Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. desember 1984síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 144 — 6. desember 1984 tíðindablaðið Tann nývalda Lisbeth Petersen: — Vit tosa við allar partar Tað var beinanvegin greitt, at sambandsveljar- arnir í Havn vildu hava Lisbeth Petersen at um- boða flokkin í býráðnum fýra tey næstu árini. men eisini í aðrar mátar eru boð eftir Lisbeth. Longu valnåttina settu umboð fyri aðrar flokkar seg í samband við hana at tosa um samgongu. — Einki er avgjert enn, segði Lisbeth á middegi í gjár. — Vit hava bara prátað, og áðrenn eg kann siga nakað, má eg vita, hvat flokkarnir hava at bjóða. Men eg havi treytað mær, at Petur F. Christiansen, sum eg avloysi í býráðn- um, verður við í samráð- ingunum, tí hann hevur royndirnar. Men eg skal eisini verða við. Lisbeth nevnir ikki nakran flokk, sum hon ikki vil fara í samgongu við. — — Í býráðspolitikki ræð- ur um at kunna samar- beiða. Tað er líka nógv ein spurningur um person- ar, um menniskjaligar eginleikar, sigur hon. Eitt framstig Lisbeth sigur, at hon ikki hevði væntað at verða vald. Sjálvt um hon áður hevur verið uppstillað, vóru tey øll nýggj á listan- um. Men hon er fegin um at verða komin í býráðið. Og hon er eisini fegin um, at tær eftir ellum at dema verða tvær kvinnur í bý- ráðnum. — Tað er eitt stórt fram- stig, at kvinnur vórðu valdar á teimum politisku listunum. Eg havi einki ímóti kvinnulistanum, Kristianna Rein fyri Tjóðveldisflokkin: Eingin hevur tosað við okkum enn — Ikki hevði eg væntað at komið inn. Eg hevði held- ur ikki væntað, at Tjóð- veldisflokkurin fór at missa annað umboðið í bý- ráðnum,sigur Kristianna Rein, býráðslimurin hjá Tjóðveldisflokkurin i Havn. Hvør orsøkin er, dugir hon ikki at siga. Men likt kundi verið til, at Fólka- flokkurin sum fór so nógv fram er farin við atkveð- unum. Og so kvinnulistin. Kristianna torir ikki at spáða um samgongu- meguleikar. Í gjár hevði hon ikki tosað við nakran flokk, eingin hevði ringt til hennara. Hon heldur tað vera neyðugt at tosa við hinar flokkarnar og fáa ell sjónarmiðini legd fram, áðrenn hon sigur nakað. Harafturat er tað tor- ført hjá henni at taka nakra steðu, so leingi sum fínteljingin ikki er av. Bara ein atkveða er á muni millum hana og Zakarias Vang, og tí kann steðan lætt broytast. — Eg eri annars fegin um, at aðrar kvinnur eru komnar inn. Tað hevur stóran týdning, tí hóast alt eru nógv mál, sum kvinnur kunnu tosa saman um uttan mun til politiskan lit, sigur Krist- ianna Rein. rj men tað er gott, at tað nú ber til at fáa kvinnur vald- ar á teimum vanligu list- unum, sigur Lisbeth. Arbeiðið verður kortini ikki heilt lætt, heldur hon. Sum flokkur hevði Sam- bandsflokkurin ikki nakað gott val, av tí at bara eitt umboð kom inn. Tí hevur hon eisini brúk fyri studuli frá hinum í flokkinum, sigur hon. Seinnapartin i gjár skuldi hon aftur at tosa vid aðrar politiskar flokkar í býráðnum. Men tað skuldi eisini bara vera at tosa. rj Tad nógva fólkið fór at velja eftir arbeiðstíð. Vanligt nógv fólk uttanfyri og bíðaði eftir at sleppa framat Tað var um reppið, at Petur í Gong ikki varð valdur í býráðið hesu ferð. Tað eydnadist kortini ! Innsavningin er byrjað Innsavningin til frama fyri kolanåmsarbeidarar- nar í Bretlandi er nú byrj- að. Tað var Feroya Arbeið- arafelag, sum tók stig til at savna pengar inn. Skrivað varð til lokalfeløg- ini og til onnur feleg, og fleiri teirra taka undir við tiltakinum. Eitt felag hevur longu samtykt at lata 10.000 krónur, og onnur fyrireika tiltek, sum kunnu geva pengar. Fútin hevur givið loyvi til innsavningina. Eisini einstaklingar eru hugaðir at geva námsar- beiðarunum eina gávu, sigur Feroya Arbeiðara- felag. Og tey, ið vilja stuðla, kunnu seta pengar- nar á konto nr. 4955740 í Feroya Sparikassa. rj er, at valhelini lata aftur klokkar átta um kveldið, men tá stóð