Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. desember 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Í | tíðindablaðið Útgevari: P/f Sosialurin Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Bladfélk: Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Javnaðar- flokkurin helt støðuna bæði í Havn og í Klaksvík HÓAST FÓLKAFLOKKURIN var tann størsti sigursharrin til by- ráðsvalið í Havn og helst eisini í Klaksvík, so helt Javnaðarflokk- urin støðuna á báðum hesum plássum. Í HAVN fekk Javnaðarflokkurin tveir býráðslimir, sum er sama tal sum í undanfarna byråd. Flokkur- in hevði eina framgongd í atkvød- um uppå umleid 200, til ialt 1066 atkvødur. Leivur Johannesen var aftur hesa ferð valdur við flest persónligum atkvødum. Honum næstur var Tórfinn Smith, meðan Jákup Sune Jacobsen, sum í nógv ár hevur tænt flokkinum í býráðnum, mátti siga farvæl til komandi fýra ár. Í KLAKSVÍK stillaði Vilhelm Jo- hannesen ikki uppaftur. Javnað- arflokkurin fekk kortini sínar tveir mans innaftur í býráðið. Nýggja andlitið har er Óli Heinesen, með- an Christian Olsen varð aftur- valdur. FOLKAFLOKKURIN i Havn gjørd- ist størsti flokkur vid meira enn 2000 atkvødum. Hann fekk til- samans fimm mans og restar honum nu bert tveir mans i at skipa eina samgongu i Térshavn- ar Byråd. Poul Michelsen, borgar- stjóri, fekk nógv flestar persón- ligar atkvødur og hevur hann sagt seg vilja standa fyri eini nýggjari samgongu millum Fólkaflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Sambands- flokkin. Teir hava íalt 7 mans av teimum 13 NU ER SO SPURNINGURIN, un nakar meguleiki er at skipa eina tíðindablaðið Argjavegur 26, 3800 Argir. Postsmoga 76, 3806 Tórshavn. Telefon 118 20. oddagrein aðra samgongu enn hesa um- røddu. Her tykist mangt benda á, at sambandsumboðið er tungan á vektskálini. Sigur tað nei til at fara í samgongu við Fólkaflokkin og Sjálvstýrisflokkin, so stendur hin møguleikin opin at skipa sam- gongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin, Uttanflokka- listan og Sambandsfiokkin. HER VERÐUR TAÐ so helst aftur sambandsumboðið, sum fer at vera tungan á vektskálini, tí lítið er at ivast í, at hinir flokkarnir ynskja at koma í eina samgongu, har Fólkaflokkurin verður hildin uttanfyri. VIT MUGU Í HVUSSU so er gera okkum greitt, at ein samgonga, har Fólkaflokkurin fer at hava nærum alt valdið i høvudsstadn- um í enn fýra ár, verður sera óheppin fyri áhugamálini hjá tí stóra veljaraskara, sum hevur valt annan flokk enn Fólkaflokk- in. Skulu vit vera vitni til fleiri privatiseringar, til sosialar niður- skurðir og aðrar skerjingar, ið fyrst raka tey minni mentu, so verður lítið liviligt hjá teirr stóru fjøld av fólki, i ikki hevur valt fólkafloksumboð inn í Tórshavn- ar Býráð. TAÐ EIGUR TÍ at verða roynt at skipa eina samgongu, har Fólka- flokkurin ikki sleppur at skalta og valta við borgarunum, sum hon- um lystir. Vit vita alt ov væl, hvat tað vil siga at geva fólkafloks monnum ov stórt vald. Tá fara tað so menniskju. ið fara at merkja svið sanniliga at vera nógv KO Tað eru nú 15 ár síðani V4-spælid hjá útvarpinum byrjaði, og eftir hvat skilst, hevur hetta spæl verið við til at figgja ein stóran part av nýggju út- varpshúsunum. Tað má tí sigast, at peningurin er farin til eitt gott endamál. Hetta seinasta hálva ár- ið er stoðan broytt, við tað at ítróttarveddingin er farin at virka, og ell vita vit. at tað hevur verið rættiliga torført at fingið gongd á hetta spæl. Nógv bendir á, at ikki er pláss fyri báðum spelunum, við tað at undirtøkan er lut- falsliga litil i veddingini. Spælararnir velja helst V4-spælið >av gomlum vana«. Eg veit væl at útvarpið var fyrst við sínum spæli, men hetta eigur tó ikki at geva teimum óavmarkað- an rætt á spæliøkinum — serliga tá hugsað verður um. at V4 kappast við hitt meira »sosiala« tiltakið, sum ítrótturin er. Tað må sigast at vera 0- dåmligt, tá farið verður at Nr. 144 — 6. desember 1984 kappast við ítróttin um pening, tí øll vita vit hvenn týdning hann hevur í samfelagnum, og hvat tað kostar at reka hann. Hetta sæst best av teimum vaksandi eyka- vinningunum, og at V4 ikki longur hevur summ- arsteðg. Tað frættist herfyri, at ÍSF ongan stuðul fór at fáa frá Dansk Tipstjene- ste, nú vit hava fingið okkara egnu ítróttarvedd- ing, so tað má ikki henda, at útvarpið forðar fyri inn- tøkukeldunum hjá ítrótti- num. Nidurstødan má ti verda, at V4-loyvid ikki eigur at verða endur- nýggjað, tá núverandi loyvi rennur út. Við ítróttarkveðu Ítróttarmaður Óli er góður! Vit eru mong konservativ, ið av fullum huga vilja bera fram tekk til tín per- sónliga, Oli Breckmann, tí tú rekir starvið sum okk- ara stavnamaður betri, enn nakar annar er ferur fyri. Tú torir at tala okk- ara sek hóast allan tann 6- grundaða og harða ágang- in vinstrumegin frá, og tú ert eisini tann rætti um- " bodsmadurin hjá okkum borgarligu å danatingi. Tú ert tann einasti, ið dugir at gera øll tey reyðu og vingliskeltarnar til lát- urs, og tú hevur hjarta hjá okkara himmalsku kapit- alismu. Vit USA-vinar- ligu, ið hava okkara trygg- leika í moralinum, trad- itiønunum, — video-tolun- um, blæstriborgunumi, reklamunum og dollar- grinunum, eru longu frelst frá ólevnaði, javnaði, neyð og elendigheit, ófólkalig- heit og óregluligum lívi. Vit eiga at hava allar av- víkjararnar undir harðari hond, tað loysir seg best fyri okkum, púra rætt ! Halt endiliga á við at rósa vísmanninum Regan, Pinochet, Franz-Josef Strauss, Poul Schlúter, Margareth Thatcher og CIA. Og halt á við at svína til okkara mótsteðu- fólk, tey reyðu, droymar- arnir, hash-roykjararnir, Perlu-trellini, hopphøvd- ini og bumsarnir. Vit hata tey, tí tey niðurbróta okk- ara himmalska pengasam- felag. Tú hevur av rettum hjartað hjá kapitalismuni, tað vita vit, hóast nøkur sokallað moderat fólk siga tað, at tú demir tey vinstrahallu ov hart. Tað passar ikki! Halt á við tíni frilyntu skriving, gev teimum krút, hong tey ut, tey eðrvísihugsandi og ófrelstu Marx-beistini. Tey skulu bara makka rætt og halda seg til okk- ara lógir. Stóra tekk fyri, Óli, at tú torir at vísa okkara sanna andlit, og tú klæðir teg eisini júst sum tað semir seg einum konserv- ativum, við klædningi, sloyfu og so sjálvandi eis- ini sigar. Tú ert okkara maður, Óli. Borgarligur kapitalist A AA AA AA [AA AA AA AAA AAA AA ff AA AA AA AA AA AA AAA Af Framhald av sidu 2 Gulllaksur Nógv er til av gulllaksi á sumri og ut å heystid, ser- liga vestan av Føroya Banka og norður av Bill Bayly's banka. Hesin fiskur verður ikki fiskaður av feroyingum, men norðmenn fiska nógv- an gulllaks. Um hesin fisk- ur verður tilvirkaður um- borð á einum verksmiðju- lars troiara, fæst ein prisur fyri farsið, sum liggur millum 12 og 15 kr./kg 5 um, fæst ein rættiliga góð- ur prísur. Ætla ikki at taka frá flakavirkjunum Havi áður víst á, at vit við at tilvirka hesi fiskaslog úti á fiskifeltinum, ekja útflutningsvirðið mun- andi — hetta uttan krevja nakran studning úr lands- kassanum — og uttan at taka arbeiði frá flakavirkj- unum. Tí meti eg, at nýggja landsstýrið, hvat tað so verður, eigur at geva teim- um monnum, sum vilja royna nýggjar leiðir uttan studning frá tí almenna, meguleikar til tess. Mortan Johannesen Gullbrúdleyp