Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-01-08, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. januar 1985síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

P/f SOSIALURIN, Argjavegur 26, 3800 Argir, Postboks 76, 3800 Térshavn, telefon 11820 Jan Miller, ábyrgdarblaðstjori Sofus Johannesen John Kjær P/'fSOSIALURIN P/f Pressan av 1981 Eitt blad i blaðnum Sosialurin hevur altid lagt stóran dent á flutning av ítróttatíðindum og er avgjørt at betra um henda við at geva út sjålvstødugt blað, ið nevnist ÍTRÓTTARSOSIALUR- IN. Ætlanin var at hetta blað skuldi koma út hvgnn mánadag, men av ymiskum tekniskum orsøkum ber hetta ikki til og er ti avgjørt at ÍTRÓTTARSOSIALURIN kemur út saman við týsdagsblaðnum hjá Sosialinum, sum veitt blad í bladnum«. Hetta merkir at tær átta miðsíð- urnar í Sosialinum eru at roknað sum sjålvstødugt blað — klárar at taka burtur úr hinum blaðnum. Hetta er gjørt av tí at vit eru greiðir yvir at tað so langt í frá eru allir lesarar Sosialsins, ið hava áhuga fyri ítróttartilfari, og ber nú til at taka alt tílíkt tilfar burtur úr vanliga Sosialinum, soleiðis at tey, sum kanska bert hava áhuga fyri ítróttinum kunnu hava hesar síður fyri seg sjálvan og báðir partar lesa blødini í friði og náðum. Hóast tað nú verða átta síður av ítrótti, so eru tað fra nvegis bert tveir ið skrivað. Hetta verður gjørt sum framíhjáarbeiðið og biðja vit tí lesarar okkara longu nú orsakað okkum, um tað skuldi komið onkrar villur fyri. Vónandi verða tað ongar, men tá vit í veru- leikanum als ongar møguleikar hava fyri at vera við í sjálvari framleiðsluni av blaðnum mána- dag tá tað verður sett, umbrotið og prentað, hava vit tí heldur ongar møguleikar fyri at rættlesa tilfarið. Av ti at vit bert eru tveir, ið savnað saman tilfar og skriva, fáa vit tíverri heldur ikki gjørt blaðið so fjølbroytt, sum vit gjarna vildu, og vit vilja ikki dylja at vit ofta hava trupult við at fáa hendur á tíðindum, úrslitum o.ø., og vóna vit tí at lesarar okkara, ið mangan hava hjålpt okkum gjøgnum tey árini vit hava havt ítróttarskriv- ingina í Sosialinum um hendi, framvegis fara at veita okkum eina hjálpandi hond. Hetta kann m.a. gerast við at ringja til okkum sunnudag millum kl. 18 og 22 á tlf. 11820 ella við at skriva til okkum. Adressa okkara er ÍTRÓTTAR- SOSIALURIN, Postboks 76, 3800 Tórshavn. Blaðið er til fyri lesararnar og eru lesarabrøv tí vælkomin. sofus og john Ferð og spenningur Tað var ferð og spenningur, ið sermerkti dystin millum Kyndil og St. ÍF. Strandingar vunnu, men einu lotuna sá út sum um ein annars tryggur sigur skuldi gleppa teimum av hondum Kyndil—St ÍF 1. deild menn : 31-31 (14—20) Málskjúttar: Kyndil: Kári Nielsen 8 Geir Wardum 7. Erling Jacobsen 5 Sverri Jacobsen 5, Aki Davidsen 4 og Arni Arge 2 St.IF: Poul Enok Hansen 16, Jógvan Óli Fredriksberg 6. Sonni Johansen 4 Símun Pauli Fredriksberg 3. Jústines Justinussen 3 og Sveinbjørn Poulsen 2 Avarðingar : St.IF 2 Utvisingar : Kyndil 2X2 min. og St.IF 1X2 min Brotskøst : Kyndil 4 og St.IF 3 Dómarar: Jón Niclassen og Thordur Thorsteinsson Askoðarar : Umi. 200 Tað var ferð og spenn- ingur, i merkti dystin i 1. deild menn millum Kyndil og St.IF og vóru tað ser- stakliga teir bådir strand- ingarnir Poul Enok Han- sen og Poul Dånjal Poul- sen, ið gjørdu vart við seg. Poul Enok Hansen gav áskoðarum og leikarum prógv fyri at hann er av bestu leikarum i Føroyum — serliga hvat málskjót- ing viðvíkir. Poul Dánjal Poulsen vísti enn einaferð at hann er av fremstu mál- verjum og man lítil ivi vera um at landsliðsvenj- arin Hanus Joenser hevur eitt pláss fyri honum í landsliðsbólkinum. Strandingar byrjaðu munandi betri enn Kyndil og komu teir beinanvegin avgerandi á odda. Tá 10 min. vóru farnir, var stødan 7-1 og tað varð trupult hjá Kyndli at koma fyri seg aftaná henda »sjokk-start«, hó- ast teir royndu tað teir kundu. Ikki so, Kyndil evði fleiri góð álop, men sjálvt tá Kyndilsleikarar- nir vóru fyri nærum opn- um máli, eydnaðist onk- ursvegna Poul Dånjali at »sleingja« ein arm ella eitt bein fyri bóltin og á tann hátt steðga álopinum. „Meðan Kyndilsleikarar- nir høvdu trupulleikar við Poul Dånjali í eina and- anum av vellinum, so høvud teir eins stórar, um ikki sterri, trupulleikar í hinum endanum orsakað hevði Poul Enok skotið tey 10. Í seinna hálvleiki var eins nógv ferð á spælinum sum í fyrra og var í letum avbera góður honbólts- leikur at síggja. Kyndil royndi í hesum hálvleiki at mansuppdekka Poul Enok Hansen, men hetta mun- aði ikki tað nógva tí tá vístu hinir leikararnir hjá St.ÍF at teimum bar eisini til at skjóta mál og eydn- aðist Poul Enoki — hóast hannv ar mansuppdekk- aður — at skjóta seks mál í seinna hálvleiki. Hóast strandingar vóru trygt á odda og tí í veru- leikanum kundu gjert av at sett ferðina niður og í staðin gjørt meira við verjuleikin, so varð hetta ikki gjørt. Teir hildu fram i sama høga »tempo« og sama gjørdi Kyndil, sum i miðjum seinna hálvleiki fekk sterri tamarhald á leikinum. Uppá sjey min. eydnaðist Kyndli at minka um munin við sjey málum frá 17-27 til 24-27, og so var spenningur um úrslitið aftur. Kyndil royndi at toga seg fram til at fáa »kontakt« vid St.ÍF aftur, men hetta vísti seg ikki at ganga, sjálvt um seinastu min. av dyst- inum vóruðu avbera spennandi. Bert tveir min. undan leikloki eydnaðist Kyndli Nr. 1 — 8. januar 1985 at minka til 30-32 og væntaðu nógv at Kyndil fór at klára at toga javn- leikin heim, men við tveimum skjótum málum broytti Jógvan Óli Fred- eriksberg steðuna til 34-30, og fekk málið, sum Geir Wardum skjeyt í síðstu sekundunum av dystinum tí ikki tann stóra týdningin. 34-31 sigur til strand- ingar, ið tó ikki sleppa frá at berjast fyri um niður- flyting við Stjørnuna og KÍF, men um strandingar sýna tílíkt spæl í seinastu dystunum eisini hava hini bæði liðini als ongar meguleikar at taka stig frá St.IF. Mjølnir á veg móti FM av Poul Enoki. Skot hans- Fyrsta manslið hjá Mjeln- ir tykist at vera á veg móti FM. Í nógv ár hava kvinnurnar hjá Mjølnir verið tær bestu — tær hava vunnið FM nú í fleiri ár, men unga mansliðið hjá klaksvíkingum hevur so sanniliga eisini gjert vart við seg í ár. Liðið, ið hevur av yngstu mann- ingunum í deildini spælir framúr góðan flogbólt og hevur enn ongan dyst tapt í landskappingini. Leygardagin spældu Mjelnir og Fleyr 2 dyst í Klaksvík og vann Mjølnir uttan stórvegis trupul- leikar 3—0. Merkisverd- asta í dystinum var at ein 40 ára gamal leikari fekk »debut« í 1. deild. Hetta var Bjarnvardu í Dali, sum byrjaði at spæla so- nevndan motiónsflogbólt fyri fáum árum síðani, men sum í dag er formað- ur í kappingarnevndini hjá Flogbóltssambandi Feroya og samstundis av idnastu flogbóltsleikar- um. Vanliga spælir Bjarn- vardur við Fleyr 5, sum luttekur í 3. deild M. gr Um vikuskiftið veruliga ýdda av flobóltsleikarum í Klaksvík. Leygardagin var stór steypakapping fyri yngru liðini, sum Mjelnir = skipaði fyri (henda kapping er umredd í sjålvstødugari grein) og sunnudagin var so lands- liðsvenjing. Tá hittust leikarar, ið eru úttiknir til venjingar i KI-høllini. Har vandu bæði unglinga- landsliðini, t.v.s. kvinnur og menn, vanliga nevnd U85. Eisini vandu mans- og kvinnulandsliðið og U87 liðini. Tað kann ikki sigast annað enn at seinasta vikuskiftið var veruligt flogboltsvikuskifti. I hvusu er i Klaksvik. SÍÐa 1 vánaliur dystur millum meistaraliðið ara royndist bæði herð og væl plaseraði, so at trup- ult var hjá verjuni og málsverjunum, Jørleif Kúrberg og Regini Jac- obsen, at síggja bóltin fyrr enn hann lá í netinum aftan fyri teir. Hóast Kyndilsleikarar- nir gjørdu tat teir vóru mentir fyri at taka inn aftur málmunin, so eydn- aðist teim, um ongantíð í fyrra hálvleikinum at koma nærri enn at strand- ingar vóru á odda við trimum málum og tá farið varð til hálvleikssteðg var munurin vaksin til seks mál aftur — til 14 - 20. Av teimum 20 málum, sum strandingar hevdu fingið, Fólksins heiður til judomeistara Tað er ikki ein og hver, sum fær tann heiður, at fáa japanska ordanin „fólksins æra«. Fimm ferðir er hesin heiður givin til eitt jap- anskt ítróttarfólk, sum hevur verið landinum og tess japanska fólki til heiður og æru. Tann seinasti er judo-meistarin, hin heimskendi Yasuhiru Yamashita. Hesin stóri japanarin (t.v. á myndini) vann gull í olympisku leikunum í Los Angeles seinasta summar í opnum vektbólki, og í heimlandinum er hann framvegis ósigraður. Virðislenin varð hátíðarliga handað meistaran- um av sjálvum forsætismálaráðharranum, Yasuhiru Nakasone.