Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. desember 1984síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 tíðindablaðið ómaratrupulleikar í hondbólti Væl vitandi, at tað er ein ógvuliga ótakksom upp- gáva, at skula doma dystir í ítrótti, tað veri seg hond- bólti. fótbólti ella øðrum, vil eg kortini loyva mær at »avreagera« við einum les- arabrævi, nú eg júst havi sæð ein hondbóltsdyst, sum eftir míni meting var so vánaliga demdur, at úrslitið bleiv órættvíst. Dvsturin bleiv leiktur á Skála 25. nov. millum StÍF og KÍF, 1. deild menn. og dómararnir vóru úr NSÍ. Tey, ið fylgdu við í hondbólti vita, at StIF og KIF eru rættiliga jøvn lið, so spenningurin var stórur og einki úrslit var givið Men ikki var nógv liðið av dystinum, áðrenn tað sást at dómararnir demdu kollfirðingar strangari, enn stranding- ar. Sum dysturin leið tóktist tað sum um koll firðingarnir ikki tordu at spæla, sum teir áttu at lt gjørt, ti at alt, sum teir gjørdu, bleiv dømt strand ingum til frama Eg vil ikki taka åvis dømi fram, men em og hver, ið så dystin, kann nevna fleiri demi. Gongdini annars átti eg at greitt frá her, tí at eing- in ítróttaskrivari var og hugdi, men tað verður nakað langrekið. Tó kann eg siga, at KÍF fordi allan dystin, eina letu við 4 mál- um, til 5. min. vóru eftir. Tá komu strandingar upp á javnt og endaði dysturin 22—17 til StÍF eftir 12—10 til KÍF í hálvleik- inum. Mær er komið fyri oyr- uni, at dystir í 1. deild skulu dømast av dómarum úr feløgum, sum hava lið í 1. deild. Eg veit ikki, um hetta er rætt, men kanska onkur kann siga mær tað, gjarna í blødunum. Um so er, er hetta aðru ferð, at KIF, 1. deild menn, er órættvíst við- farið. Fyrru ferð var, tá teir fyrr í heyst leiktu ímóti TB á Tveroyri. Eg rokni við, at 1. deildardómarar vóru settir til tann dystin men tá hann byrjaði, stóðu VB-arar sum dómar- ar í vellinum. Møguliga vóru teir sett ir av dómaradeild HSF, men eg meti at teir av- gjert ikki eru førir fyri at dema tílíkar dystir. Dyst- urin bleiv óvanliga hart og ljótt leiktur, og tí syrgdu TB-ararnir fyri við væl- signilsi frá dómarunum. dómarunum Sum væntað, vann TB dystin, og heldur ikki ta ferðina var nakar ítrótta- skrivari á staðnum, so hann i blødunum kundi greitt Føroya fólki frå, hvussu leikur fór Nú havi eg fingið luft, men til seinast vil eg heita á ítróttaskrivararnar hjá Sosialinum, nú tit eru teir einastu, at meta upp til dystirnar, so at tað ikki bara sær út sum, at tað eru åvisir »hysteriksir« á- skodarar, id ikki duga at skilja ilt frá góðum Óluva N. Djurhuus B36 valt nýggjar nevndir Í farna mánaði hevði fótbóltsfelagið B36 í Havn aðalfund, har m.a. nýggjar nevndir vóru valdar. Í starvsnevnd felag- sins eru nú: Jan Hard- lei, formaður, Oddmar Fære, skrivari og Per Hansen, kassameist- ari. I fotboltsnevndini sita: Ingmar Guttesen, formadur, HuginSam- uelsen, Hans Debes og Malan Mohr. Ungdómsnevndin hevur hesar nevndar- limir: Annfinn Daniel- sen, formaður, Jákup Thomsen, næstformað- ur, Marjun Christian- sen, Álvur Danielsen og Hjalmar Guttesen. B36 hevur eisini eitt áhugafelag, sum hevur til endamáls at skapa áhuga fyri teimum yngru deildunum og at savna pening til at styðja tær yngru deild- irnar. Í nevndini fyri Ahugafelagid hjá B36 sita nú: Viggo i Storu- Nr. 143 — 4. desember 1984 Bochum vann smådreingjadeildina. Bochum hevdi hesa manning: Leif Hov- gaard, Jens Chr. Hansen, Jónleif Frederiksen og Øssur Hansen. stovu, formadur, Olav- ur E. Olsen, kassa- meistari, Annfinn Dan- ielsen, skrivari, Ruben Andrésen, næstfor- maður, Kaj S. Kalls- berg, Jan Hardlei, Heðin Samuelsen og Andreas Joensen. —“ Orsakað av plásstroti lógu ein mynd frá HB- kappingini og ein mynd frá flogbóltskappingini eftir frá blaðnum síðsta týsdag og prenta vit tær í dag í staðin. Framhald av síðu 9 Menn byrjunarbólkur +93ke: 1. Marius Klein — KJF Menn byrjunarbólkur opin: 1. Markus Klein — KJF 2. Regin Joensen — HJF Menn meistarabólkru — 63 kg: 1. Hans Jákup Ferjå — SJF Menn meistarabólkur — 80 kg: 1. Johannes Johannesen — SJF 2. Jákup Poulsen — HJF BG - Menn meistarabólkur opin: á | há ; á - 1. Birgir Christiansen — KJF SS = — 2. Johannes Johannesen — SJF HFS Eysturoy vann kappingina í 3. deild. 3. Mikkjal Hansen — SJF