Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Møller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Høvudsmålini EFTIR AT Javnaðarflokkurin hev- ur havt fundir vid fyra ymiskar flokkar, er nú avgjørt at halda fram við samráðingum millum Javnaðarflokkin, Sambands- flokkin og Sjálvstýrisflokkin. Hendan avgerð varð tikin sein- asta friggjadag. Á TEIMUM fundum, sum hava verið, hevur Javnaðarflokkurin lagt nøkur høvudsmål fyri hinar flokkarnar. Javnaðarflokkurin heldur, at ein semja um hesi høv- uðsmál er treytin fyri, at flokkar kunnu seta seg niður at tosa um onnur mál. MILLUM høvudsmålini mugu vit fyrst nevna undirgrundarmálið og ríkisstuðulin. Hesi mál mugu fáa eina loysn í hesum valskeiðnum. Javnaðarflokkurin vil loysa bæði málini í trá við heimastýrislógina. Flokkarnir, sum nú eru inni í sam- ráðingunum, eru teir sonevndu heimastýrisflokkarnir, og harvið skuldu útlitini fyri eini semju um hesi bæði málini verið góð. UMFRAMT hesi bæði málini hev- ur Javnaðarflokkurin eisini nevnt fleiri onnur týðandi mál millum Opið Hus tíðindablaðið Argjavegur 26, 3800 Argir. Postsmoga 76, 3800 Tórshavn. Telefon 118 20. oddagrein høvudsmålini. Her kunnu vit nevna búskaparmál, orkumál, skipabyggimál, stuðulin til fiski- vinnuna, ídnaðarmál o.s.fr. Tá flokkarnir hava funnið fram til semju um hesi málini fara tinging- arnar at snúgva seg um øll onnur mål. FLOKKARNIR, sum eru inni i samrådingunum, fåa eitt samråd- ingargrundarlag frá Javnaðar- flokkinum. Í samráðingargrundar- lagnum sigur Javna-arflokkurin frá, hvørji mål, flokkurin vil hava loyst og hvussu hann ynskir hesi mål loyst. Spurningurin er so, i hvussu stóran mun hinir flokkar- nir kunnu taka undir. Har sum frávik eru, verður so neyðugt við samráðingum fyri at finna saman um frægastu millumloysnirnar. VÓNAND FØRA samráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Sam- bandsflokkin og Sjálvstýrisflokk- in til eina samgongu, sum kann koma skjótt upp at standa. Tað er ikki ráðiligt at landið liggur í stjórnarloysi í fleiri mánaðar. Men ávís tíð má kortini fara til hesar samráðingar soleiðis at vit fáa eitt so haldgott samarbeiðs- grundarlag sum gjørligt. Valdagin eru helini í Dr. Jacobsens- getu 5 opin og fólk kunnu støkka inn á gólvið og fáa sær ein heitan munn. Um kveldið verða helini eisini opin nakrar tímar. Hjartaliga vælkomin. Suðurstreymoyar Javnaðarfelag Aftursvar til Marner Lisberg Tú undirskrivar bræv títt við lítlum, og er tað fyri at lýsa teg sjálvan, so er tað beinrakið, tí ússarligt er ta tú hevur at bera fram. Í tínari meting av hver ið er góður og hver ið er ringur javnaðarmaður, tekur tú tær ta frekheit at døma meg sum fólkafloks- mann. Nei, Marner Lis- berg, hevði tú bert verið helvtina so góður javnað- armaður sum eg eri og alt- id havi verið, so stóð væl til á Tveroyri. Tú heldur at bara tú á hverjum fundi og í hverjum blaði, kann koma við tínari útlegging av hvat arbeiðarapolit- ikkur er, ja so ert tú ein góður javnaðarmaður. Nei Marner, so góð- trúgvin eru fólk heldur ikki, tað skal meira enn uttanatlærdar flosklir til fyri at tosa um arbeiði og arbeiðarar. ein fyrimunur hevði tað helst verið um ein hevði roynt hvat tað vil siga at arbeiða, og eg ivist í um tú nakrantíð hevur fingið sveittan fram av at arbeiða. Eg eri ikki politikari og havi heldur ongantíð givið meg út fyri at vera tað, og tað haldi eg at tú eisini skuldi hildið uppat við, tí tað skulu vera meir at sær komnir menn til enn tú fyri at gerast politikari. Eg eri fabriksleiðari og havi átikið mær at leiða og dríva P/F Tveroyrar Flakavirki soleiðis, at tað kann arbeiði har hvenn dag, og at fólk trív- ast har og hava eina góða innteku og síðst men av- gjørt ikki minst, at flaka- virkið kann hvíla i sær sjálvum og gjalda hverjum sítt. Hetta hevur vera Nr. 143 — 4. desember 1984 eydnast mær, sjálvt um maður ið tú stuðlar hevur gjørt næstan alt ið stend- ur í hansara makt fyri at seta fót fyri mær í hesum arbeiði. Marner, tú nevnir tað sokallaða Merkjamálið og mín leiklut í tí. Tað loysir seg ikki at greiða tær frá, hvat ið hendi, tí tú skilir tað ikki, men eitt kann eg tó ikki lata vera við at nevna: tey ið starvast á Tveroyrar Flakavirki ynsktu ikki at sleppa av við merkini, men onkur, ið sum tú, ikki hevur nakra sum helst hulling uppá hvat ið hendir á einum ar- beiðsplássi, skuldi royna at heysta politiskan vinn- ing uppá bekostning av verkamanninum. Tveroyri tann 2.12.1984 heri Mortensen Einaræði á Kvinnu- listanum Sum ein av teimum upp- stillaðu á Kvinnulistanum í Havn, vil eg hervið mót- mæla ta ljótu, sjálvmót- sigandi og niðursetandi grein, sum tvey umboð á Kvinnulistanum tóku til í Oyggjatíðindi mikudagin 28. november. Tað. sum eg serliga havi at finnast at, er, at henda grein tykist verð umboðandi allan kvinnu- listan, men hesum ivist eg stórliga í. Sjálv vist eg onki um hesa grein. Í nevndu grein verður funnist at teimum kvinn- um, sum eru uppstillaðar á eðrum listum. Tær verða m. a. kallaðar at vera >til pynt<. Hesum eri eg heilt ósamd í, tí sjálv havi eg sterstu virðing fyri ollum kvinnum, sum eru upp- stillaðar á teimum polit- isku listunum. Orðingin í síðsta petti av greinini ber tó av. Hesi skoðsmál, ið her sigast at koma frá mannfólkinum, mugu standa fyri grein- skrivarans egnu ábyrgd. Sjálv havi eg aldri hoyrt hesi orð nevnd ella sæð tey á prenti í sambandi við politiska agitatión. Ti kann eg, sum eitt av valevnunum á kvinnulist- anum, ikki taka undir við nevndu grein. Katrin H. Thomsen Avsannan 28/10-84 hevði 18. Sept. tíðindi úr Fuglafirði, um eitt skriv, ið borgarar í bygdini hava sent til heilsunevndina um lukt og larm á Havsbrún, sum heilsunevndin ikki skal hava viðgjert. Hetta er ikki rætt, og vil heilsunevndin avsanna hesi tíðindi. Heilsunevnd- in fekk hetta skriv 11/10 og hevði fund um málið 18/10, og nevndin samdist um at hava ein fund seinri og at fáa fleiri upplýsingar til vega um málið til henda fund. Vegna heilsunevndina Poul Martin Joensen formaður SoSjalurin telf. 11820 Hvi spara gøtuljos Tad varð skjótt eftir at nu- verandi býráðsformaður hevði tikid við, at nú skuldi sparast upp á kava- rudding, og ikki so langa tíð aftaná skuldi sparast upp á getuljósini. Úrslitið sóu vit skjótt. Tað kom eitt følv, eitt ótal av fólki fekk reyvafall, og tað sum verri var, bein og armar stukku av og skaða- stovan hevði úr at gera. Hetta hevur verið skilið, fólk hava næstan ikki hættað sær út í hálku, tí eingin sandur skuldi stroyast á. Tá so rudding- in endiliga kom í gongd, so blivu vegirnir ikki ruddað- ir so seint, at mangan hev- ur verið trupult at koma inn í Havnina. Nú eru vit aftur í tí myrku tíðini — og hon er myrk við lít. Her í getuni lýsir bara annaðhvert ljós teir fyrstu tímarnar. Seinri tendra so hini. men nakrar tímar seinri, so lýs- ir bert onnur hver pera aftur. Eitt er at spara, men at spara so, at fólk ikki síggja, og bern ikki tora út, tað kann kommunan ikki loyva sær ímóti okk- um borgarum, sum jú vilja eina service fyri skattapeningin. So mátti tað heldur borið til havt getuljósini tendrað, har fólk búgva, og slekt Ring- vegin, og Hoyvíksvegin, sum er plantaður við ljós- pelum á báðum síðum. Hetta bara eitt hjarta- suff í samband við býráðs- valið. Myrkaredd