leygardagur 1. desember 1984síða 24
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á våsi? — tvamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
Tummas Arge
in memoriam
Tummas Arge umboðaði á fyrimyndarligan hátt tað
evnagóða ættarliðið ið setti dám á feroyska málninga-
list í tíðini eftir S. J. Mikines. Myndir hansara eru
miðvíst uppbygdar og sýna nýggj og forvitnislig stilist-
isk frumevni. Eins og hjá hollendingum Vincent van
Gogh og íslendinginum Jóhannes Kjarval — tveir við-
gitnir nútíðar málarar, ið annars eru rættiliga ymiskir,
men sum okkara Tummas í summum ferum líkist og
ivaleyst hevur nomið listarliga kveiking frá — verður
sjålvt jerðildið í landsløgum hansara eitt tydningar-
mikið stíl-element. Tað yður í flestu myndur Tummas-
sar av livandi gróti, av urðakumlum, helliskoltum, jarð-
klettum, eyri og skursli ein loynifult geislandi mos-
aikkur, sum heygar og fjallagreinir hevja seg undan
Mær fellur í huga eina eyðkenda ungdómsyrking hjá
Chr. Matras, >Sjón< (Grátt, kátt og hátt, 1926)
Riðilin mikla eg så av monnum ið foldina tróðu
úti á oydnum fløtum, har grótið og urtirnar svóvu
Stóð hann við upphavi burtur í aldu og flatnanna firru,
alandi nýggjar liðir í heiðanna kulda og kyrru
Hesin grót-mosaikkurin, ið er so eyðkendur fyri fer-
oyskt fjallalendi, vakt hjá Tummasi hugbirting til ein å-
vísan »grytutan« målningahått, sum so við og við førdi
fram til at verða hansara listarligi málbúni.
Hetta, eg her royni at greiða frá, ljóðar kanska heldur
turrligt og ásteðuligt, — sum um tað snúði seg um ein
putlutan teoretikara. Men soleiðis var Tummas jú ikki,
tvertur ímóti: hann hevði ikki verið tann ektaði og
livandi listamaðurin, hann var, um hann ikki eisini átti
brennandi alsk til tey evni, hann fór í holtur við. Hesin
mikli alskur til heimlandsins náttúru var rekgjerðurin í
skapandi virki hansara sum listamaður.
Yvirhevur var lívseyðkenni nansara jú alskarans. Hin
stóri málningurin Hugflog (nr. 89) sigur áskoðaranum
nakað um hetta; henda myndin sýnir vítt fevnandi,
næstan markleysta náttúrugleði — dreymurin um eina
idylliska friðsælu, soleiðis sum bert eitt meinaleyst smá-
barn kann droyma. Men Tummas var ikki bert ein rom-
antiskur droymari. Ein annan og heilt eðrvísi formur
fyri skapandi glaðlyndi sýnir t. d. málningurin Kirkju-
bereyn (nr. 83), eitt stórt og dekt landslag, sum kann
tykjast heldur melankolskt og hugatungt — men um tú
hyggur nærri at tí, kennir tú teg merkiliga lívgaðan: her
eru ikki bert duldarfult glógvandi litir, men her ræður
veldi og einsemi, av einum slag ið lættir fyri andan,
soleiðis sum bara stórleikin í náttúruni megnar gera tað.
Ein líknandi stórfingin málningur er eisini Kamburin
(37), har illýsið yvir havið hevur eitt »kosmiskt-demon-
iskt«, ella fyri at tosa føroyskt hampamál: trølsligt og
eðiligt, men samstundis lyftandi og kveikjandi yvir-
bragd.
At skapa slíkar myndir krevur ikki bara listarligt
snildi men eisini sálarliga styrki. Tummas, ið hevði
„veikar sidur«, soleiðis sum vit ell kunnu hava tað,
hevði sum listamaður eina sterka og ágrýtna sál.
Nú er tað ikki bert slík stór útsýni (sí eisini hitt stór-
fingna landslagið nr. 31/1), ið virka eggjandi og megn-
andi upp á áskoðaran : eisini meira gerandislig fyribrigdi
dugdi hesin listamaðurin at ganda eiggiligan málara-
kunst burturúr — t. d. hinar báðar velturnar (43 og 77);
hesi råmu, men miåvisu pensilstrokini bera merki av
einari djarvari kunstnarahond, her tróta dømini ikki.
Innanhýsismyndir eru bert fáar á hesari framsýning ;
eitt interier við sitandi kvinnufiguri (Náttin, nr. 65) er
ikki fullindað, men sera stórfingið hugsað. Tummas var
náttúrumálari burturav og nýtti oftast figurar einans
sum prýði, mangan bert í leysligum konturum. At hann
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lysingaspurningum, Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
kundi vera heppin eisini sum figurmålari og sålarlysari
sýna myndir sum t. d. Salka Valka (71) ella hitt yndis-
liga Summar og andlitsmyndirnar av Palla Gregorius-
sen og Fraser (75 og 67).
Samantikið er henda framsýning ivaleyst ein tann for-
vitnisligasta, ið nakrantíð hevur verið í Listaskálanum,
og tað kennist sárt, at teir mongu málningarnir, ið her
eru savnaðir í eini ljómandi eind, um stutta tíð aftur
verða spjaddir og farnir í allar ættir. Ein kundi ynskt at
henda framsýning var eitt verandi savn. Men tekk
skulu tey eiga, sum hava fingið hesa stóru framsýning í
lag, so vit eina letu fáa høvi til at dveljast hjá hesum
einkenniliga og kjarngóða listamanninum, sum fór so
ungur av verðini.
William Heinesen