Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-11, síða 1
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. desember 1984síða 1

allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 146 * týsdagur 11. desember 1984 frælsi javnaður breðralag 57. árg. %* kr. 5,- Tingið viðger vatnorkuútbyggingina hjá SEV í dag Ráðgevar SEV's í Danmark siga nei til norðmenn at geva tilboð uppa turbinur þv; Æ * Frálík jola- konsert i Vestur- kirkjuni Baksidan Tað gongur skjótt vid arbeidinum uppá vegin til ætlaðu kraftstødina hjá SEV nærhendis Eiði. Myndamaður Sosial- sins tók hesa myndina seinnapartin mánadagin Norska fyritøkan KVÆRNER BRUG, sum er kend fyri sinar turbinur i samband vid m. a. vatn- orkuverk, sleppur ikki at bjóða uppá tær fyrstu turbinurnar, ið SEV skal seta upp nærhendis Eiði. Hetta hevur Sosialurin frætt frá álítandi keldum. Tað hevur tó ikki eydnast okkum at fáa hesi tíðindi váttað hverki hjá SEV, har stjórin ikki var at hitta, ella hjá norsku fyri- tekuni ella hjá ráðgev- unum hjá SEV í hesum sambandi, P. A. Petersen í Danmark. Har var fólkið farið til hús. Vit hava tó frætt, at til- boðstilfarið uppá tær fyrstu turbinurnar er farið út, men at norska fyritøk- an Kværner Brug ikki sleppur upp í part. Umboð fyri norsku fyritekuna skulu hava spurt hjá P. A. Petersen, hvussu tað ber til, at so roynd og stór fyriteka sum teirra, ikki sleppur upp í part. Svarið til hetta skal hava verið, at norska fyritøkan er ikki kvalifiserað. Vit vita, at vatnorku- útbygging SEV's verður gjørd av donskum felag, Højgaard & Schultz, og at hetta stórarbeiði verður gjert uppá rokning. Nú til- boðstilfar = verður sent uppá tær fyrstu turbinur- nar kemur í ljósmála, at ein annars royndur og kendur norskur turbinu- framleiðari sum Kværner Brug sleppur ikki uppí part at bjóða. Um turbinurnar sostatt longu eru keyptar, áðrenn tilboðstilfarið verður sent út, kunnu vit tí bert koma við gitingum um. Annars skal tingið í dag viðgera vatnorkuútbygg- ingina hjá SEV. Eitt upp- skot er lagt fyri tingiðp har heitt verður á SEV um at steðga útbyggingini fyribils í 3 mánaðir, meðan hon verður kannað nærri. Viðgerðin byrjar í dag kl 14. jan Á tíggjunda mánaði Á tíggjunda mánaði, kammeratar ganga tit á odda hjá europeisku arbeiðarastættini Á tíggjunda mánaði eru tit hunddálkaðir av vesturlendskum frísinni bardir av tess logreglu spottaðir av borgarum sum dagliga leppa sín temunn við grúgvueldin Men framvegis standa tit á varðhaldi Treiskir, sum grótborar í hellustein Trúfastir, sum tímaslagið í Big Ben Tykkara børn fara í skúla við stættarstríðnum brennimerkt í smáum stoltum hjortum Køliskåpid er tómligt radiatorarnir kølnadir men ein nýggjur vakurleiki lýsir í eygunum á tykkara kvinnum Hóast Atlantshavið floðir millum okkara lond eru eisini vit errin av tykkara bardaga fyri timalønini av dreyminum um rættvísið sum breiðist í djúpu kolanámunum. Kanska rokka hesar krónur sendar frá vinfólki úr Føroyum til ein løgg av sterkum, eina góða måltid á jólum. Men tit vita, kammeratar samfelagið sum pyntar síni fúnaðu jolatrød glaðliga sá tykkum negldar uppá krossin. Í oldir hevur sveittin likið undan tykkara nakkum og hvort kolapetti tit glógvandi svart drógu upp úr jorðini logar í dag í hjartanum á europeisku arbeiðarastættini. Jóanes Nielsen