leygardagur 29. desember 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 152 — 29. desember 1984 tíðindablaðið S0SÍ; lurin
Dánjal av Rana, nýggjur býráðsformaður á Tveroyri:
Vallyftini mugu
uppfyllast
Tað nýggja býráðið á Tveroyri ætlar at beta um fíggjarviður-
skiftini hjá kommununi, sigur tann nývaldi býráðsformaðurin í
Tveroyrar býráð, Dánjal av Rana.
Í Tveroyrar býráð hava
Froðbiar Sóknar Javnað-
arfelag, Tjóðveldisflokk-
urin og Fólkaflokkurin
skipað samgongu. — Tað
átti at verið ein onnur
samgonga, men ikki bar til
sigur Dánjal av Rana.
Í nógv ár hevur ikki ver-
ið neyðugt hjá býráðnum
við nøkrum samrådingum,
ti Javnadarflokkurin hev-
ur altíð einsamallur átt
meirlutan. Men nu var
neyðugt at samráðast um,
hvenn politikk býráðið
skuldi fera.
Samgonguskjal varð
gjørt í vikuni fyri jól, og tá
skipaði býráðið seg við bý-
ráðsformanni og - næstfor-
manni, og tær mest týð-
andi nevndirnar vórðu
valdar.
Býráðsformaður verður
nú Dánjal av Rana, og
næstformaður verður tjóð-
veldismaðurin Hermund-
ur Michelsen. Sum bý-
ráðsformaður verður Dán-
jal av Rana formaður í
fíggjarnevndini, og Froðb-
iar Sóknar Javnaðarfelag
hevur eisini fingið for-
manssessin í líkningar-
nevndini. Ásla Jespersen
verður formaður í sosialu
nevnd. Fólkaflokkurin,
Páll Vang, hevur fingið
formanssessin í teknisku
nevnd og í byggi- og býar-
skipanarnevndini. — Her-
mundur Michelsen verður
formaður í havnarnevnd-
ini og í mentamålanevnd-
ini.
Vinnulívið
— Eg ferdi á sinni fram, at
býráðsformaðurin eigur at
vera fastur limur í teimum
vinnulivsfyritøkum, sum
kommunan eigur pengar í.
Tað ynskið havi eg fingið
uppfylt, sigur Dánjal av
Rana, sum verður nevnd-
arlimur í ellum fimm fyri-
tøkunum. Dánjal heldur
tað vera sera umráðandi
hjá kommununi at fylgja
væl við í hesum.
Tveroyrar býráð ætlar
sær til arbeiðis beint eftir
nýggjár. Eitt tað fyrsta,
sum tað nývalda býráðið
eisini hevur rætt til, er at
fáa allar upplýsingar um
ogn og skuld hjá komm
ununi
Vit góvu nógv val-
lyfti, sum eru tengd
saman við fíggjarsteðuni
hjá kommununi. Tey lyft-
ini vilja vit uppfylla, sigur
Dánjal.
Sambært samgongu-
skjalinum ætlar tað
nýggja býráðið at bøta um
tey fíggjarligu viðurskift-
ini hjá kommununi, sam-
stundis sum vinnulívið
skal hava fleiri møgu-
leikar. Havnin skal byggj-
ast út, og ferast skal ein
skilagóður byggipolitikk-
ur. Tað merkir, at fleiri
grundstykki skulu útveg-
ast. Hugsað er eisini um
tey gomlu og tí er ætlanin
at byggja eldraíbúðir.
Vegagerðin heldur sjálv-
sagt fram.
— Pengar skulu eisini
aftur setast í vinnulívs-
grunnin hjá kommununi,
tí vit mugu hava nakað at
standa ímóti við, so vit
ikki verða tikin av teimum
fíggjarligu ólegum, sum
kunnu koma, sigur Dánjal
av Rana, nýggi býráðsfor-
maðurin í Tveroyrar By-
ráð.
rj
Síða 3
Byrådsformadurin verdur nu limur i nevndini fyri flakavirkid og adrar fyritøkur, sum
kommunan eigur pengar i
Jóannes Eidesgaard, býráðslimur á Tvøroyri:
Kommunala
umboðanin
må tryggjast
Fyri fyrstu ferð i nógv år
fara teir tríggir býráðslim-
irnir Havgrímur Hammer,
poul Eli Bærentsen og
Jóannes Eidesgaard í
andsteðu. Orsekina til at
tað ikki eydnaðist Tver-
oyrar Sosialdemokratiska
felag, ið hevur tríggjar av
sjey býráðslimum, at
skipa samgongu, heldur
Jóannes Eidesgaard vera
eina avleiðing av, at Javn-
aðarflokkurin legði so hart
út eftir Fólkaflokkinum til
logtingsvalið og til bý-
ráðsvalið í Klaksvík og í
Havn. — Tað verður
nokkso torfert hjá okkum
at ávirka býráðspolitikkin
í andsteðu, sigur Jóannes
Eidesgaard.
— Men vit vilja gera
okkara til at forða fyri, at
tær fyritøkur, sum komm-
unan eigur í, verða stýrdar
rætt, og at tann kommun-
ala umboðanin verður
tryggjað. At tað, sum í
dag er á kommunalum
hondum ikki fer yvir til
teir privatu, soleiðis sum
Fólkaflokkurin vil, sigur
Jóannes Eidesgaard.
Sjálvt um viðurskiftini
ikki eru tey bestu millum
Froðbiar Sóknar Javnað-
arfelag og Tveroyrar Sos-
ialdemokratiska felag, so
fer vónandi at bera til at
samarbeiða í einkultum
málum. Asla Jespersen og
Dánjal av Rana umboða
ju fakfeløgini, og í teimum
målunum skuldu åhuga-
mål okkara helst verið tey
somu, sigur Jóannes Eid-
esgaard.
rj
Tórshavnar byråd
er umskipad
Fyrsti byrådsfundurin i
Havn i ti nyggja årinum
verður 10. januar. Tað
varð avgjørt, tå býráðið
skipadi seg 19. januar. By-
rådsfundir veda framvegis
hildnir annan hvenr. hós-
dag.
Poul Michelsen heldur
fram sum byrådsformadur
fyra tey næstu årini. Men
tað eru hendar aðrar
broytingar. Undir liðini á
Poul situr nú tann nýggi
býráðslimurin fyri Sam-
bandsflokkin, Lisbeth L.
Petersen sum fyrsti næst-
formaður.
Fólkaflokkurin, Sam-
bandsflokkurin og Sjálv-
stýrisflokkurin hava gjert
samgongu. Í minniluta
sita sostatt Javnaðar-
flokkurin, Tjóðveldis-
flokkurin og Uttanflokka-
listin, sum eru gingnir
saman í valbólk. Til annan
næstformann valdu tei
Heðin Mortensen.
A fundinum 19. desem-
ber vórðu eisini nevndir
valdar:
Fíggjarnevndin
Býráðsformaðurin er
føddur formaður. Hinir
nevndarlimirnir eru fyri
meirlutan Lisbeth L. Pet-
ersen og Ronald Poulsen.
Fyri minnilutan Ingi
Mohr og Zakarias Wang.
Sosiala nevnd
Formaður er Lisbeth L.
Petersen, og hinir fyri
meirlutan eru Páll Peter-
sen og Ronald Poulsen.
Fyri minnilutan Ingi
Mohr og Leivur Johann-
esen.
Tekniska nevnd
Fyri meirlutan Ronald
Poulsen, Arnstein Niclas-
en og Lisbeth L. Petersen.
%
Fyr minnilutan Hedin
Mortensen og Tórfinn
Smith.
Byggi- og byarskipanar-
nevndin
Fyri meirlutan Eliesar
Arge, Arnstein Niclasen
og Jan Christiansen. Fyri
minnilutan Petur í Gong
og Leivur Johannesen.
Mentunarmålanevndin
Fyri meirlutan Jan Christ-
iansen, Arnstein Niclasen
og Lisbeth L. Petersen.
Umboðini fyri minnilutan
eru Heðin Mortensen og
Tórfinn Smith.
Havnarnevndin
Fyri meirlutan Arnstein
Niclasen, Ronald Poulsen
og Páll Petersen. Fyri
minnilutan Petur í Gong
og Zakarias Wang.
Likningarnevndin
Fyri meirlutan Tørbjørn
Mikkelsen, Haldor Christ-
iansen, Bjarni Vilhelm og
Torbjørn Poulsen. Minni-
lutaumboðini eru Knút
Petur í Gong, Birna Dahl
og Heri Jensen.
Barnaverndarnevndin
Fyri meirlutan
Thorsteinsson,
Georg
Katrin
Dahl og Beate L. Jensen.
Fyri minnilutan Hanna
Lisberg og Ingi Mohr.
Stadionnevndin
Fyri meirlutan eru umboð-
ini Jan Christiansen, Páll
Petersen og Eliesar Arge,
og umboðini hjá minnilut-
anum eru Heðin Morten-
sen og Tórfinn Smith.