leygardagur 1. desember 1984síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 22
Robert 1959 — 1984:
Árini í Faroe Boys tey bestu
Hann byrjaði í 1959 og er,
nú hann er 41 ára gamal,
still going strong.
Frá 1959 til 1984 eru 25
ár og tá er hóskandi at
steðga á eina letu og líta
aftur um bak. Og tað
gjørdi Robert McBirnie í
summar, meðan hann
saman við vinmonnum
var í Íslandi. Í uppteku-
rúminum hjá Rúnari Júl-
iussyni í Keflavík spældu
teir inn plátuna >Robert
25 år«
á síðu 1 »Vågsbygd« og
eftir tað kemur ein annar
landskendur slagari úr
Robert við nýggju plátuni.
— Eg veit ikki, um tað er júst tað besta, eg havi gjort, sum er á plátuni. Men tað er tað mest kenda, sigur hann.
Vági >Rósan-. Hesi bæði
legini umboða >Red Boys“
tíðina, skrivar Robert 2
plátuhúsanum, sum er
silvurlittur (25 ár = silv
urbrúdleyp).
„The Red Boys< var
fyrsta orkestrið hjá Ro-
bert. Tá var hann 15 ára
gamal.
Nekur ár seinni fer Rob-
ert til Havnar í Lærara-
skúlan. Og í januar 1963
byrjaðu >The Faroe
Boys<. Tey fýra árini,
hesin legendariski bólkur-
in var til, eru tey mest
áhugaverdu hesi 25 árini,
tíðindablaðið
heldur Robert. Serliga
minnist hann fyrsta túrin
til Íslands. Og vit minnast
mikukveldini í Sjónleikar-
húsinum og ell hini kveld-
ini, Faroe Boys spældu til
dans í teimum góðu gomlu
degunum, áðrenn disko-
tekini blivu uppfunnin.
„Faroe Boys løg« hava
fingið góðar tolv minuttir
å nyggju plåtuni: »This is
Faroe Boys«, »Sweet little
Sixteen«, »One Night with
you« og »Ligthning Ex-
press«.
Punk-Oli
Á síðu 2 eru so fýra løg frá
teimum seinnu árunum.
Tey tvey eigur Shu-bi-dua.
Robert hevur sjálvur gjørt
orðini til »Punk-Ola«,
sangin um klaksvíkingin,
sum finnur okkurt í garð-
inum hjá sær, og >Frítíð-
arparadisid«. Bæði løgini
kenna vit frå Utvarpinum
seinasta vetur.
Orkestrid, Robert hevur
vid sær å plåtuni, er væl
mannað: Arnbjørn Sivert-
sen, Olavur Øster, Bjarni
Restorff, Heini Sivertsen,
Ronnie Nielsen og sonurin
Jón. »Robert og Vin-
menn« kalla teir seg.
Á tí eina lagnum eru
vinmenninir tó ikki við.
Robert valdi at lata tveir
íslendingar, Rúnar Július-
son ogÞórir Baldursson,
spæla íslendska lagið „Út
á havid«. Teir báðir og
Maria, systir Þóris, eru
eisini við á onkrum eðrum
lag. Í fjórða laginum á-
síðu 2 >Thats's allright/-
Blue Suede Shoes< fær
Robert hevi at sýna síni
Elvis Prestley kynstur.
Fyrst í Vági
Hansemann gevur út
„Robert 25 år«. Í fyrsta
umfari eru gjørdar 1.500
plátur og 3.000 bond. Plát-
an kemur fyrst út í Vági,
men verður annars at fáa
fyrst í næstu viku. Prís-
urin er 110 kr. Plátan
verður eisini seld í Íslandi.
Tað er næstan vorðin
ein siður, at feroyskar
plátur koma onkursvegna
skeivt fyri, tá tær skula
sendast til Feroya. Plátan
hjá Robert endaði í Keyp-
Nr. 142 — 1. desember 1984
mannahavn. Tí skipið,
sum hevði hana við úr Ís-
landi, kom als ikki inn í
Feroyum, helst vegna veð-
ur. Tað eydnaðist tó at fáa
nakrar eskjur við flogfar-
inum úr Danmark. Og tað
var júst tað flogfarið, sum
fekk ein snudd, tá tað
lendi í Vágum!
Næsta plátan
Robert ætlar ikki at gev-
ast, nú hendan plátan hjá
honum er komin. Hann
sigur, at hann hevur ym-
iskt tilfar, løg og tekstir,
liggjandi, sum hann fegin
hevði viljað fingið út á
plátu. Hetta er tónleikur,
sum er eðrvísi enn tann á
plátuni. Tað skal tó ikki
skiljast soleiðis, at Robert
nú fer at gevast við rokk-
inum. Sum hann sjálvur
sigur á plåtuhusanum:
» . .. tad er framvegis tann
góði gamli rocktónleikur-
in, ið liggur hjartanum
næst«. Tibetur.
hd
Hevur tradkad
barnaskogvarnar
og takkar Gudi
Í næstu viku geva Sigurs-
tónar út sjeyndu LP-plát-
una í Feroyum. Á plátuni,
sum eitur >Thanks to
Your Love<, syngur
Myrna Hansen níggju
løg. Bróðir hennara Sofus
er við á tveimum legum.
Undirspælið hava profess-
ionellir norskir studiotón-
leikarar. Staðið fyri upp-
tekuni, sum er gjørd í
Cross Soundstudio í Krist-
iansand, hevur Alf Emil
Eik. Sigurstónar hava
gott samstarv við hann.
Allir sangirnir á nýggju
plátuni eru á enskum.
Hetta er neyðugt, tí ætl-
anin er at selja plátuna í
eðrum londum eisini. Nú
beinanvegin verður hon at
fáa í Noregi.
Øll legini eru útlendsk.
Seinasta lagið í B-síðuni
»You are My Alle hava
Myrna og Jard Samulsson
gjørt orðini til og Alf Emil
Eik lagið.
Plátan hevur fingið
navn ettir einum lag hjá
Jan Groth, norskur gosp-
elsangari, sum býr í Dan-
mark.
Hini
legini eru kend
gospelløg.
Myrna hevur sungið á
eðrum plátum hjá Sigurs-
tónum, men hetta er
fyrsta soloplátan hjá
henni. Neyvan er hetta
eisini tann seinasta.
Longu nú verður tosað um
at gera næstu plátuna. Og
norðmonnunum dámdu so
væl sangin hjá Myrnu, at
hon er biðin um at koma á
konsertferð í Noregi í
næsta summar.
Sofus og Myrna eiga
hugskotið til plátuhúsan.
Á baksíðuni eru einir slitn-
ir barnaskógvar og á tor-
síðuni einir blankaðir, há
hælaðir damuskógvar
Millum skógvaperini
stendur so >Thanks to
Your Love«. Hetta skal so
ímynda, at Myrna hevur
slitið sínar barnaskógvar
og er vorðin vaksin og hon
takkar fyri Guds kærleika,
sum hon hevur fingið í lív-
inum.
Per á Hædd hevur tikið
ljósmyndirnar.
»Thanks to Your Love«
fæst eisini á kassettu-
bandi.
á
í