Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-01, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 1. desember 1984síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 tíðindablaðið [ | | F | lurin. Nr. 142 — 1. desember 1984 Ferðslutryggleiki — luksus ella mannarættur? Býráð okkara við sínum breiða borgarliga meir- luta, hevur nýtt hópin av peningi til at fríðka okkum um býin, vit kunna nevna gongugøt- una fyri bilar, gosbrunnin, har øll fáa ókeypis brúsu- bað, luksuspromenaduna á Skálatreð o. s. fr. Hetta er óivað eisini í lagi, Havnin skal jú skína, men í ellum hesum vakur- leika hava teir tó »gloymt« okkurt rættiliga týdningarmikið, sum t.d. ferðslutryggleikan. Steðan hjá barninum idag! Tann nyggi byurin Hyggja vit at øllum teimu nyggju byarbørtum, sum Havnin i seinastuni er økt við, so eru teir óivað bæði vakrir og »funktionellir« — men ikki erliga ferðslu- tryggir — tíverri. Har finnast ongar súklubreyt- ir, ongar gongusmogur (tunellir) undir teimum hættisligu ferðsluæðrun- um, og í nongum førum er ikki so frægt sum ein vanlig gongubreyt (for- tov). Men tað versta er, at EINKI er gjørt, sum kann hindra bilunum í at koyra við miklari ferð, sjálvt gjøgnum tey fridarligastu íbúðareki. Stadionøkid Størsti parturin av børn- unum i Havn ferdast dag- liga til stadionøkid i Gundadali. Ferdaleidin er t.d. Effersøesgøta og aðrar vandamiklar getur við harðari ferðslu. Hvat & var meira naturligt, enn at her vórðu skipaðar vardar gongu- og súklubreytir, so tey smáu kundu ferðast á fulltryggan hátt. Spælipláss Nøkur spælipláss slødast í býnum, men her síggja vit ikki nógv til spælandi brn, og er tað kanska eins gott, tí um barnið bert kann koma til hesi pláss við at ferðast um teir vanda- miklu vegirnar, tá er tað kanska betur ógjert. Ferðslulæra Ferðslufrálæran í barna- gerðum og skúlum eigur at útbyggjast munandi og fáa stødi ájavnt við onnur skúlafak. Ti hava vit i huga, at hetta er ein spurningur um lív og deyð, um at læra tey smáu at yvirliva í ferðsluni, og um seinri at gerast góðir traffikantar, tá skuldi hetta av sær sjálvum verið eitt hitt týdningar- mesta skúlafakið. Steðan hjá teimum gomlu í dag ! Hálka og kavarudding Tá kavarudding fer fram, síggja vit aftur, at bert verður hugsað um bilarnar og als ikki um tey gang- andi. Ti ell kavarudding fer fram á tann hátt, at kavin verður »ruddadur« av koyribreytini og inn á gongubreytina, so nú hava tey gangandi mun- andi verri kor, enn um eingin kavarudding var. Herfyri = hevdu vit nakrar dagar við nógvari hálku, men býraðið unti okkum ikki so frægt sum ein spaka av sandi á gongubreytina. Tá teir einki gera við hetta — nú krákumánað fyri val — ja, so gera teir tað hvana minni eftir valið. Tey brekaðu Sak teirra brekaðu hava myndugleikar okkara víst sera lítlan ans. Tað finnst neyvan almennur stovnur, hvar komast kann við av- lamisstóli, ella um ein er illa gongdur. Í býnum hava vit nakrar gonguteigar, sum eru stýrdir við ferðslu- ljósum. Aðrastaðni er vanligt, at slíkir teigar eru útgjerdir við eini klokku, ið ringir, tá ljósið lýsir grønt. Tílík hjálpartól eru av alstórum týdningi fyri tey, ið illa síggja. Havnin hevur ein hóp av almennum parkerings- plássum, kanska eini 100 í tali, men neyvan eitt dy Soleiðis átti stødan at verið ! einasta er merkt fyri av- lamisakfor. Áin í plantasjuni Ein kann spyrja: Hvat hevur hetta við ferðslu- tryggleika at gera? Men lat okkum síggja. Framvið ánni er laðaður áarbakki, sera vakur, og snøggur vegur er gjørdur framvið. Um nú åarføri er, og onkur gongur ella súklar seg útav — har er sera myrkt — ja, so er hann burtur, hvervur har áin fer undir heilt. Her eigur tí sum skjót- ast bæði at gerast gøtu- ljós og verjugarður fram- við, so at tílíkar vanlukk- ur ikki kunna henda. Bussleiðin Bussleiðin var uppruna- liga ætlað sum ein servise- tænasta fyri býarins íbúgvar. Men tíverri er nógv, ið peikar á, at hesir bussar í rættiliga stóran mun fyrst og fremst skulu tæna ávísum åhugamål- um. Vit skattaborgarar bera kostnaðin av hesi skipan, men hóast tað, so sleppa ávísir menn (vinir og kenningar hjá ávísum politikarum) at mála navn sítt á bussarnar. Undir navni teirra kundi passi- liga staðið: Gáva frá skattaborgarunum. Busstænastan sjálv Fyri vanligum fólki sær tað út sum, at bussarnir í stóran mun skulu draga fólk móti ávísari fyritøku, eins og ein tómur bussur, ótaldar ferðir um dagin, koyrir niðan í hagan til Hotel Feroyar, samstund- is sum tað sær út til, at Keypssamtekan í Hoyvík verður diskriminerað: Ein fyritøka, sum telur einar 4000 limir, má og skal hava sama rætt til at gera nýtslu av teimum al- mennu bussunum, sum aðrar. Hetta er eisini bert ein spurningur = um vilja (óvilja). Ti tá bussarnir kunna halda hvíldarpausu skamt frá FK, Hoyvík (tó passaliga langt burtur), so kundu teir eins væl hildið hesa pausu uttan fyri FK og samstundis fingið sær ein kaffimunn (ókeypis), og fólk kundu fingið tíð at rekt síni handilsørindi. Vilja vit broyting Tey brek og teir vandar við ferðsluskipanini, ið her eru vístir á, eiga vit ikki at finna okkum í, og nýtast tað heldur ikki, tí um hin politiski viljin er til stað- ar, tá kunnu munandi ábetur gerast. Sjálvandi gerst einki av hesum ókeypis, men vit javnaðarmenn meta ikki mannalív í krónum og oyrum, og eru ti fúsir at gera nakað munagott á hesum eki. Hetta gerst tó ikki nógv við, meðan vit eru so fá- mentir, og teir borgarligu so fjølmentir i býráðnum. Vilja tit tí hesi sak væl, og vilja tit, at ferðslu- tryggleiki aftur má gerast mannarættur, so gerst hetta einans við at velja ein sterkan javnaðarflokk inn í býráðið. Tvertur um ferðsluæðrar áttu gongusmogur ella brýr at verðið gjerdar