Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. desember 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Utgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Bladfélk: Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 | Gott nýggjár NÚ árið er farið at halla og vit koma inn í eitt nýtt ár fara vit á Tíðindablaðnum Sosialinum at ynskja øllum viðskiftafólki okk- ara, øllum teimum, ið hava víst blaðnum og arbeiðsplássi okkara tíðindablaðið Argjavegur 26, 3800 Argir. Postsmoga 76, 3800 Torshavn. Telefon 118 20. åhuga og ans, eitt gott nyggj år vid vén um, at vit eisini i komandi åri kunnu gera eitt fjøl- broytt og åhugavert blad. TÍÐINDABLAÐIÐ SOSIALURIN kemur út aftur hósdagin 3. januar. GOTT NYGGJÅR! Holvdist í ti teir fóru i jolluna Teir bådir menninir, sum vóru við sandbátinum Gardari, hevdu róð í um- leið ein tíma, tá útróðrar- báturin Dúgvuberg kom fram á teir og tók teir upp. Teir vóru tá komnir inn á Pollin. Teir hevdu eina lykt í jolluni og royndu at geva boð frá sær við henni til Ternuna, men har um- borð hevur helst ongin sæð ljósið, tí hon steðgaði ikki Gardar fór at leka og sakk við Getunes tíðliga hóskveldið. Hann var á veg av Havnini til Klaks- víkar við 114 tonsum av salti. Hann lak so illa, at teir kláraðu ikki at halda honum lens. Nógvur sjógvur var komin í mask- innúmið og avgjerdu menninir at fara av bátin- um. I tí teir fóru í jolluna holvdist Gardar og tíggju minuttir seinni var hann horvin. Teir valdu heldur at fara í jolluna, tí nakað av vindi var. Teir væntaðu tí, teir fóru at reka ov langt, fóru teir í gummi- bátin. Gardar var bygdur fyri 60 árum síðani og keyptur til Klaksvíkar úr Koge í 1971. Hann var tryggjað- ur fyri 400.000 kr hd Gardar fór at sokka so skjótt, at menninir fingu ikki boðað frá, at teir fóru av honum. Nr. 152 — 29. desember 1984 Sjónvarpið og Skopun Havi lurtað nógv eftir sendingini »Degi og viku« og havi hildið hana til tíðir vera frálíka góða, men var lurtandi eftir sendingini hetta kveldið, tá tjóðveld- ismaðurin Hans Marius Joensen hevði úttalað seg um ein fund, ið hevði verið um kommunuvalið í Skop- un. Havi spurt hinar kommunalu limirnar um hesi tíðindi, og siga teir, at tey ikki vóru sonn, men tað undrar meg ikki so nógv. Men tað, sum undr- ar meg meir, er tað, at Sjónvarp Feroya ikki hev- ur spurt hinar limirnar, ið vóru á fundi um eitt úttal- ilsi, tí tað er vanlig manna- gongd millum tíðinda- menn, ið ikki skulu vera partískir, og tað skuldu tíðindamenninir hjá tí al- menna Sjónvarpinum so als ikki verið, men nú sóu vit tað við. Hetta er alla átalu vert, at vit ikki kunnu fáa greið og sonn tíðindi úr Feroyum, sum hevur so smá forhold. Hvat so við uttanlands tíðindunum, eru tey líka einsporaði og vinstra- hall ? ? ? Hava tjóðveldis- fólk eina eyka rætt at venda sær til Sjónvarpið við tíðindum uttan at tað verður kannað, um tíð- indini eru sonn ? ? ? Spurin? Kunngerð Eftir løgtingslåg nr. 86 frá 1. september 1983 um iandsskatt og kommunuskatt, 8 100, 2. stk., verða allir persónar, sum skulu verða settir i persónligan inntøkuskatt til land og kommunu, bidnir um, annaðhvort sjálvir ella við fulltrúa — um so er undir ábyrgd fulltrúagevarans — INNAN 15. FEBR- UAR 1985 — tó teir, sum eru skyldugir at lata inn roknskap, INNAN 1. MARS 1985 — at geva upp inntøkuna fyri árið 1984 samsvarandi tey oydublød til sjålvuppgåvu við leið- beining, sum flýggjað verður út til skattgjaldararnar. Sjálvuppgávan yvir inntøkuna verður soleiðis útfylt latin inn til líkningarvaldið í teirri kommunu, har skattaborgarin er búsitandi. Samsundis letur skattgjaldarin uppgerð yvir ogn sína við árs enda 1984 til Líkningarráð Føroya, Yviri við Strond 17, 3800 Tórshavn. Um fullfiggjad sjálvuppgáva yvir inntøku er ikki latin inn rættstundis eins og frammanfyri ásett, metir líkningar- valdið inntøkuna til eina peningahædd, sum er í minsta lagi 25% hægri, enn nevndin veit um ella ætlar. Verður inntøkan ætlað, verður hon í minsta lagi sett 25% hægri, enn hon varð sett skattaárið frammanundan. Verður fullfiggjad sjálvuppgáva latin inn aftaná, at innsendingar- freistin er úti, verður samanlagdi inntøkuskatturin hækkad- ur við 1% fyri hvgnn dag, ið liðin er frá tí, at innsendingar- freistin gekk út, tí í mesta lagi við 10%. Hækkingin skal í minsta lagi verða 100 kr. og í mesta lagi 5.000 kr. Sjálvuppgávur yvir inntøkuna, sum ikki gjølla útfyltar og undirskrivaðar eru latnar kommunala líkningarvaldinum innan áðurnevndu freistir, kunnu ikki krevjast tiknar til eft- irtektar. Er ognaruppgerðin ikki send líkningarráðnum rættstund- is, verður innsend sjálvuppgáva yvir inntøkuna roknað sum ikki innlatin. Persónar, sum eru skyldugir at lata inn roknskap og skatt- skyldug deyðsbúgv, skulu saman við uppgávu yvir inntøku sína senda inn rakstrarroknskap og fíggjarstand við rakstrarársins enda. Gjørt verður vart við, at útfylt og undirskrivað sjålvupp- gáva altíð skal fylgja við roknskapinum. Gjørt verður kunnugt, at hann, sum móti betri vitan letur inn skeiva sjálvuppgávu ella gevur skeivar upplýsingar til skattavaldið um inntgku ella ogn og viðurskifti síni, verður revsaður við sekt upp til 5 ferðir ta peningahædd, sum av svikum hansara er, ella um farið varð eftir upplýsingunum, hevði verið tikin frá tí almenna. Um onkur onki oyðiblað hevur fingið, fær hann tað við at venda sær til kommunala líkningarvaldið. Skattgjaldari, sum onki oyðiblað hevur fingið, er ikki frí- tikin fyri at geva inn sjálvuppgávu. Tórshavn, 20. desember 1984 Líkningarráð Foroya