Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 8. desember 1984síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Útgevari: P/f Sosialurin Abyrgdarbladstjøri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfóik: Høgni Djurhuus og Randi Jacobsen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Nei til kjarnorku- vápn HEIMSINS stórveldi USA og Sov- jetsamveldið eru albrynjað til kriggj, sum kann forkoma øllum livandi í okkara gongustjørnu. Hvert sekund á samdegrinum all- ar ársins dagar standa hermenn tilbúnir at trýsta á knøttarnar, sum stýra teimum ómetaligu stóru kjarnorkukreftunum. ROYNT hevur verið at stegða hesi vónleysu herdubbing — utt- an úrslit Meðan milliónir av heimsins íbúgvum, tey flestu børn, svelta og doyggja av sjúku, gerast vápnaframleiðararnir ríkari og ríkari, og sum frálíður, fáa fleiri og fleiri lond hendur á kjarnorku- vápnum. Tað gkir um vandan fyri, at alt samalt her á jørð endar í ein- um sonnum ruðuleika. NÚ HAVA SO fjølmidlarnir borið okkum tey góðu tíðindi, at amer- ikanarar og russar aftur ætla sær at hittast við samráðingarborðið til tess at royna at steðga hesum dubbingarørskapi. HOAST VIT so mangan mugu å- sanna, at tað eru teir stóru og tey ríku, sum avgera lagnu okkara, so eiga vit — einstaklingar og felags- skapir — ongantíð at fella í fátt og lata ábyrgdina frá okkum til aðr- ar. Vit eru øll í sama báti. Høvuds- uppgáva okkara er at tryggja eftirkomarum okkara eina jørð, har livilíkindi eru. VÅPNADUBBINGIN og ósemjan millum stórveldini hevur skapt gróðrarbotn fyri eini fridarrørslu, sum eisini hevur fest røtur í Før- oyum. Vit eru fá og smá — tjóðir sum Føroyar, Ísland og Grønland — men vit kunnu og eiga at stíga fram og krevja av grannum okk- ara, stórveldunum, at tey gera sær greitt, hvussu høpisleys vápnadubbingin er, og hvussu ræðuligar fylgjur eitt kjarnorku- krigg fer at hava fyri alla manna- „ættina. TAÐ ERU TEY, sum halda, at vit eru so fá og smá, at vit skulu bert tiga. Tað eru tey, sum halda, at vit eiga at stuðla øðrum partinum og taka fult undir við vápnadubbing- tíðindablaðið Argjavegur 26. 3800 Argir. Postsmoga 76, 3800 Tórshavn. Telefon 118 20. ini, ti hon skal vera einasta verja. NEI! Vit skulu hvørki tiga ella stuðla nøkrum av pørtunum. Vit skulu harafturímóti standa saman og krevja frið. FØROYA LØGTING hevur vist, at tad kann standa saman og krevja frið. Samtyktin um at gera Før- oyar til eitt kjarnorkufrítt øki er ein friðarinnar stórsigur. TAÐ KOM TÍ dátt við at hoyra, at íslendingar fara at loyva amerik- anarum at seta upp fleiri herstød- ir. Eisini frættist, at amerikanski forsetin hevur givið hermonnum sínum loyvi til at goyma kjarn- orkuvápn í Íslandi í eini krigs- støðu. Lat okkum bert vóna, at ís- lendska fridarrørslan ger alt fyri at steðga hesum ætlanum. ONKUR VIL nú siga, at vit føroy- ingar eiga fyrst at sópa fyri egn- um durum, tí í Føroyum skal eisini »okkurt« gerast Ovastin í Mjørkadali hevur sagt, at útgerð- in å Sornfelli er vordin avoldad og skal skiftast ut. Hetta kann tulk- ast uppá nógvar mátar. Ein tulk- ingarháttur er, at Sornfelli skal út- byggjast til betur at kunna stuðla amerikonskum og NATO-her- eindum í einum stórbardaga. VIT YNSKJA ongan stórbardaga. Vit ynskja heldur ikki at vera katalysator fyri einum stórbar- daga. Vit ynskja ikki, at støðin á Sornfelli verður nåtimansgjørd til ein komandi stjórnubardaga. VIT KREVJA tí at fáa at vita, hvørja uppgávu støðin á Sornfelli í veruleikanum hevur. Síðani krevja vit hana burturbeinda. SO SPAKULIGA raknar við var- hugin í okkum føroyingum eisini, at vit í veruleikanum eru eins lítið vitandi um stødirnar á Sornfelli, sum íslendingar vóru vitandi um, at amerikanski forsetin skal hava givið hermonnum sínum loyvi til at goyma kjarnorkuvápn í Íslandi, heilt ímóti øllum avtalum. TAÐ SKAL tí vera ynski okkara, at fridarrørslan fær enn størri undirtøku, og at hon í komandi ári fer uppaftur meira virkin til verka — ímóti våpnadubbingini og fyri friðinum. jamú Nr. 145 — 8. desember 1984 Postverkið fyri seinastu ferð Tað var sera áhugavert at lesa greinina, Mortan Rasmussen hevði í Sosial- inum næstseinasta leygar- dag. Her letur hann okk- um vita, hvussu tað almenna ber seg at, tá talan er um grundeki til almennan stovn. At tað privata skal valda, meðan tað almenna skal gjalda, er góður fólkaflokspoli- tikkur, men nú má skjótt verða ovboðið fyri okkum skattgjaldarar. Vit verða á henda hátt kúgað til at figgja privatar fyritøkur, i vit als ongan åhuga hava fyri, ella beinleidis eru ímóti at stuðla, og hetta kann ikki nóg harð- liga átalast. Tað var mær tó ikki sert vónbrot, at Mortan, istadin fyri at svara brævi mínum, brúkar tað til utt- anumtos í hesi annars frálíku grein, tí annað var Tær nýtist ikki at siga mær, at Postverkið, eins og aðrar fyritøkur, ið skulu selja eina veru, má seta selufremjandi tiltek í verk, tí somikið kenni eg kortini til handil. Tað var heldur ikki tað, eg átalaði. Eg átalaði, at Postverkið letur seg nýta sum re- klamu fyri SMS. Post- verkið hevur einkarrætt upp á postflutning, frí- merkjasølu v.m., og so- statt vóru vit ell við til at fíggja hetta tiltak fyri Postverk Feroya/SMS. Hesin veruleiki kann ikki reingjast. Meðan allar dyr stóðu opnar í SMS, hevði Post- verkið stóra framsýning á torginum har. Í Útvarp- inum var ein lýsing fyri og onnur eftir við orðunum „uppi í SMS<. Teir vóru tó so frægir, at teir seinri bert segdu postkassin og ikki SMS. Ødrvisi var við Sjón- varpinum, sum eins og Útvarpið ikki hevur loyvi til at føra handilsliga reklamu. Ein fekk næstan ta fatan, at Sakaris Hammer var settur selu- stjóri innan reklamuidn- aðin fyri bern. Í hverji barnaletu, og annars tá ið høvi beyðst, gjørdi hann sera nógv burturúr at greiða frá, hvussu stutt- ligt, lærurikt og åhuga- vert tað var at fara niðan í SMS. Við hvert var hann í studiinum, men helst vildi hann vera uppi í SMS við myndatólinum, meðan hann greiddi frá. Eitt er vist: Bernini fingu at vita, at tað var í SMS, tey hoyrdu til, tí har lærdu tey nakað, og bern eru nom. Sigast kann um hesa vikuna, at her varð eitt handilsnavn marknaðar- fort og tað við lít, og sig- ast kann eisini, at her var talan um eina sera illoyala gerð ímóti restini av teim føroysku handlunum. Álvara tos, Mortan, hver fekk tann stersta vinningin av framsýning- ini, Postverkið ella SMS? Hvat við at latið okkum sæð selukurvarnar hjá SMS krambúðunum hesa vikuna? Í staðin fyri at koma við uttanumtosi eigur leiðsla Postverksins at viðganga, at talan hevur verið um tankaloysi við lít, og annars minnast til, at í framtíðini eiga allar slíkar framsýningar at fara fram i handilsliga óheftum høl- um. Vit eru hóast alt mong, sum sjálvi vilja av- gera, hverjar handils- felagsskapir og hverjar handlar, vit vilja stuðla. Sigrid Dalsgaard Jóannes Dalsgaard — nú eru boð eftir tær Føroya náttúra spyr, fjøld av Feroya fólki spyr og sjálvur gangi eg við bangnum hjarta. Jóannes Dalsgaard, í verandi landsstýrissam- - ráðingum ert tú seytjandi maðurin. Stendur tú við tað, ið tú so væl skrivaði tætt undan legtingsval- inum, so skuldi vón verið fyri einari heiðurligari loysn náttúruni viðvíkj- andi í eini útbyggjan av vatnorku í Føroyum. Hetta merkir at í hvussu so er so skuldi Eið- isvatn og Fjallavatn ikki týnast, men verða varð- veitt fólkinum til fragd og tjóðini til prýðis. men — og við bivan, aft- ur men: „Jóannes Dals- gaard, skalt tú nú, í evstu lotu, hoykna undir sam- bands- og sjålvstyris- flokkinum og harvið loyva eini so miskunnarleysari skamfering av landinum Landssjúkrahúsið 3800 Tórshavn Sekt verður eftir avloysara fyri sjúkrasystur í barnsburðarfarloyvi at arbeiða fulla tíð á intensivari deild B 8 frá 1. januar 1985. Umsókn verður at senda til fyri- stødukvinnuna, 3800 Tórshavn. Landssjúkrahúsið, — hetta liggur alt í tínum hondum. <? ?? Vit eygleiða og bíða í bivan — alt hetta stendur ella fellur í tí um persónur- in Jóannes Dalsgaard úr Havn sigur orðið ja ella hann sigur orðið nei. Segan veit longu nú hvat ið ein maður, komin í eina tílíka steðu, eigur at gera. Jógvan í Leðuni FERÐSLUTRYGD er at fara yvirum grenum ljósi