Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-01-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 15. januar 1985síða 11

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

sp I kvøld kl. 21,45 4 6 Vinmenninir Jaques Lar- osa og Pierre Joyal hittast aftur, eftir at sambandið teirra millum hevur verið slitið í fleiri ár. Vinmenn- inir eru um fýrati ára gamlir. Teir semjast um at umvæla eini gomul hús saman við La Luce, vin- konuni hjá eðrum teirra. Hetta er ein sega um kærleika og vinarlag, sum myndast í royndum teirra, at fáa hug og áræði at gera eitthvert áhugavert, hóast árini júst ikki eru til tað. Larose sigur starvið frá sær sum diplomatur og fer aftur til heimbygdina, har hann ikki hevur verið í 15 ár. Hann hevur arvað pen- ing og gamla húsið hjá ommu síni. Larose yvirtalar gamla vinmannin Pierrot at hjálpa sær. Hesin hevur annars bert sum ítriv at vitja á ølstovunum og endar helst sum alkohol- ikari, um einki munagott hendir honum. Diplomaturin og alko- holikarin tjakast ófert, men sum frålidur, seta teir dåm å hvønn annan. Pier- rot bjóðar eisini vinkonuni at búgva í umvældu hús- unum. Hon er vekur, skemtilig og lívsglað, og hetta smittar av upp á teir báðar Jaques og Pierre. Í felag gera tey av at fara til Mexico, har Larose kennir eina kvinnu. Film- urin er kanadiskur og er gjørdur i 1982. Norea Radio Danmark Millumbylgja 1467 kHz kl. 19,30-19,45. Í dag: »Gud frelsestil- bud«. Temasending hjå Bent Ryborg. Í morgin: Jesus?“ „Hvem er ———e0iihii00 Framhald av síðu 6 Veit Óli Breckmann hvar tú arbeiðir? — Eg tosaði við hann tá eg var í Føroyum, so tað er heilt óhugsandi, at ein blaðstjóri ikki veit, hverji blød hann tosar við. Jens Holme hevur í trý ár verið blaðmaður á Infor- mation. Blaðið er óheft av parta- politikki og óheft av pen- ingaligum áhugamálum. Tað er eitt ikki-borgarligt blað. Jens Holme hevur verið í Feroyum nakrar ferðir. Hann var í fleiri ár blað- maður á Ritzaus Bureau, og fyri fýra árum síðani fekk hann Knud Ree-heið- urslen uppá 5.000 krónur fyri greinareð um ung- dóms-arbeiðsloysi. Nr. 6 — 15. januar 1985 Í kveld kl. 21,10 ontreux 1984 Er Benny Hill show, har vit aftur hitta enska skemtarin Benny Hill. Henda sending fekk gyltu rósuna, sum besta skemtisending í stuttleika kappingini i Sweits í fjør Bygdarådslimir skulu atkvøda um SEV-utbyggingar Í samband vid samgongu- samráðingarnar varð av- talað, at Vatnorkuútbygg- ingin hjá SEV í Eystur- oynni skal til veðleiðandi atkveðugreiðslu hjá ellum bygdarrådslimunum í Før- oyum. Fyri at hesir skulu hava møguleika at taka stødu i målinum, skulu teir hava allar teir upplys- ingar, sum fyriliggja i mål- inum um útbygging av vatnorkuni í Eysturoynni. Um so er, at avgerðin verður tann, at vatnorku- útbyggingin ikki skal halda fram við Eiðisvatn men ístaðin setast í verk aðrastaðni, so fer sam- gongan at royna at fáa tingið at medvirka til at gera tað lættari hjá SEV at flyta og medvirka til at, ein bygging á Veðranesi t.d. kemur í gongd skjót- ast gjørligt. Fyri at medvirka til eina sakliga viðgerð av hesum máli, fer Sosialurin at leggja upplýsingar fram og tosa við fólk, sum hava skil á hesum máli og annars tilknýti til orku- spurningar. Vónandi verður so eisini frágreiðingin hjá teirri seksmannaløgtingsnevnd- ini at fyriliggja umleið 1. februar. Atkveðu- greiðslan millum bygdar- ráðslimirnar skal vera liðug 15. februar. Blaðið leggur fyri hós- dagin við Atla Dam, løg- manni. Hann var ein av teimum, sum í 1978 var við til at senda álitið til nærri kanningar, just ti stórur ivi var um tað bú- skaparliga forsvarliga í at útbyggja orkuna soleiðis sum SEV hevði hugsað sær, hvar ov lítið fekst burtur úr fyri hverja krónu og hvat tað um- hvervisliga árinið bleiv so stórt bæði við Eiðisvatn og Fjallavatn, at tað var vert at vita, um ikki aðrir meguleikar vóru. Atli Dam leggur fyri við at koma við síni hugsan um vatnorkuútbyggingina út frá einum tekniskum, um- hvervisligum og búskap- arligum sjónarmiði. jan sjónvarp føroya Týsdagur 15. januar 19,30 Fraglurnar 20,00 Dagur og vika 20,30 Okkara Winnie 21,10 Montreux 84 21,45 Gamlir vinir 23,25 Lidugt »Meldurin« er vanliga ein uppiysandi og áhugaverd sending. So- leiðis var eisini sein- asta friggjadag, tá vit á ein sera greiðan hátt fingu at vita, hvussu teir fiska laks við línu. Men laksaskiparin visti ikki svar við ollum spurningunum hjá Sonna. Í staðin fyri at lata hesar spurn- ingar fara afturvið borðinum ósvaraðar átti útvarpsmaðurin at vent sær til antin landsstýrismannin Í fiskivinnumálum ella onkran fulltrúa í Tinga- nesi. Tað er ikki vist, at alt flýtur eins og línan hjá laksabátunum. Ser- liga áhugavert hevði verið at fingið okkurt at vita um, hvussu ver- ður gjørt, tá bátur fisk- ar meira enn kvotuna. Vit vita, at júst hesin spurningur í fleiri ár hevur órógvað úti á Tinganesi Sunnudagin hoyrdu vit um kristiligt ung- dómsarbeiði. Sjón- varpið og ítróttin fingu skyldina fyri, at undir- tekan við hesum ar- beiðinum er minkað Hann er íkki sert djarvur, ungdómsleið- arin í Sandavági, sum so beinleiðis torir at finnast at ítróttini, tað er sum at sparka eina heilaga kúgv á einum torgi í Indlandi. Tílíkt dirvi er alla æru vert heilaga kúgv Tað bleiv nevnt i somu sending. at tað er umrådandi, vit senda trúboðarar til tey »heidnu« londini. Somu fólk, sum halda hetta, eru í eðini, tá ein russ- iskur fiskimaður gevur einum feroyskum barni eitt Leninmerki ella okkurt rit um Sovjet- samveldið. Markleysur frekleiki, siga tey. Tað er eisini markleysur frekleiki hjá okkum forovingum at senda fólk til Afriku at fáa fólkið har at taka við okkara religión, okkara siðum Sendingin var annars sum flestar slíkar í UF Har vóru fáir ella ongir nærgangandi spurn- ingar. Tað kundi til demis verið áhugavert at fingið at vita, um nógvir syndarar“ koma upp í hetta kristi- liga ungdómsarbeiðið og, um teir blíva ver- andi. Tíðindini um banka- ránið eru vorðin eitt sindur erkymlandi Byrsan, sum eina letu er keypt í Havn, er ta næstu komin úr Gren- landi og tað, sum var heimagjørt er eitt korter seinni originalt Sama ger. vorðið hetta var ein góð sega at avloysa landsstýrissamráðing- arnar Hegni Djurhuus SA AA