leygardagur 1. desember 1984síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
eee,
se
Nr. 142 — 1. desember 1984 '
Framhald av sidu 17
broytingar i småum, eitt
lítið stig her, eitt lítið stig
har, og sum væl kunnu
vera ein kleppur um beinið
á teimum, sum hava hug-
flog og dirvi til at royna
nýggjar leiðir, men sum
eisini kunnu vera trygdin
fyri, at vit og samfelag
okkara varðveita tað, sum
hevur virði mentunarliga,
samfelagsliga, vinnuliga, í
familjulívinum og á eðrum
økjum.
Byrådsvalid
komandi
Tørshavnar byråd hevur,
alt tað eg kann minnast —
og mítt minni rekkur í
hesum sambandi eini 17 ár
atur í tíðina — verið stýrt
av hegrakreftum, og í
nógv ár hevur fólkaflokk-
urin havt formanssessin.
Longu áðrenn býráðs-
valið í 1980 gjerdi eg á
uppstillingarfundunum
hjá Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag vart við, at
eg helt tað vera upp á tíð-
ina, at javnaðarflokkurin
fekk formanssessin í
Tórshavnar byråd, men
hetta gjørdist so ikki veru-
leiki aftan á tað valið.
Tá restau rættiliga fáar
atkveður í, fyri at javnað-
arflokkurin skuldi fáa
tann 3. limin, og nú stend-
ur okkum aftur í boði at
velja javnaðarflokkin so
sterkan inn í býráðið, at
vit fáa tann 3. limin inn
har og sostatt so mikið
sterri meguleika fyri at
fáa formanssessin. Við
teirri framgongd javnað-
arflokkurin fekk til løg-
tingsvalið, skuldi hetta
kunnað gingið, men fyri-
treytin er, at ell javnaðar-
fólk og ell javnaðarhugað
fólk standa saman um
javnaðarflokkin til bý-
ráðsvalið.
Eitt javnaðarfólk ella
ein javnaðaráhugað, sum
til komandi býráðsval let-'
ur seg lokka til at seta
krossin á ein annan lista
enn javnaðarlistan, kann
framyvir ikki av rettum
kalla seg javnaðarfólk ella
javnaðarhugað, heldur
ikki um talan er um uttan-
flokkalistan ella kvinnu-
listan. Bert javnaðarlistin
kann seta javnaðarfólk í
Tórshavnar býráð !
Uppgávurnar
Og hvat skulu so javnað-
arfólk í Tórshavnar bý-
ráð?
Vit skulu loysa allar tær
uppgávurnar, sum Í áravís
hava verið misrektar ella
als ikki rektar, og herum-
framt skulu vit til eina og
hverja tíð gera neyðugar
ætlanir og skipa so fyri, at
Tórshavnar kommuna fær
ta menning á ellum ekj-
um, sum borgarar hennara
ynskja og hava tørv á, tað
veri seg børn, ung, til-
komin og eldri.
Ein sterkur javnadar-
flokkur i Torshavnar by-
råd og i nevndum tess skal
á skilagóðan hátt og øllum
borgarum at bata skipa
fyri, ávíkavist vera við til
at loysa spurningarnar
um:
Ruskmálið,
Asfaltverki;
Havnautbyggingina,
Ídnaðarútbyggingina,
Fiski- og alivinnuna,
Skúlagongd og
Framhaldsútbúgving,
Íbúðartrotið, sertliga á
góðum leiguíbúðum til ein
rímiligan prís til tey, sum
hava tann tørv,
Trivnaðin hjá teimum
ungu,
Småbarnarøkt,
Røkt av eldri og brekadum
og ein væl virkandi
Sosial deild og
Arbeidsåvising,
fyri bert at nevna nøkur
av teimum mest åtrokandi
målum, sum tad komandi
býráðið må seta alla orku
sína inn upp á at loysa, um
borgararnir í Tórshavnar
kommunu skulu steðast
og trívast.
Veljið tí javnaðarflokk-
in eins sterkan inn í Tórs-
havnar býráð 4. desember,
og tit valdu hann inn á
ting 8. november !
Gott javnaðarval !
X við lista C!
Inger
HONDA
lakærust
garanti
-findes ikke bedre
tidindabladid
Fólkafloksmenn i
javnaðarhami
Tá id vit í Froðbiar sóknar
Javnaðarfelag fóru út í
valstríðið til komandi bý-
ráðsval, boðaðu vit frá, at
vit fóru at tosa um, hvat
vit ætlaðu at gera í fram-
tíðini, heldur enn at róta
upp aftur tað, ið átti at
verið farið, tí hetta hevur
verið bygdini og Javnað-
arflokkinum til nóg stóran
bága. Okkara valblað fer
eisini at verða merkt av
hesum. Vit væntaðu ikki,
men vónaðu at fáa at
kenna nýggja javnaðar-
politikkin hjá Signari
Dam, Hera Mortensen
o. 0. chefideologum í Tvør-
oyrar Sosialdemokratiska
felag undir valstríðnum.
Men skitin vápn og mis-
teinkiliggeran sýnast
hava sterri áhuga hjá
teimum enn stýringin av
býnum komandi fýra
árini.
Hitt sokallaða merkja-
málið ber tó boð um,
hvussu vit kunnu vænta
arbeiðarapolitikkur teirra
sær út, fáa teir makt, sum
teir hava akt. Tá høvdu
Signar Dam og Heri Mort-
odda-
monnunum i Sosialdemo-
ensen, saman við
kratiska felagnum megu-
leika at vísa aftur pá-
standum okkara um, at
teir eru fólkafloksmenn í
javnaðarhami. Hóast
nógvar royndir frá leiðslu
Javnaðarfloksins at fáa
teirra hegravenda hjarta
at blotna, kundu teir ikki
fylgja boðum og samtykt-
um Javnaðarfloksins um
at stuðla krevum arbeið-
aranna um, at beina
burtur ta skrå-eting av
einstaklinga arbeidi, sum
fer fram å okkara flaka-
virki. Eisini á virki arbeið-
aranna á Tveroyri. Tá
hevði tað sterri týdning
fyri teir at lata seg nýta
sum boðdreingir hjá
Jákup Joensen og eðrum
fólkaflokskapitalistum, og
sendu alt arbeiðsfólkið á
Tveroyrar flakavirki til
hús, og fiskin, ið skuldi ar-
beiðast á virkinum við
Bláfossi á enska markn-
aðin.
Hetta ferdi til, at fyri
fyrstu ferð í seguni noydd-
ust »Fiskepigernes Fag-
forening« at gjalda ut av
verkfalsgrunni felagsins,
tí annars hevði verið soltið
í mongum arbeiðaraheimi
á Tveroyri á jólum 1983.
Hver tvingaði fiska-
genturnar at taka hetta
lívsneyðuga stig? Tað
vóru teir, sum í dag
standa sum hevuðsmenn í
Tveroyrar Sosialdemo-
kratiska felag.
Slík viðurskifti eru júst
tey, sum hava ført til, at
Javnadarflokkurinå Tvør-
oyri gongur í tveimum.
Vit fara ikki at góðtaka
ta hegravend, sum hesir
menn eru talsmenn fyri, tí
taparar í hesum leiki,
verða ikki Signar Dam ella
Heri Mortensen, men tann
tímalenti arbeiðarin, sum
er ringast fyri framman-
undan.
Nei, Signar Dam. Fólka-
floksjavnaðarmenninar á
Tveroyri finnur tú ikki í
Froðbiar Sóknar Javnað-
arfelag.
Ikki vardi tað okkum, at
tú fórt at brúka brek-
manskar framferðahættir
at draga, bakvaska og
svína javnaðarfelagið á
Tveroyri.
Segurnar upp undir val
eru nógvar. Tað átti tú
sum lokalpolitikari at
vitað. Óivað tær flestu í-
birtar av fólkafloksmonn-
um og hesa ferð gjørdist
tú teimum hentur. Teir
»læa, meðan tey góðu
gråta«.
Tu ert keddur av, at
Sverre ikki varð valdur á
legting. Uppaftur keddari
sýnist tú at vera, tí hann
ikki stillar uppaftur til bý-
ráðsval. Tað er bert at
vóna, at tú meinar tað!
Ja, segurnar um, hví
Sverre ikki stillar upp aft-
ur, eru nógvar. Sverre
hevur tænt sína borgara-
skyldu á Tveroyri, so tit
áttu at latið hann fingið
frið, og heldur sagt takk,
enn at misnýta hann og
misteinkiliggera hesa av-
gerð hansara.
Ja, segurnar eru nógvar,
illar (fólkafloks?) tungur
vilja vera við, at Sverre
fekk tveir kostir í at velja:
Stillaði hann upp aftur til
býráðsvalið fyri Froðbiar
Sóknar Javnaðarfelag, so
skuldi hann ikki vænta
sær nakran tingsess, um
Atli Dam fór í landsstýrið.
Slíkt mesn hoyrir ikki
heima í okkara politisku
verð, men kundi tó verið
misnýtt á sama hátt, sum
tit gera.
Nú má tveráfólk hava
fingið eyguni upp fyri
propaganduni tit føra. Ein
dag verða vit kallaðir
kommunistar, annan
fólkafloksmenn. Hvar er
logikkurin ? ? ?
Vit eru ikki natúrligir
samstarvspartnarar
Fólkafloksins, men tit
hava seinastu árini í
skrift, talu og verki víst,
at tit (gleðiliga) ganga
erindi fólkafloksmanna.
Minnist bert orðini hjá
fremsta talsmanni tykk-
ara, ið alment ferdi fram,
at arbeiðsviðurskiftini á
virkinum ikki viðkomu
teimum, ið har arbeiddu.
Nei, arbeiðarar og len-
takarar annars. Veljið tey,
sum ikki ætla at gera
Javnaðarflokkin til eitt
endamál í sjálvum sær,
men arbeiðaranna amboð
at skapa sær betri livikor í
føroyska samfelagnum.
Sosialisman er okkara
mål, demokratiid (sum tit
ikki vildu góðtaka) okkara
vápn.
Setið tí kross fyri teim-
um, ið vilja virka fyri, at
frælsi, javnaður og breðra-
lag framhaldandi verða at
valda í Feroya Javnaðar-
flokki. Lista E. -
Vegna FSJ
marner Lisberg,
formaður /
Framhald av síðu 4
summi ikki sleppa lættari
enn onnur
— Eg vildi eisini gjert
meira fyri minnilutarnar,
t.d. tey brekaðu. Bæði
logtingið og býráðið áttu
at verið innrættað soleiðis,
at eisini tey í rullustóli
sluppu inn. Tað hava vit í
KFUK gjert, sigur Jona.
— Vit mugu heldur ikki
gloyma Hoyvík, Hvítanes,
Sund og Kaldbak, sum nú
eru við i kommununi. Ar-
beiðast má eisini fyri
teirra málum, sigur Jona
Kvinnulistin —
eitt vónbrot
— Tað var eitt stórt vón-
brot at síggja tað ljóta
álopið hjá Kvinnulist-
anum á Javnaðarflokkin.
Eg helt, at kvinnur vóru
reinferari í politikki. Fyri
tað fyrsta var tað eitt
hampiligt bræv, sum
Suðurstreymoyar Javnað-
arfelag, t. v. s. eitt felag og
ikki flokkurin, sendi
limum sínum við áheitan
um at atkveða fyri listan-
um. Tað verður eisini háð-
að við triðja manninum,
sum ikki kom inn. Tað er
einki galið í tí, tí triðja val-
evni á listanum var Jó-
hann Mortensen, altso ein
maður. Annars hevur
Javnaðarflokkurin altíð
givið kvinnum nevndar-
sessir í tí politiska arbeið-
inum.
Eg haldi, at vit eiga
at velja politiskt. Tey, ið
ikki vera vald á politisk-
Sendið
lesarabrovint
til Sosialin
um lista, kunnu fera tann
politikk, ið teimum lystir
Men tey, ið verða parta-
politiskt vald, hava polit-
ikkin hjá flokkinum aftan-
fyri seg og standa flokk-
inum til svars.
Mitt besta
Tað er so lætt at geva
lyfti, men komi eg í bý-
ráðið, vil eg gera mitt
besta fyri býin og borgar-
arnar, sigur Jona Henrik
sen.
rj
— —————— —
Fylg við,
hvat hendir
ÚTSTOYT
Esmar Simonsen
3813 Fuglafjørdur