leygardagur 1. desember 1984síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 142 — 1. desember 1984 tíðindablaðið B | S É | | | | | ] Síða 3
Byráðið skal við
i vinnulivið
,
I Havn eru ov få vinnuskapandi arbeids-
plåssimun til tænastufyritøkur
Um idnadin i Havn kunnu
vit siga, at byrådid eigur
fyrst og fremst, at fara
undir at rudda upp å vest-
ara havnaøki, fåa olju-
tangar og gasstangar og
alt i ti sambandið burtur,
soleiðis at tær fyritøkur,
sum vóru grundarlagið
undir allari produktivari
vinnuni í Havnini tey
seinastu 20 árini, fáa
meguleika til at virka, fáa
meguleika til at modern-
isera, fáa meguleika til at
víðka sítt virksemi yviri á
ckinum har.
Harafturat eigur býráð-
ið at fara aktivt inn í og
stuðla vinnupolitikk í
Havnini. Hetta kann ger-
ast uppá fleiri mátar. Ein
er, at byrjað verður at
gera, sum danskar komm-
unur hava gjert nógva-
staðni. Tað er at byggja
virkisellir fyir kommunun-
ar rokning, sum síðani
verða ligaðar út til ídnað-
ar-fyritøkur. Her kann
fåast bilig figging gjøgn-
um donsku »egnsutvikl-
ingslógina<. Hetta hevur
verið roynt í Danmark, við
heilt góðum úrsliti.
Tað, at kommunan
byggir bygningarnar, vil
gera tað nógv lættari hjá
smærri fyritøkum at koma
í gongd, tí so er tað bara
maskin-investeringin eftir
og hon kann í nógvum
forum fíggjast yvir »leas-
ing« og annars nógv lætt-
ligari enn tað, at skula
taka tað tunga takið við at
byggja ein nýggjan virkis-
bygning.
Alingin á
Kaldbaksfirði
Tað er givið, at tað eru
nógvar hugmyndir, sum
verða steðgaðar á tí stød-
inum. Harafturat eiga vit
at hava bitið merki í, at
Havnin hevur ein tann
besta fjørdin í landinum til
aling. Har má ansast eftir,
at hetta ekið ikki verður
meira oyðilagt, enn tað er í
dag.
Somuleiðis eigur at ans-
ast eftir, hvat tað eru fyri
fyritøkur og aktivitetir,
sum koma at vera framvið
Kaldbaksfirði.
Kommunan eigur at
leggja rættiliga sterk krov
á SEV, um at umfara sín
aktivitet har uppi við
skili, ansa eftir at dálking
ikki fer fram, og tað mugu
finnast útvegir fyri, at
flyta brennisteðina onkra
aðrastaðni. Ti líka so
skeivt, sum tað er at
leggja landsbrennisteð í
Sundalagnum, líka so
skeivt er tað at leggja eina
brennisteð hjá Tórshavn-
ar kommunu við tað ein-
asta ekið, sum Tórshavn-
ar kommuna innan rími-
liga tíð kann vænta kann
nýtast til aling.
Ov fá produktiv
arbeiðspláss
Hyggja vit at Havnini, so
síggja vit, at produktións-
arbeiðsplássini í Havnini
tey seinastu 10 árini ikki
eru vaksin, heldur eru tey
minkað nakað, og ein av
orsekunum er sjálvandi,
at umsteðurnar fyri tí
vinnuni, sum hevur verið
berandi, hava vit ógvuliga
vánaligar. Annað er, at ar-
beiðsplássini í Havn eru
nógv vaksin, og tað er alt
innanfyri tænastur. Givið
er, at tað er Havnina
ógvuliga sárbæra. Koma
niðurgangstíðir í Feroy-
um, so er Havnin fyrst
fyri skotinum, og fyri at
minka um tann vandan, er
neyðugt at fara undir at
gera produktiv arbeiðs-
pláss í Havn.
Tey ungu og skúlin
Eisini er greitt, at í Havn
er so dýrt at seta búgv, at
tað er eingin, sum kann
hugsa um, at fáa sær egin
hús, fót undir egið borð,
uttan at hava tvær van-
ligar inntekur. Hetta er
tað, ið vit mugu skapa
meguleikar fyri. Taka vit
tann ungdóm, sum er tann
framtíð, ið vit skulu
byggja á, so er tað eitt
týðiligt mynstur í dag, at
fólk ganga í skúla til 10.
klassa og heldur á nakað
aftrat. Tað sum er óhepp-
ið, er at skúlagongdin hjá
nógvum, ikki vísir seg at
fáa nakran enda, fyrr enn
ein hægri útbúgving er
rokkin í Danmark ella
aðrastaðni. Samfelagið er í
dag soleiðis útbygt, at
plássini fyri tey hegtút-
búnu fólkini eru fá. Fólk
fáa sær eina lestrarskuld,
nógv koma heimaftur, og
eru kanska komin á eina
heilt skeiva hill. Ein av or-
sekunum til hetta er, at
tað eru eingi tilboð í sam-
felagnum og kanska eina-
mest í Havnini av arbeiðs-
plåssum fyri fólki, sum
eru skúlað við einum góð-
um grundskúla, t.v.s.
HF, Student ella hægri
handilsskula. Um vit
hevdu arbeiðspláss at
bjóða hesum fólkum á
millumteknikarasteðin-
um, so er tað so heilt givið,
at vit hevdu fingið eitt
nógv sunnari samfelag, tí
tað er ein royndur lutur í
dag, at sjálvt við teimum
fáu arbeiðsplássunum vit
hava í útboði í landinum,
so er ein rættiliga stórur
tervur á fólki á millum-
teknikarasteðinum.
Kommunan aktivt
við í vinnulívs-
útbúgvingini
Havnar kommuna hevur
sagt seg at hava havt ein
ídnaðarpolitikk, og sum
ein liður í tí, varð útlagt
eystan og vestanfyri, so
fiskivinnan, skipasmíð og
onnur vinna fáa betri
virkisumsteður.
Kommunalan
íbúðargrunn
Arbeiði er týdningarmik-
ið, men ikki alt. Javnaðar-
flokkurin mælir í býráðs-
skrá síni til skjótast
meguligt at byggja íbúðir,
sum m.a. skulu fíggjast
við kommunalum íbúðar-
grunni og lánteku, sam-
stundis sum bygt verður
eftir lógini um íbúðar-
grunnin. Eins og hildið
verður fram at útstykkja
til sethús eftir tervi.
Svarta barnaansingin
má fáast til lívs. Skjótast
meguligi má býráðið gera
eina langtíðarætlan yvir,
hvussu spurningurin um
barna-ansing kann loys-
ast.
Stór umhvervismál
bíða
Øll fegnast vit um, at nú
síggjast ítekilig úrslit eft-
ir tí fríðkanarpolitikki,
sum tekniska deildin hjá
kommununi, undir javnað-
arleiðslu, fór undir mið-
skeiðis í sjeyti-árunum.
Men samstundis liggja
aðrir umhvervisspurn-
ingar óloystir. Tann
stersti er rusk-brennistød-
in. Nú berjast seks móti
seks hýráðslimum, um
steðin skal vera kommun-
al ella eitt kommunalt
partafelag skal eiga og
reka hana ! ! !
Álvaratos. Tað fyrsta
sum má gerast, er at
broyta avgerðina at leggja
eina brennisteð á Sand-
víkshjallanum nakrar fáar
kilometrar frá alifjørdin-
um, Kaldbaksfirði og
finna eina aðra loysn.
Annaðhvert við at ganga
heilt aðra leið við rusk-
skipi, sum fæst fyri einar
40 mill. kr., ella finna eitt
annað stað, hóast tað
verður trupult.
Ein annar umhvervis-
spurningur er at fáa åirnar
—t.d. Hoydalså — reina
vid at leggja eina kloakk
fram við henni og á sjógv.
Og at fáa kloakkreinsi-
verkini at virka. Vit hava
hvorki ráð at lata áirnar,
ella fáu træðirnar, sum eft-
ir eru, oyðast í dálking,
ella hvørva undir asfalt og
betong.
Avmarkingar
Tað er avmarkað, hvussu
nógv kann fremjast í ein-
um valskeiði, um komm-
unan ikki skal ekja um
lánibyrðuna í mun til
skattainntekuna, ella ekja
skattaprosentið.
Umframt nevndu eru
onnur stórmál at loysa:
vatnverk, býarbókasavn,
ellisheim, nýggjar smærri
barnaskúlar, meguliga
samskipaðir við frítíðar-
heimi, nærri nýggju bú-
stadarøkjunum í vestur-
býnum og í norðbýnum.
Tí er týdningarmikið, at
fíggjarliga stýringin er
góð, at kommunan í sterri
mun er sjálvsfíggjandi og
at inntekugrundarlagið er
gott.
Veljið ein politikk, sum
vil skapa ollum javnbjóðis
meguleikar. Veljið ein
politikk, sum vil skapa
trivnað og gera tað livilig-
ari hjá alt fleiri borgarum.
Javnaðarflokkurin er til
dystin fúsur. Veljið lista
C!
Johann Mortensen
eitt rættiliga stórt eki
uppi á Hálsi, og fólk vænt-
aðu at hetta gjerdist ekið,
har produktivur ídnaður
skuldi leggjast í framtíð-
ini.
So bleiv ikki, tí uppi á
Hálsi liggur í dag ein
rúgva av umsiting og ein
rúgva av heilselum, har
menn kappast um at fram-
leiða útlendskar lutir av
ymiskum merkjum, men
framleidslufyritøka har
uppi finst neyvan. Ti eigur
kommunan næstu ferð, tå
eitt idnadarøki verður út-
lagt, at treyta sær,
áðrenn bygt verður, at
kommunan góðtekur
virkið sum skal setast á
ekið, soleiðis at hetta verð-
ur eitt framleiðsluskap-
andi virki.
Steðan hjá núverandi
býráð, hetta at kommun-
an skal halda seg burtur
frá ellum vinnulívi, ger
tað, at fyri tað fyrsta verð-
ur bygt og investerað í
vinnulívið, sum í veruleik-
anum er eitt agentvirk-
semi, og fyri tað næsta
gevur tað ikki fólki, sum
vil í gongd við nýggjar
vinnur og smærri fyri-
tekur, nakran meguleika.
Meguleikin, sum vit hava,
við at kommunan byggir
produktiónshellir, og sum
so verða leigaðar út til
teir, sum hav hug at fram-
leiða og fara í gongd, tað
ger, at smærri feleg kunnu
fara í gongd við fram-
leiðslu, og soleiðis vilja vit
fáa eitt nógv sterri og
meira fjølbroytt vinnuliv í
Havnini, enn í dag, við
nerkum heilt fáum og
stórum fyritekum.
Tórfinn Smith
Býráðsvalið
í Vagi
Komandi týsdag verður
bý- og bygdarráðsval
ymsastaðni um landið.
Her í Vági eru ikki
minni enn fimm listar at
velja ímillum, tríggir pol-
itiskir og tveir borgara-
listar.
Undanfarna samgonga
millum sambands- og tjóð-
veldisflokkin rak
ábyrgdarleysan fíggjar-
politikk á nærum ellum
økjum. Teir bara buldraðu
egin mál egjegnum uttan
minsta tanka fyri um
fíggjarligt grundarlag var
fyri teimum ella ikki.
Men hetta er júst tjóð-
veldið, har hetta sleppur
framat, er einki eftirlit av
nekrum slag. Teir halda
framvegis, at pengarnir
koma av sær sjálvum,
men soleiðis er tað bara tí-
verri ikki.
Seinastu fýra árini hava
javnaðarflokkurin og sam-
bandsflokkurin verið í
samgongu undir formans-
leiðslu Andreas P. Jacob-
sens úr javnaðarflokk-
inum. Men slíkan ágang,
hesin skilamaður hevur
verið fyri, hevur eingin av
teimum undanfarnu upp-
livað.
Andsteðan hevur verið
uttan virðin og ábyrgd
fyri viðgjerdum málum.
Serliga eru tað hasir báðir
andsteðumenninir, báðir
kendir vágbingar — eru
teir nevndir, so eru teir
kendir — ið hava verið
heilt burturvið.
Vágbingar, eru slíkir
menn verdugir at siga í
okkara býráði? Eg haldi
ikki. Tí eiga allir vágbing-
ar at venda teimum bakið
tann 4. desember og velja
ein enn sterkari javnaðar-
flokk í býráðið, soleiðis at
okkara flokkur kann taka
við leiðsluni.
Vágbingar, veljið lista C
tann 4. desember. Gott
val.
Javnaðarmaður í Vági
Framhald av síðu 1
skulu mótarbeiða einum
virki, sum roynir at koma
fyri seg. Tað má helst vera
tí, at eg ikki havi tann
rætta politiska litin.
Gisli Rasmussen vísir á,
at býráðið hevur samtykt,
at ein samarbeiðsskipan
skal vera við
SNARHJALP, men at
henda ongantíð er vorðin
til veruleika. — Eg havi
biðið Poul Michelsen taka
sær av hesum, men einki
er hetn. Eg síggi bert oft-
ari og oftari bilin hjá
Brandsteðini flyta bilar,
borivognar o. a. fyri priv-
at.
Gisli sigur víðari, at
hann fór undir hesar hjálp-
eingin
artænastuna, tí
tílík var frammanundan.
— Tervur var og er á eini
tílíkari, og tí fór eg í
gongd. Eg var rokkin
langt m.a. við stuðli frá
grunnum og bankum, men
nú sær tað so út til, at
Tórshavnar byråd við
Poul Michelsen á odda
skal steðga mínum virk-
semi og seta meg og alla
mína familju út á getuna
uttan nakað arbeiði
Men eitt skal hann vita, at
seinasta orðið er ikki sagt
í hesum máli, endar Gisli
Rasmussen, sum nú
roynir at fáa endarnar at
rekka saman, hóast hetta
tykist at vera ein hepislig
uppgáva, tá ein fær so
órættvísa kapping.
jan