leygardagur 12. januar 1985síða 13
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 5 — 12. januar 1985
Samgonguskjalið
og samfelagið
Vit fara nú í Sosialinum at viðgera nakrar av teimum
spurningum, sum verða nevndir í samgonguskjalinum hjá
nýggju landsstýrissamgonguni.
Vit fara at prenta brot burtur úr skjalinum, vit fara at
tosa við teir politikarar, sum hava verið vid til at skriva
skjalið, og vit fara at tosa við fólk úti í samfelagnum, sum
hetta samgonguskjal jú snýr seg um. M.a. fara vit at biðja
um viðmerkingar frá fólki, ið hava tilknýti til tað, sum
stendur skrivað í skjalinum.
Vit leggja fyri í dag og prenta okrðaljóðið um alivinnuna.
Eisini tosa vit við Jákup Sverra Joensen, leiðara av Fiski-
rannsóknarstovuni, sum sigur sína hugsan um alivinnu og
havbit (ocean ranching).
Seinni fara vit at nyta høvi til at tosa vid tann lands-
stýrismannin, sum skal umsita hetta målsøki.
laksi til utseting av laksa-
smolt er alt ov lítið til at
gjalda fyri allan tann laks,
sum ætlanin er at seta út
Meguliga átti avgjaldið
heldur verið eitt ávíst
prosenttal heldur Jákup
Sverre, men hetta er so ein
politiskur spurningur
Neyðugt við djóra-
lækna
Vit spurdu eisini Jákup
Sverra Joensen, hvat
honum dámar brotið um
aling og havbit í sam-
gonguskjalinum, ið teir
fýra flokkarnir hava gjert.
Hann sigur, at hann er
sera fegin um, at ætlanin
er at seta ein djóralækna,
sum skal taka sær av
fiskaalingini, og sum
eisini skal kanna dálking í
hesum sambandi. Hesin
djóralækni er í veruleik-
anum longu settur, men
tað vil so fráfarandi lands-
stýri ikki vera við, leggur
Jákup Sverre aftrat.
Annars heldur hann, at
slíkt sum kanning av dálk-
ing í samband við ali-
vinnuna hoyrir ikki heima
hjá Landsverkfreðings-
stovninum, sum tað
higartil hevur verið gjert
krav uppá.
— Men heldur tú so, at
tað er rætt, at sjálvur
landsverkfreðingurin sit-
ur sum formaður í Nevnd-
ini viðvíkjandi Fiska-
aling?
— Tað skal eg ikki av-
gera, men tå tit spyrja, so”
haldi eg ikki, at tað er
rætt.
— Men hver átti at sitið
sum formaður í eiði slíkari
nevnd?
— Tað átti at verið ein
persónur, sum hevur stór-
an kunnleika til alispurn-
ingar og síðani ein, sum
hevur stóran kunnleika til
fiskaaling í Feroyum í
heila tikið. Tað haldi eg
hevði verið so náttúrligt.
Utbyggja hjá
Fiskaaling
Jákup Sverre Joensen sig
ur annars, at Fiskaaling
hevur stórar ætlanir í
næstu framtið M.a
skulu teir til at byggja eitt
litið hús á Oyrabakka til
at drepa síl í. Eisini skulu
teir hava meguleikan at
gera nakað av ísi, soleiðis
at teir kunnu senda isad
sil av landinum og ikki
sum í dag bert fryst. Við
Air eru eisini ymsar út-
byggingarætlanir. Eitt nú
fara teir at leggja vatn-
leiðing úr Toftadalsá, har
nakrar heitar keldur eru.
Vatnið higani skal so flyt-
ast til sjálva klekisteðina.
Eisini seta teri í letuni tól
upp til at hita vatnið við,
soleiðis at teir kunnu
brúka sjálva ánna alt árið.
Uppá fyrispurning um
teir hava hugsað um at
seta turbinu upp til at hita
vatnið við, sigur Jákup
Sverri, at hetta hava teir
tosað um, men ivasamt er,
um fallið er nóg stórt til at
seta eina slíka turbinu
upp.
Seta fleiri fólk
Nú virksemið hjá Fiska-
aling ekist í heilum,
verður eisini neyðugt við
fleiri fólkum. Teir fara at
seta fleiri fólk um stutta
tíð. Jákup Sverri sigur, at
teir umframt at reka ali-
staðina og selja fiskin,
eisini fara at gera fleiri
royndir og vísindaligar
kanningar í næstu fram-
tíð.
Í samband við Ocean
Ranching verður í letuni
arbeitt við at framala eitt
laksaslag, sum er væl-
egnað til at seta út. Á
stødini við Áir hava teir
nøkur kør við hesum ávísa
laksinum í. Teir hava
fingið rogn av alilaksi,
sum norðmenn hava brúkt
til útseting nú í fleiri ár
Somuleiðis rogn frá villum
laksi úr eini á í
Nakað av teimum
smoltunum, sum teir
settu ut í fjør, voru ut-
valdir laksir av
slagnum
Noregi
30.000
hesum
Loggåva neydug
Men Jákup Sverri,
hvussu stóra framtíð sært
tú í hesi nýggju vinnuni,
fiskaaling og havbiti?
Tað veldst um, hvat
okkara politikarar vilja
gera. Ikki minst hverja
lóggávu teir fara at gera.
Tað er givið, at verandi
lóggáva kann als íkki
brúkast. Hon má heilt
skiftast út.
Fyrst og fremst mugu
vit hava eina lóggávu
um,hver eigur laksin, tá
hann kemur aftur til
lands. Tað ber ikki til at
byrja útseting av laksi
uttan at vit vita, hver eig-
ur henda fiskin, tá hann
gerst sterri.
Jákup Sverri Joensen
sigur, at tað er vón hans-
ara, at eitt nýtt landsstýri
fer at gera hesar lógir. —
Fleiri hava sagt við meg,
at teir ætla at byrja Ocean
Ranching, men eg havi
svarað teimum, af hetta
nyttar ikki, soleingi ein
ikki veit, hver hevur rætt-
indini til laksin, tá hann
kemur aftur.
Ein bygd og ikki
storfyritøkur
Tað er ymiskt, hvussu
henda loggåva sær ut
aðrastaðni. Sjålvur heldur
Jákup Sverri, at ein máti
at gera tað uppá, kann
vera, at t.d. ein bygd
stendur fyri arbeiðinum
og eigur laksin, tá hann
kemur aftur at landi.
Okkurt sovorðið kundi eg
hugsa mær, soleiðis at tað
I *
Kalvaaling er nýtt innan feroyska aling
ikki vera einstakir stór-
menn ella stórar og pen-
ingasterkar fyritøkur,
sum taka sær av ti. Tað
haldi eg so avgjørt er gal-
ið.
So tú heldur, at
fiskaalingin og útseting
av laksi fyrst og fremst
eigur at koma fjeldini til
góðar, meira enn einstek-
um persónum?
— Ja, so avgjert.
— Men er tað ikki gott,
at peningasterkir persónar
og fyritøkur vilja seta
pengar í hesa nýggju
vinnuna?
— Jú, tað er gott uppá
ein máta. Men hvat við-
víkir Ocean Ranching, so
haldi eg ikki, at tað er
gott, at einstakir menn
taka sær av ti og vinna
eina rúgvu av pengum úr
ti. Tað skuldi helst komið
nakað av fólki til góðar.
Tað er so mín meining um
tað, og júst tí er tað sera
avgerandi, at vit gera
neyðuga lóggávu og gera
okkum greitt, hvat vit
vilja.
Stutt út á
uppvakstrarstaðið
— Men kemur nú alt hetta
í rætt lag, hvussu stóran
týdning heldur tú nýggja
vinnan kann fáa fyri Fer-
oyar?
— Sera stóran týdning,
ti vit liggja so væl fyri
laksurin fer jú beinleiðis
út á uppvakstrarekið og
hevur stutt innaftur.
Jákup Sverri heldur, at
grannalond okkara, sum
seta ut laks í åirnar, eru
fegin um at kunna brúka
hetta stóra og góða upp-
vakstrarøkid norðanfyri
Føroyar.
Hann heldur eisini, at
tað hevur stóran tydning,
at vit seta meira út, so-
leiðis at vit yvirfyri oðrum
londum kunnu siga, at vit
fiska okkara egna laks.
Sum staðan er í dag,
har vit feroyingar bert
seta út lítið av laksa-
smolti, so kanna útlend-
ingar sær nærum allan
laksin undir Feroyum.
Teir siga, at hann er sett-
ur út í árum í teirra lond-
um og er hetta eisini
lutvíst rætt.
— Men, leggur Jákup
Sverri aftrat, — vit hava
líka góðan rætt at siga, at
teirra laksur eisini er okk
ara. Ti tå laksurin kemur
til feroyskt eki, vigar
hannbert 100 gram, og her
er hann, til hann vigar 4-5
kilo ella meira. vit hava
føtt henda laksin, og tí
eiga vit ståran part av
honum.
Sida 13
Jåkup Sverri visir eisini
å, at tå vit so eisini seta ut
laksin sjålvir og hann
veksur upp i føroyskum
øki, so er ognarrættur
okkara enn størri enn áð-
ur
Kalvi o.a.
Vit spurdu nu Jåkup
Sverra Joensen, um tað
ikki er vågiligt bert at
leggja seg eftir at ala laks
og sil, ti eindag i framtið-
ini mettadur. Til tað sigur
hann, at vandi er fyri, at
marknaðurin verður mett-
aður av t.d. laksi, men tað
kann eisini vera, at eftir-
spurningurin bert fer at
vaksa og vaksa.
— Men vit eiga at
leggja dent á at ala onnur
fiskasløg eisini, eitt nú
kalva. Fiskaaling ger tí
eisini royndir við kalva-
aling norðuri við Áir. Hes-
ar roydir eru bert stutt
komnar enn, men hetta er
so leiðin at ganga heldur
Jákup Sverri Joensen,
sum vónar, at málsekið
aling og havbúnaður
verða umsitin av einum
landsstýrismanni, sum
kennir ábyrgd fyri hesi
vinnugrein, og sum ikki
hevur alt ov nógv onnur
málseki undir sær, endar
Jákup Sverri Joensen.