hósdagur 13. desember 1984síða 9
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tann ókendi
syndarin
Soleiðis ætlaði ein ókendur foroyingur
sær at skrifta fyri hinum alfaðirliga í Róm
við tí hvíta heilaga kollinum
— Hvat er galið við mær, fyri tað
um eg havi dripið, logið, stolið og horast alt mítt lív,
tá eg ikki havi fingið loyvi til tað,
at tikið ábyrgdina sjálvur av tí?
Onnur tóku ábyrgdina av míni uppaling og uppvekstri
— ella kanska tillaging —
og noyddu meg at gera sum tey segdu vera rætt.
Tey sendu meg so í skúla,
har eg heldur ikki slapp at taka avgerðir,
ið hevdu nakað at týða,
sum tey kalla tað,
tey, ið tóku avgerðirnar fyri meg.
Vit lærdu, at lærarin "áddi,
at tað, sum í bókini stóð og sum hann segði, var rætt.
Og vit lærdu, at fastar tíðir vóru
fyri uppmeting, tímum, fríkorterum og so frí,
tá ið meginparturin av degnum var farin,
og vit vórðu send til hús.
Eg hataði skúlan, tí eg varð noyddur upp hvenn morgun klokkan 7,
bara fyri at læra nakað,
ið einans viðkom bókunum,
sum eg ikki bríggjaði meg um.
Vit lærdu at lesa og skriva rætt,
og ikki minst, at rokna við telum,
lítlu og stóru tabell,
leggja saman, draga frá, falda og býta.
Seinni lærdu vit at rokna prosent, rentur og vinning,
og at seta í sirkul-skipanir, vinklar og diagonalar, koordinat-system.
Mentað skuldi sjálvandi vera realistiskt,
og tí vísti lærarin okkum á 2-dimensionel demi,
ið kundu setast á pappírið,
og tað ráddi um at hava góðan ordan í.
Vit hoyrdu og lósu segur um lívið
úti í stóru verð,
um kongar, stórmenni, bølmenni og pengamenn,
Nero, Napoleon, Stalin, Churchill, Hitler,
Rockefeller, Roosevelt, Nólsoyar-Páll og Joannes bónda.
Um at arbeiða
og gera okkara skyldur í samfelagnum.
Vit áttu at fáa eina góða útbúgving,
tí so skuldu vit nokk klára okkum
betur enn bumsarnir, tey í u-londunum, tey kriminellu,
tey brekaðu og sosialu tapararnir.
Í kristnitímunum lærdu vit um Gud,
Jesus og næstrakærleika.
Men tað var bara prestur, trúboðarin og tey frelstu,
hverji tey so vóru,
ið vistu nakað at siga um tað.
Og dugdi eg ikki Luthers katekismus og sálmaversið uttanat,
ja so elskaði lærarin meg so høgt,
at hann læt meg sita eftir, knokkroytti,
gav oyrafikur, bresti við linealini
ella enntá tveitti meg út, so segði hann,
'til skræk og advarsel' fyri hinum.
Eg skuldi læra sum ein góður kristin
at seta meg sjálvan lágt,
men skuldi ongantíð fáa høvi til tað,
tí onnur áttu ístaðin at taka sær av tí.
At tey harvið settu seg sjålvi høgt
og demdu sín næsta,
tað skuldi eg ikki blanda meg uppí.
Kundu vit ikki sum Jesus vera frí
til at vera vinir, elska, bara trúgva tí,
líta á hvennannan og liva hareftir?
Nei, tað vóru vit ov ónd til
og eisini ov fín til at spyrja um hví,
eingin hevði tíð.
Tað skuldu foreldrini, løgfrødingernir og maskinurnar nokk klára.
Saman við andspávunum, teimum umvendu, politikarunum, lærarunum,
læknunum og vinnulívsmonnunum, fyri ikki at forgloyma sjónvarpinum
og øllum tí góða og sunna andaliga lesnaðinum,
ja, bara vit hildu okkum til landsins lógir.
Og vit lærdu um okkara frælsi og fólkaræði,
demokrattiið, fría initiativið, sum má styðjast
av friðaðu verndareinglunum, politinum,
og okkum rætthugsandi.
Um grundlógina, sum sigur, at ein og hver,
líkamikið trúgv, politiska áskoðan ella húðalit,
hevur rætt til at hugsa, skriva og tala frítt.
Hetta gjerdi eg nýtslu av,
men tað kostaði dýrt.
Uppreistrarspíri, kúllur, ein, ið brúkar kjaft.
Ikki nóg mikið við tað,
eg varð hóttur, royttur, spottaður, flongdur
og mangan avhólvaður afturfyri.
Og mínir javnlikar segdu, at eg bara gjørdi meg upp.
So eg varð ofta útihýstur frá teimum stóru,
og hin stersti var Otto, tí hann var sjarmerandi,
segdu genturnar. Tí hann rann skjótast,
dugdi best at skemtast falskt, tók avgerðir fyri okkum
og var best umtóktur millum lærararnar.
Hin kongurin, Michael, var tann fittasti og fínasti av okkum ellum,
men reypaði mest, metti best upp í sunnudagsskúla
og dámdi enn betur enn Otto at ráða.
Teir fylgdust næstan altíð,
og tað lá líkasum í luftini,
at teir báðir ikki orkaðu sýnið av hverjum eðrum,
men bara lótust sum um teir vóru bestu vinir.
Teir vórðu altíð spurdir eftir,
tá ið klandur og tá ið veitslur vóru.
— Hvat sigur Otto til tað? varð spurt.
Ella onkur breggjaði sær:
— Eg og Michael vóru inni hjá Kristinu í gjár!
Onkur annar var kanska eitt sindur bersegin:
— Um nú Otto og Michael fóru at berjast,
hverjum hevði tú so hildið við?
— Ongum!
Mær dámdi ikki hesar lótirnar,
at vit máttu krúpa fyri teimum stóru.
Tí legði eg fleiri ferðir upp til ymiskt,
ið gjørdi gjøldur burtur úr teirra atferð,
og eg haldi, at teir hevdu snevulin av, at eg var 'imoti'.
— Ímóti hverjum? kundi eg spurt.
— Øllum! hevði svarið so verið.
Alt var í lagi við okkum.
Eisini tá vit spældu sjónleik
og góðtóku diskriminering av teimum minni mentu,
týning av djórum og plantum,
eyðræning, dálking og eitran av grovasta slag.
Fongsul, sinnissjúkrahús, lygn, hatur, morð,
hernaðardubbing, rúmdarferðir og luxus,
meðan milliónir svelta og líða neyð í dag
einans fyri pengarnar, valdið og heiðurin.
Men eri eg ein sokallað góð menniskja,
vil eg heldur tveita tað heitið av mær,
tí eg tími ikki
at seta meg sjálvan í so krevjandi stødu millum fólk.
Eg skíti heldur á mína fortíð
enn at laga meg eftir, hvat blind og deyv siga um gott og ónt,
og tað einans út frá tí, tey hava sæð meg gjørt
ella hava hoyrt um meg.
Eg leggi onki í tað, tí hvussu skilja tey sín næsta, meg?
Mínar virðismetanir, ætlanir og kenslur,
mína lívssegu, mítt einsemi,
hvat vita tey um tað?
Møletin
Á 8