Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. desember 1984síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 tíðindablaðið B )sialurin Nr. 142 — 1. desember 1984 Ole Nielsen, valevni Javnadarfloksins til byrådid i Havn: Tryggari skulaveg og friøki til børnini Sum byrådsvalevni verður ein mangan spurdur hvi ein stillar upp! Tað er »ju so«, siga fólk, Þat vit hava tað gott her í Havn«. Og tað er eisini rætt. Í mun til so nógv onnur steð, hava vit tað útmerkað her hjá okkum, men eftir mínari metan eru nógv mál, ið kundu trongt til munandi ábetur, og vil eg her tríva í nøkur av teimum. Fritidarheim Taka vit t.d. ungdómin hjá okkum, hvat hava vit so at bjóða teimum? Jú, har er kveldskúlin og har er ítrótturin, men so er heldur ikki stórvegis eftir. og fert tú niðan í selumið- stødina ein vanligan seinnapart aftan å skula- tid, sært tå beinanvegin at okkum veruliga nýtist okkurt at aktivera ung- dómin við, og her hevur Javnaðarflokkurin í val- skrá síni nakrar ætlanir ið undirritað metir verða rætta leið. Vit vilja hava frítíðarheim sett á stovn ið eisini kann nýtast av ungdóminum, og vit vilja eisini hava eitt býarhús bygt, ið samstundis skal vera ungdómshús, har ein so fær meguleika til at íðka frítíðarítriv av einum hverjum slagi. Vegurin í skúla Eitt annað hjartamál hjá Javnaðarflokkinum er skúlavegurin hjá bernum okkara. Tað er neyvan nakar, ið heldur tað vera Húsið er opið: gott ella rætt, at bernini, ið búgva á teimum nýggju útstykkingunum, t.d. uppi á Ternuryggi, Yviri á Flat og Undir Brúnni, hvenn vetrarmorgun, i myrkri, skulu yvir um tann mest trafikeraða veg- in í Feroyum, nevniliga Ringvegin. Har og onnur tilsvarandi stød ætla vit at fáa gjerdar tunnlar undir vegin ella fótgangarabrýr. Eitt annað demi um vánaliga skúlaveg er tað pettið av Varðagetu, ið gongur frá Brandsteðini og niðan til Kleystrið, har er hvenn einasta morgun eitt egiligt trafikkkaos, har koma klokkan átta hópin av børnum í skúla, í vøggustovu, barnagarð, forskúla og vanligan skúla. Parkeringsumstød- urnar eru ongar, so bilar- nir verða stillaðir uppi á gongubreytunum og har verður eisini parkerað í bæði 2. og 3. positión. Útkoyringin frá Pedda við Steinsægetu verður blok- erað og undirritaði er full- vísur í, at tað bert er ein spurningur um tíð, áðrenn 5 Norður landa húsið Í jólamánaðinum fer Norðurlandahúsið at hava kalt borð hvønn leygardag kl. 12 og mikukvøld kl. 17.30. Kostnaðurin er kr. 30,00 fyri hvønn. Eisini hava vit kakao, gløgg, holukøkur umframt alt tad vanliga so sum kaffi, øl, smurt breyð og køkur hvønn dag. Månadag, tysdag, hósdag, friggjadag: kl. 10—17 Mikudag kl. 10—20 Leygardag kl. 10—16 Sunnudag kl. 15—18 ein ræðulig vanlukka hendir har. Friøki Hesi og onnur mål vid Javnadarflokkurin loysa i býráðnum, men til tess krevst sjálvandi ein sterk 'umbodan. At enda fari eg at nerta vid spurningin um friøkir til børnini at spæla å. Her úti i Marknagili, har eg sjálvur búgvi, er ein frálík trød, har børnini plagdu at spæla, tey høvdu fótbólts- vøll, tey bygdu sær smátt- ur og tað ljóðaði, at kommunan vildi lata treðna til friøki burturav. Hetta er ein treð, ið kommunan eigur, og vit vóru fleiri foreldur, ið prátaðu saman um, hvussu vit skuldu byggja bernunum eitt spælipláss, tá knappliga alt ekið bleiv stikað inni. Hetta blivu vit sjálvandi rættiliga bilsin um og nú hevur treðin tey seinastu árini verið nýtt til ymiskt hús- djórahald. Niðursteðan er tann, at sjálvt um Marknagil er ein býarpartur i skjótum vekstri, so hava bernini eini eki at spæla á. Vit siga í valskrånni hjá okkum, at friøki skulu leggjast av víðahvar í býnum, so um tú vilt hava omanfyristandandi = mål loyst, velur tú Javnaðar- flokkin í býráðið týs- dagin ! Ole Nielsen Marita Petersen, valevni Javnaðarfloks- ins til býráðið í Havn: Til gongu i Havn Tå tå hevur bud i Havnini i nógv år, er sjálvsagt ym- iskt, sum tå kundi hugsad tær at broytt og at bøtt um. Eg havi ofta hugsad um, at teir, sum skipa fyri her i Havn, helst ongantíð eru til gongu, og man hetta vera orsekin til, at umsteðurnar eru so vána- ligar hjá teimum, sum noyðast ella vilja ganga. Gongubreytir og getuljós Nógvir vegir við stórari ferðslu hava ongar gongu- breytir ella bara gongu- breyt eðru megin. Her eru fólk noydd til at ganga úti á vegnum ella niðri í renn- uni. Serliga vandamiklir eru hesir vegir, tá tað er myrkt, tí nógva staðir eru getuljósini so vánalig, at bilforararnir = nóg illa síggja fólk, sum eru til gongu. Tað er: bert teim- um góðu bilførarunum fyri at takka, at tað ikki henda fleiri og sterri óhapp, enn tað gera. Barnavognar og koyristólar Hvussu eru tey, sum koyra barnavogn, og tey, sum nýta koyristól, stødd í ferðsluni. Ja, har ongar gongubreytir eru, eru tey noydd til at royna at bjarga sær sum frægast millum allar bilarnar, har gongubreytir eru sleppa tey ikki niður av og upp á kantarnar, tí teir eru so høgir. Flestu fólkini sum ganga her i bynum, eru konur vid barnavogni, bern og gomul fólk, og vit vita aðrar staðir frá, at hesi eru tey, sum eru ring- ast fyri, at klára seg í nógvari býferðslu. Kavi og hálka Nú kemur veturin, kavin og hálkan. Hvussu er tá at vera til gongu? Ja, tey, sum hava roynt tað, eru helst samd við mær í tí, at tá kavi er, tá eru vit heilt friðleys. Einasta stað, har so nekulunda er gangandi, er mitt á vegnum, og har koyra bilarnir, og ofta er ringt hjá teimum at steðga fyri hálku. Á gongubreytum og í renn- um er ikki at bjóða til, tí har liggur kavin í stórum ofta meturhegum dung- um. Er ringt hjá gongufólki tá kavi er, so er líka ringt ella kanska verri, tá tað »bara« er hált, tí lítið verð- ur gjørt við at grúsa gongubreytir og rásir, har fólk trygt kann ganga. Tá slíkt veur er, er ikki farandi útum hjá eldri fólki, tí vandin er stórur fyri, at tey detta og bróta bæði armar og bein. Vetrarmorgun Mangan vetrarmorgun, tá eg eri farin oman gjøgnum Varðagetu havi eg undr- ast á og etast yvir stand- in: bilar, børn og vaksin til gonu, bern á súkklu, kavi, hálka og vánaligt sýni. Tað er eitt Guds undur, at eingin vanlukka er hend. Eg kenni best Varða- getu, men fleiri aðrar stað- ir í býnum er líka ringt. Niðan í Hoydalar Uppi í Hoydelum ganga nógv fólk í skúla. Hvussu er hjá teimum at koma niðan ein slíkan vetrar- morgun. Tey, sum ikki sjálvi hava bil, ella hava ikki onkran at koyra seg, tey hava tvinnar kostir í at velja. Antin kunnu tey fara frá húsum klokkan 7 um morgunin fyri at sleppa niðan við bussleiðini, ella kunnu tey ganga niðan. Og tað er ikki nakar stutt- ligur túrur, kann eg vissa tey um, sum ikki sjálvi hava upplivað tað. Har er bilur í bil allan vegin niðar, har er eingin gongubreyt, so tey eru noydd at ganga uppi í kav- arúgvuni samstundis, sum tey eru um at kvalast í bilosa. Her eigur okkurt at verða gjørt sum skjót- ast. Tryggleiki fyri fólk til gongu Nógv hevur nú í sein- astuni verið tosað um, hvussu vakur og nossligur miðbýurin er vorðin. Men tað nyttar lítið bert at leggja flísar á gonguget- una, og einki gera fyri at tryggja ferðsluna aðrar staðir í býnum, og her hugsi eg serliga um tey, sum eru til gongu. Tað eg her havi tikið fram eru bert smáting, vil onkur halda, men eg veit, at hetta viðkemur nógv- um borgarum í Havn, og um so er, at hetta eru smá- ting, hví er so lítið gjert fyri at loysa tey. Tað er uppgáva býráð- sins at syrgja fyri, at tað eru gongubreytir fram við vegunum, at getuljósini eru góð, kavaruddingin ikki tarnar gongufólki, at vegirnir verða grúsaðir í hálku og at góðar umsteð- ur eru hjá barnavognum og koyristólum at sleppa upp á og niður av gongu- breytunum. Slíkar broytingar og á- betur eru neyðugar, og fara at gera Havnina til ein betri bý at búgva í. Marita Petersen