vóru av einum slag, sum
treivst í fronskum salongum fyrr í
tíðini, og at nekur havnarfólk, teirra
millum systrarnar hjá Jákupi Jac-
obsen og Janus Djurhuus, eisini
hevdu hesa medferðina.
Maria í Dal-Ólastovu fór tíðliga til
Danmarkar, longu fyri aldarskiftið.
Men áðrenn hon fór, fekk hon tíð at
loypa hvekk á havnarfólk. Hon var
sjálvstýriskvinna. Tá var sjálvstýr-
ishugsanin ung og vandamikil. Tá —
sum nú — aldaði ein kvinnurersla
um øll Norðurlond. Livdi Maria i
dag, var hon óivað skýrd bæði reyð-
sokkur og kommunistur — og hon
hevði javnan verið hunddálkað á
baksíðuni í Dagblaðnum.
Maria starvaðist í Keypmanna-
havn, fyrst í bókhandli, seinni á rík-
isskjalasavninum. Og — hvat gjerdi
hon so »fyri Føroya land<? Svarið
er: hon var hevuðsstuðulin hjá teim-
um, sum legdu lunnar undir mál og
bókmentir okkara, m.a. Jákupi
doktara og A. C. Evensen. Hon las
rættlestur. Hon gekk ímillum prent-
smiðjur og útgevara. Hon fekk
myndir til vega. Hon gjørdi hetta
stóra, ótakksama arbeiðið, sum
eingin gáar eftir, tí tað verður gjørt
aftan fyri leiktjøldini.
Umframt hetta tykist tað, sum
Maria í mong ár, saman við nekrum
eðrum fólkum, var sjálvboðið og
ólent føroyskt umboð í Keypmanna-
havn. Hon hýsti fólki. Hon var góð í
ráðum. Hon var eldurin í Feroyinga-
felag. Hon hjålpti mongum føroy-
ingi, sum skuldi stetla síni fyrstu fet
burturi í útlegd.
Myndin er ikki fullfíggjað enn.
Summir av vinmonnum hennara
fóru heim og royndu at festa rót.
Kanska vóru teir í so knortlútir við-
hvert. Í hvussu so er, ikki var altíð
tikið um teir við mjúkum hondum.
Tá ið teir fóru niðuraftur at kroka,
rivnir og skræddir, var Maria har.
Tað var henni, Janus læt seg upp
fyri aftan á snuddin, hann fekk í
1929. Og tá ið Andrias Evensen,
nívdur av mótgangi, fór til Dan-
markar í 1917 at sekja sær heilsu-
bót, fór hann til Mariu. Maria hevur
sjálv greitt frá, hvussu tey ganga
igjøgnum býin, meðan Evensen
greiðir frá trupulleikum sínum :
»Uttan fyri einar útdyr á Gammel-
holm steðgaðu vit, og ein lítil >sleðr-
utur« steðgaði á, tå hann sá tvey
fólk standa tigandi har undir ljós-
inum frá einari gatulykt, og knapp-
liga læt ein inniliga várkunnsom
rødd: »I må ikke være kede af det —
lad være med det! Det går, det går
nok alt sammen, skal I se... God
nat!« — »Å Kjøpinhavn og Kjøpin-
havnarar !« segði Evensen spakuliga
og smiltist vid... »Tit hava tad
fjålgari her !«
Maria i Dal-Olastovu er partur av
einum ofta gloymdum kapitli i
heimsbókmentunum. Konufólkini,
sum stuðlaðu. Tær eru fleiri. Ein
tann kendasta — sum tó ikki varð
gloymd — er tann írska Lady Greg-
ory. Tá Irland fekk sína bókmenta-
ligu gulløld og skaldsliga feyk fram
um øll onnur lond i Europa, var hon
hjartað og miðdepilin. Hon skrivaði
og týddi sjónleikir. Hon var við til
at skapa tað gitna Abbey Theatre,
har leikirnir hjá Synge fyrstu ferð
sóu dagsins ljós. Hon var sum ein
mamma fyri tann seinni heimsgitna
yrkjaran W. B. Yeats. Í endurminn-
ingum sínum skrivar Yeats um hana
hon var without obvious good
looks, except the charm that comes
from strenght, intelligence and kind-
ness — hon var ikki nettupp vekur,
men hevði tað yndi, sum kemur av
styrki, viti og hjartagóðsku. Um
Mariu segði Janus, at hon var vit-
vekur.
Ein munur er ímillum hesar kvinn-
urnar. Eftir Lady Gregory liggur ein
hópur, m. a. fjøruti sjónleikir, nakrir
umsettir. Eftir Mariu liggur bara
eitt slød av týðingum og nakrar
greinir. Men hesar greinirnar, vit-
ugar, fjálgar og hugvekjandi, vísa,
at hon hevði avbera góðar gávur at
skriva. Eingin ivi er um, at vóru ráð
og umsteður, hevði hon avrikað
stórverk í foroyskum bókmentum.
Hetta vóru bara nakrir leysir end-
ar. Men far út á Reyn ein sunnu-
morgun, áðrenn býarmeldurin er
komin fyri seg ella okkurt skýmligt
kveld, tá geturnar eru manntómar.
Ert tú heppin, kann tað bera á, at tú
knappliga hoyrir húðaskógvar
skróva móti brúgvargróti. Í teimum
seks krambúðunum í Bringsnagetu
er ljós nú í skýmingini. Uttan fyri
Avhaldið, har Rasmus um eina letu
fer at skipa Óla Hvass, tyrpast óvit-
arnir. Teirra millum — og neyvan
aftast — eisini Jens í Áarstovu og
tann fýra ár eldri Maria úr Dava-
stovu.
Og meðan sálin kyrrast, livna
steinarnir og lýða tær alla seguna í
oyrað.
Hanus Andreassen