Sosialurinarkiv
Sosialurin 1984-12-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. desember 1984síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — tvamái? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara. Vit eru til reiðar! Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Arsins konsert var í Vesturkirkjuni Jólakonsertin í Vestur- kirkjuni sunnudagin bar prógv um, at Musikkskúl- in longu hevur givið úrslit, sigur Olavur Hátún. Á konsertini var hornork- estrið GHM, sum hevur heilt nógvar ungar tón- leikarar, gentur og dreing- ir. Fleiri teirra eru træ- blásarar, og tað er nýtt. Tað er eisini komið GHM væl við at hava fingið Kára Bæk fast at stjórna. Annars gekk konsertin væl í allar mátar. Hon vardi hálvan annan tíma. men tað var kortini ikki ov leingi, hóast eingin steðg- ur var. Pauli í Sandagerði kom við nýggjum logum, sum hann sjálvur hevur gjørt, og gentukór hans- ara verður betri og betri, sigur Ólavur Hátún. Rasmus Rasmussen spældi trompet, og hann hevur ongantíð spælt bet- ur, og Heri Eysturlíð vísti, hvussu gávuríkur organ- istur hann er. Havnar Hornorkestur telist millum tey bestu hornorkestrini i Føroyum. Har vóru tvey ung, sum spældu solo, Anita Ellend- ersen cornet og Ronny Resvik trompet. Havnarkórið hevur nógvar góðar reddir, men mansreddirnar eru ov fáar. Hevði kórið havt lika góðar mansreddir, sum tað hevur kvinnureddir, hevdu vit havt eitt gott kór, sigur Ólavur Hátún. Strúkarafylgispælið leiddi Viggo Dahl Christ- iansen, sum sjálvur hevur undirvíst bernum í violin- spæli á Venjingarskúlan- um. Á konsertini spældi hann saman við tveimum av sínum egnu næm- ingum. Tað var stuttligt at hoyra. Ólavur nevnir eisini Monicu Stauss úr Schweits, sum undirvísir í violinspæli í Eysturoynni. Tað kann væntast at mus- ikklívið fer at blóma har av hennara ávum. Okkurt var kortini at finnast at. Tað er sjálv- andi gott, at sjónvarpið kemur til tílík tiltøk, men tað nógva ljósið, sum teir komu við, oyðilegði letu- stemningin fyri ein part, heldur Ólavur. Og eitt aftrat, ið altíð vantar. Tað hevði ikki verið verri, um kirkjan var eitt sindur pyntað til hesa árligu stóru konsert rj Havnarkórið stjórnað av Ólavi Hátún Heri Eysturlíð — ein ungur organistur Rasmus Rasmussen spældi solo á trompet Tveir nýggir mans í Vågs býráði — Eg setti meg í samband við Tjóðveldisflokkin og mælti til at teir taka stig til samgongu. Tað hevði verið mest rímiligt, av tí at tað er stersti flokkur, sigur Andreas Petur Jac- obsen, sum er býráðsfor- maður og umboðar Javn- aðarflokkin í Vágs býráði. Hann væntar eina sam- gongu millum Tjóðveldis- flokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. — Men eg útiloki tó ongan, sigur hann. Í tí komandi býráðnum í Vági verða tveir mans, sum ikki hava verið í bý- ráðnum áður, Brynjálvur Dahl fyri Sambandsflokk- in og Jacob Jacobsen fyri Borgaralistan. Javnaðarflokkurin fór aftur í Vági, og úrslitið varð, at flokkurin misti annað umboðið, Elsebeth Nielsen, einasta kvinna, sum var í býráðnum. Hevði flokkurin fingið ein- ar 10 atkveður aftrat, var hon komin inn aftur. rj Framhald av sidu 15 leggur dent å at menna lik- amið, á hernaðarligan dugnaskap og vitan. Vit fylgja tveimum teimum bestu næmingunum. Nýtt sjálvsálit Allastaðni í USA vísir tað seg, at nógv fólk eru errin av at vera amerikanarar, tey eru errin av aftur at kunna kenna seg sum „verji av ti fria heimin- um“. ÚTSTOYT Esmar Simonsen 3813 Fuglafjørdur Fýra tey seinastu árini er nógv gjert fyri at fáa fólk at gloyma Vietnam- kríggið og tað, ið hendi í Iran. Í 60-árunum strídd- ist tað unga ættarliðið ímóti Richard Nixon, for- seta. Nú ganga tey á uni- versitetunum, lesa og stuðla forsetanum Ronald Reagan. Alt hetta er úrslit av politikkinum hjá Ronald Reagan sum forseta. Fleiri politikarar siga í sending- ini, at USA er tað sterka landið, og at Europa hevur mist sín týdning.