leygardagur 29. desember 1984síða 1
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 152 * leygardagur 29. desember 1984
javnaður
breðralag
57. árg. * kr. 5,-
SEV bað samråd-
ingarnevnd um fund
Fríggjamorgunin hevdu umboð fyri SEV og samrådingarnevnd-
ina, ið roynir at skipa eitt nýtt landsstýri fund um ætlaðu vatn-
orkuútbyggingina í Eysturoynni.
SEV-stýrið hevði biðið um fundin.
SEV skal hava greitt frá, hverjar trupulleikar tað kemur í, um
ætlaða vatnorkuútbyggingin við Eiði verður steðgað. Einki
varð avgjert á fundinum.
jan
| Í
Neyðugt verður við strongum tiltekum, tá nýtt landsstýri fer út í Tinganes at stýra Feroyum komandi fýra árini
Neydugt við strongum tiltøkum
Nýggja landsstýrið
fer at virka sum
katastrofunevnd
— Tað er neyðugt við strongum tiltøkum
skulu vit venda búskaparligu gongdini.
Hesi tiltøk fara allir borgarar at merkja,
men vit fara at royna at lata vera við at
lata teir veikaru herðarnar bera ov nógv
av hesum byrðum, sigur Atli Dam í eini
samreðu við Sosialin.
Hann vísir eisini á, at tað er heilt greitt,
at ein karmur má setast upp viðvíkjandi
árligu iløgunum. Tað er heilt greitt, sigur
hann, at vit kunnu ikki hava eina velduga
nýggja havnaætlan gangandi, sam-
stundis sum SEV fremur hundraðmill-
ióna ílegur og samstundis sum landsverk-
froðingurin fremur hundraðmillióna ílog-
ur og samstundis sum sjúkrahúsverkið
skal fremja hundraðmillióna ílegur og
onnur eki skulu fremja aðrar hundraðmill-
ióna iløgur.
S. 8 og 9.
Omanlop á buss
—
Hvussu loysa
vit kreppuna !
Hóast tað eru fleiri metingar um, hvussu fer- |
oyski búskapurin er fyri, so eru flestu fólk |
samd um, at feroyska samfelagið er
kreppu. Hetta vóru eisini orð fiskimálaráð-
harrans í útvarpi Feroya nakað herfyri. Og
steðan síðani er bert broytt til tað verra.
Tíðindablaðið Sosialurin fer í komandi ári
at taka upp til viðgerðar, hvussu vit loysa
hesa kreppu. Vit fara at heita á fólk um at
koma við uppskotum um, hvussu tey halda,
at kreppa ella trupulleikar í okkara sam-
felagsbúskapi best verða loystir.
Vit leggja í dag fyri við eini samreðu við
Atla Dam, ið leiðir samráðingarnar um skip-
an av nýggjum landsstýri í hesum døgum.
1 eini
jan
Samgonguskjal
liðugt idag
Teir fýra flokkarnir, Javnaðarflokkurin, Sjåh
stýrisflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Fran
burðs- og fiskivinnuflokkurin, f
flokkurin, komu fyri
kristilign
joi asamt um at í
vid samrådingunum um skipan av eini la
issamgongu. Eina løtu tyktust samráðingarnar
stegða upp, men tá eitt neyðsemjuupp
gjørt í SEV-málinum, varð avgjørt, at
eftir nýggjár skuldu fara undir at gera eitt sa
gonguskjal. Hetta samgonguskjal skuldi verða
liðugt í dag soleiðis, at leiðslurnar í teimum
flokkunum kunnu koma saman 2. og 3. januar til
at taka steðu til samgonguskjalið
flokkarnir
ymsu
jan