Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-01-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. januar 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Útgevari: P/t Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Miller Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Hegni Djurhuus Randi Jacobsen Dagny Joensen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: P/f Pressan 1981 Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Útgávudagar: tysdag, hósdag og leygardag Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin CEDF samgonga nú veruleiki JAVNAÐARFLOKKURIN situr nú aftur við landsins leiðslu. Saman við tjóðveldisflokkinum, sjálvstýrisflokkinum og kristiliga fólkaflokkinum hevur javnaðarflokkurin nú skipað nýtt landsstýri. Hesir flokkar skulu stýra landinum komandi fýra árini. oddagrein AFTANÅ rættiliga drúgvar samráðingar funnu hesir flokk- arnir saman. Javnaðarflokkurin eigur sum størsti flokkur løgmann og er hann Atli Dam, sum áður hevur rgkt hetta týdningamikla og ábyrgdarfulla starv. Hin landsstýrismað- urin hjá javnaðarflokkinum er Vilhelm Johannesen. JAVNAÐARFLOKKURIN umsitur målsøkini: fiskivinnu, ídnað, aling og havbúnað, íbúðarmál, lógarmál, sjóvinnu- mál, arbeiðsmarknaðarmál, uttanríkismál og einstøk onnur mál. Hetta er fyrstu ferð, at flokkurin ikki umsitur sosialmál og samstundis fyrstu ferð at flokkurin umsitur fiskivinnu- mál. HETTA merkir, at javnaðarflokkurin nú skal umsita nærum alt okkara vinnulív. Tað er at vóna, at flokkurin her fer at reka ein miðvísan politikk eitt nú við stovnsetan av teirri nógv umrøddu menningarstovuni. Tað er einki loyndarmál, at tær tríggjar vinnurnar: fiskivinnan, ídnaðurin og alingin í stóran mun eru tengdar at hvørjari aðrari. Og júst tað, at ein og sami flokkur nú skal umsita tær allar, ger, at tað verður lættari at gera sær eina mynd av, hvussu framtíðin skal og fer at síggja út á hesum økjum. TAÐ er alneyðugt við eini landsplanlegging, soleiðis høgra hond veit, hvat vinstra ger, og soleiðis at vit sleppa undan at bóta um gjørdar skeivleikar. Her ræður um at brúka eitt nú menningarstovuna til at fremja eina tilrættalegging av okkara framtíðar útbyggingum bæði innan fiskivinnuna, ídnaðin og alingina. TAÐ skal vera okkara vón, at hinir flokkarnir í samgonguni fara at kenna ábyrgd í sínum arbeiði, og hetta ivast vit heldur ikki i, at teir fara at gera. Sum størsti flokkur åliggur tað javnaðarflokkinum at fylgja við og vera við alla tíðina, har nakað hendir. Flokkurin má stuðla og hjálpa hinum flokkunum í arbeiði teirra soleiðis at oll avrekaverk verða fjøldini at gagni. VIT fara at ynskja teimum fýra flokkunum í samgonguni góða eydnu við tí áliti, sum Føroya fólk hevur givið teimum og vóna, at okkurt gott fer at spyrjast burtur úr hesum sam- arbeiðinum. Til andstøduna hava vit bert at siga, at tað er at vóna, at hon fer at vera saklig og opin í tí orðaskifti, sum er so neyðugt og grundleggjandi fyri okkara demokratisku stýrisskipan. Sosialurin uppskot I fjør kom eitt fram í tíðindablaðnum it orðið »telda« kundi nýtast um »Søsialinum« um, í datatól, tað sum á fremm andum málum eitur eitt nú »dator«, »datamat«, og »computer«. Sum eg skilti var hetta orðið bert eitt uppskot, sum demi í einum undirvísingartíma, um hvussu orð kundu smíðast av eðrum orðum. Orðið »telda« kundi so- leiðis leiðast av »at telja«. Hetta kann sýnast rími- ligt, um talan var um „nakað sum telur«. Onnur uppskot kundu verið »telj- ari«, >roknari< ella likn- andi. (Formliga fyrimynd- in fyri »telda« er eitt nú »snælda«). Og formliga er hetta alt i lagi, men tó ikki inni- haldsliga. Datatól eru ikki bert »teljarar«. Datatól útvega nógv ymisk slog av upplýsingum, og sum vísindaliga gongdin er, gerast hesi tól fer fyri at greiða úr hondum fleiri og fleiri verkevni. Og ikki einans at telja. »Telda« kundi kanska verið nýtt um roknimask- inur. Ein vinmaður hevði á munni ein dagin, at orðið minti hann mest um tær »teljiradir« sum børn fáast við í grulvigarðum. At orðið hevur ein alt ov ein- faldan dám fyri eitt há- teknologiskt fyribrigdi sum EDV-maskinur á ymiskum menningarstigi. Mælda Sum sagt, var ikki ætlan fróðskaparmanna at koma við einum liðugtseym- aðum orði. búgvið til almenna nýtslu, men bert at nevna eitt demi um hvussu nýggj orð kunnu Vit hava á fer- stóran smíðast oyskum ein sera tørv fyri nýggjum orðum fyri nýggj fyribrigdi og nýggjar lutir, her serstak- liga navnorð. Vit eru ofta noydd at nýta heilar setn- ingar, har onnur mál hava einstek navnorðf. Nú sær út sum um bæði útvarp og bleð (ókritiskt?) hava yvirtikið hetta orð uttan nóg mikið av tjaki. Mugu vit hava í huga, at tað ikki er nóg mikið at eitt orð »situr væl« á før- oyskum, men tað má eisini innihaldsliga samsvara tí fyribrigdi tað skal ímynda. Orðið »datatol« er eitt orð, sum bæði situr væl á føroyskum og er nóg breitt til at umfata tað sum tólið fæst við. Skulu vit taka við sama logikki sum íslendingar, so kundi eitt annað demi enn »telda« verið »ein sigil«, av ti at talan er um tól, sum »sigur okkum nakað< og ikki bert „telur fyri okkum<. (Samanber á ís- lendskum orðið »hreyfill« fyri »motor«: „hreyfa sig« = »at rera seg“). Annars eru fróðskapar- menn farnir at nýta kven- kynsháttin »ein dåta« um Nr. 5 — 12. januar 1985 fleirtalshåttin latinska »data« lav »datum« jfr »faktum-fakta«) »Data- logi« kemur sostatt at eita »dåtufrødi«, sum skurrar illa í mínum oyrum. Kven- kynsorðið »ein dåta« hevur i hvussu so er onki samband vid eldri før- oyskt, og kundi eins væl itið ein »dåtur« ella veitt dát<. Skulu vit yvirtaka latínsk altjóðaorð, og tað kunnu vit, um tey rigga inn í bendingarskipanir og málnýtslu annars, so er tað verri enn ljótt at geva teim margháttlig kyn og avskepla tey fyri fólki. Her er »datafrødi« hóskiligt eins væl og eitt »datatol«. Tá vit kunnu siga »traktorur« og »tele- fon« kunnu vit eisini siga »data«, i fleirtali. Og tad rokni eg við at tey sum fáast við tólið gera. Hetta skal ikki skiljast sum »grenj« ella andsteða móti orðasmíði, tvertur- ímóti eiga vit at fáa eitt gruktarbetri tjak um hvussu mål okkara kann rikast, so tad gerst eitt fjølbroytt og samstundis nágreiniligt amboð at hugsa, tosa og skriva við. Tí ell hugsan er í leysari luft, kunnu vit ikki festa orð á hana. Men her eiga vit at vera vandin (kritisk) tá vit smíða nýggj orð. múli ——— = ———————————ea""££ Framhald av síðu 3 tað var full semja í ting- bólkinum um, at Adolf Hansen skuldi vera lands- stýrismaður. Tað vóru onnur, sum forðaðu fyri, at tað bleiv hann. Hverjar grundirnar vóru, hevur Adolf Hansen sjálvur nevnt, tað vil eg ikki siga nakað um, sigur Pauli Danielsen. Heimið og familjan Kristiliga Fólkaflokkurin, Framburðs- og Fiski- vinnuflokkurin skal m.a. umsita familju- og trivn- aðarmál í landsstýrinum. — Tað er í samljóð við stevnuskrá okkara og tað. sum vit fóru til val uppá. Harvið meina vit, at fam- iljan er hornasteinurin í samfelagnum. Vit meina at lóggávan má verja heimid. Yvirhevur ganga vit inn fyri smáum eindum — heim, smáar bygdir og desemtralisering, sigur Niels Pauli Danielsen. Og við at verja heimið, hugsar flokkur hansara m.a. um at basa rús- drekkamisnýtsluni. Í Landsstýrinum ætlar hann at virka fyri, at grunnurin til upplýsing Niels um tær fylgjur, sum rús- drekka hevur við sær, fæst at virka, og at minka um rúsdrekkamisnýtsl- una. Eingin ivi er um, at tað er Kristiligi Fólkaflokk- urin, Framburðs- og Fiskivinnuflokkurin, sum er komin við uppskotinum um at hava familjumál við. — Hví ikki hava tað undir almannamálum? — Tað hevur nakað við hvert annað at gera, um vit ganga út frá heim- inum. Men tað eru nógv almannamál, sum einki hav við heimið at gera. — At vit ganga út frá, at heimið er tann minsta eindin, merkir ikki, at vit ikki góðtaka, at summi ikki velja at liva í eini familju. Sjálvandi vilja vit gera tað so gott sum gjørl- igt fyri tey eisini. Tað eru onnur fólk til enn maður, kona og børn. Og måtar- nir, sum fólk velja at búgva, siga vit einki til. Tað mugu tey um. — Hvat er familjumál? — Vit fara at tryggja tervin á dagrøkt og fritid- arheimum. Tað stendur ikki i samgonguskjal- inum. Men eg havi skilt, at hinir flokkarnir ikki eru ímóti ti, sum stendur i stevnuskrå okkara, at mamman, sum er heima og passar síni bern, at henni eisini verða veittir meguleikar til at gera tað, soleiðis at hon ikki av figgjarligum grundum noyðist út at arbeiða. — Og hvat meina tit við trivnaðarmál? — Menniskjað er ikki skapt til at vera einsa- malt. Vit meina, at tað júst er í heiminum, at tey eru mest saman. Og tað er fyrst og fremst tann trivn- adurin, sum skal vera i lagi. Fleiri heim gera eina bygd, eisini hann skal hava trivnad. Fleiri bygd- ir gera eitt land, eisini tað skal hava trivnað. — Ert tú fegin um at fara í Landsstýrið? — Eg vil ikki siga fegin, men eg taki tað sum eina avbjóðing. Eg havi fam- ilju og búgvi í einum eðr- um býi, og tað er slíkt, sum ger, at tað vigar fyri og ímóti. Tað er nógv, sum vigar ímóti, men av- bjóðingin og áhugin hjá mær fyri politikki hevur vigað eitt sindur meira, sigur Niels Pauli Daniel- sen.