leygardagur 29. desember 1984síða 12
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
innan alivinnuna =
Tilvildin ræður
— Okkum tørvar tilrættalegging, samskipan og eitt orða-
skifti um framtíðina hjí føroysku alivinnuni. Í dag ræður
tilvildin. Hetta sigur John Andreassen, fyrrverandi for-
maður í Foroya Havbúnaðarfelag m. a. í hesi samreðuni.
bl háð 58.
+å „TA:
Tað er neyðugt við eini samskipan av avlúsingini, nú talið av alistødum veksur heldur John Andreassen. Her er
hann í ferð við i avlúsa eina alisteð
— Hverki landsstyrið ella
Nevndin viðvíkjandi
Fiskaaling hava verið fer
fyri at skipa viðurskiftini
innan nýggju vinnuna,
fiskaaling. Ti ræður í dag
tilvildin. Slík gongd er
ikki við til at menna hesa
nýggju vinnugreinina.
Tað er John Andreassen,
fyrrv. formaður í Feroya
Havbúnaðarfelag og ein
av teimum fyrstu, ið byrj-
aðu fiskaaling í Feroyum,
sum sigur hetta. John
Andreassen heldur fyri, at
nú mugu vit fáa eitt al-
ment orðaskifti um ali-
vinnuna í síni heild, tí alt
ov nogvir spurningur eru
enn ógreiddir
Byrjaði á
Funningsfirði
John Andreassen byrjaði
JOKI á
Funningsfirði fyri skjótt
fimm árum síðani. Hann
mátti tó gevast nekur ár
seinni orsakað av byrjun-
artrupulleikum. Eitt nú
vóru norsku aliringarnir
hann keypti ónýtiligir og
varð hetta stórt bakkast.
Í dag er alisteðin í Funn-
ingsfirði á eðrum hondum.
við alisteðini
Men John hevur kortini
ikki slept alivinnuni. Enn
hevur hann loyvi til at
reka fiskaaling á Funn-
ingsfirði, men hevur enn
ikki avgjert, nær hann
skal fara í gongd aftur.
Hann hevur síðani tikist
við ymiskt annað innan
alingina. M. a. hevur hann
avlúsað fleiri alisteðir.
Tað er tó óvist, um hann fr
undir hetta arbeiðið aftur.
Orsekin er tann, at Trygg-
ingarsambandið hevur
onga trygging, sum kann
tryggja John í avlúsingar-
arbeiðinum. Tryggingin
tryggjar sjálvan fiskin í
ringunum móti óhappi av
ymsum slag, men ikki um
óhapp hendir í samband
við avlúsingina.
Her eru so stór virði
ein hevur við at gera, at
tað kann ikki vera hugs-
ingur um, at eg sjálvur
skal taka á meg at rinda
alt aftur, um eitt óhapp
skuldi hent, sigur John
Andreassen
Hann sigur annars, at
meguleiki er at royna
trygging aðrastaðni, men
tað verður alt ov dýrt. So
steðan er tann, at óvist er
um nakar hættar sær
undir at avlúsa í komandi
ári undir verandi treytum.
Um avlúsingina av alifiski
sigur John Andreassen
annars, at hon eigur at
vera meira skipað enn hig-
artil, soleiðis, at flest allir
alarar avlúsa um nakað
sama mundið.
Fylist at Nevndini
viðv. Fiskaaling
— Avlúsingin er sum so
tilvildarlig og er hon bert
eitt dømi um, hvussu lítil
tilrættalegging og sam-
skipan vit hava innan ali-
vinnuna sigur John Andr-
eassen, sum heldur, at
Nevndin viðv. Fiskaaling
hevur stóra skyld í hesum.
Hon varð jú sett til at gera
eitt álit til landsstýrið um
flest allar alispurningar.
— Men tá serkunnleikin í
hesi nevnd, sjálvandi við
undanteku, ikki er til
staðar, so verður helst
trupult at gera eitt álit um
alivinnuna, heldur John,
sum harðliga fýlist at ar-
beiðnum hjá Nevndini
viðv. Fiskaaling.
Hvat viðvíkir luti Hav-
búnaðarfelagsins, heldur
John, at felagið sum so er
undirmett av landsstýr-
inum við tað, at lands-
stýrið setti Nevndina
viðv. Fiskaaling at gera
eitt álit um fiskaaling utt-
an at spyrja Havbúnaðar-
felagið eftir, og uttan at
lata Havnbúnaðarfelagið
verða umboðað í nevndini.
Nytt slag av
aliringum
Síðani hann gavst við al-
ingini á Funningsfirði
hevur John Andreassen
arbeitt við at tekna eitt
nýtt slag av aliringum.
Aftaná at hava brúkt
nógva tíð og sparipening
helt John, at hann hevði
funnið fram til ein aliring,
sum kundi avloysa ver-
andi ringar, ið ikki halda
nóg væl. John sekti tí
grunnarnar um fígging til
at byrja framleiðslu av
hesum nýggja aliring-
inum.
Svarið frá grunninum
var nei. John heldur tað
vera legið, at Menningar-
grunnurin og lÍdnaðar-
grunnurin ikki vilja vera
við til at fíggja fram-
leiðslu av einum aliringi,
sum kann betra um alivið-
urskiftini. Uppá fyri-
Nr. 152 — 29. desember 1984
Tá John Andreassen aldi síl og laks á Funningsfirði.
spurning, hví hann ikki
kundi fáa fígging, sigur
John, at hann fekk onga
grundgeving men roknar
hann við, at hetta kemst
av tí, at tað í dag eru fleiri
foroyingar, sum framleiða
ringar, og tí grunnarnir
helst ikki hava hildið nak-
að nýskapandi vera í hes-
um aliringinum.
— Men er nakað nýskap-
andi við hesum nýggja ali-
ringinum ?
— So avgjørt. Eg havi
leingi arbeitt vid hesum
ringinum og eri so komin
til ta loysnina, sum eg
meti vera ta bestu. Ring-
urin er i 8 stykkjum og er
hann gjørdur soleidis, at
hann livir vid alduni mót-
vegis verandi aliringum.
Sum so er prinsippið tað
sama sum í teimum jap-
ansku aliringunum, ið
hava verið umreddir í
blødunum í seinastuni.
Í letuni arbeiðir John
Andreassen við eini ætlan
um at framleiða nýggju
aliringarnar í Noregi. Um-
boð fyri eina verksmiðju í
Noregi koma til Feroya
eftir nýggjár at hitta John
Andreassen og síggja
tekningarnar.
Heldur lítið um
Bridgestone
Uppá fyrispurning hvat
hann heldur um japanska
Bridgestoneringin sigur
John Andreassen, at tað
er heilt burturvið at fara
at royna hetta slagið av
ringum, áðrenn vit hava
loyst bert nakrar av teim-
um trupulleikum vit hava
í alivinnuni.
— Eg haldi annars ikki,
at Bridgestoneringurin er
nakað alternativ til okk-
ara vanligu aliringar. Eg
veit ikki, hvussu viður-
skiftini eru í Írlandi, har
ein tílíkur ringur liggur,
men skal hetta slagið av
ringum leggjast út á
streymasjógv í Feroyum,
so veit ein og hver, hvat
tað merki. Fara vit bert
stutt frá landi her í Feroy-
um, so er nógvu streyma-
sjógvur og hvussu ve-ður
at festa sekk o.l. úti á
streymasjógvi loyvi eg
mær at seta eitt stórt
spurnartekin við. Eg
trúgvi heldur ikki, at tað
fer at bera til at hava nóg
gott eftirlit við fiski og út-
gerð, tá eindin verður so
stór. Besta steddin á ring-
um er tann vit hava, tí
lætt er at hava yvirlit,
lætt er at flyta fiskin, um
sjúka tekur seg upp
0. s. fr. Eg veit heldur ikki,
hvussu menn skulu bera
seg at við eitt nú avlúsing
í einum so stórum aliringi
sum tí japanska, leggur
John Andreassen aftrat.
— Vil hetta siga, at tú
longu nú kolldemir tann