hósdagur 17. januar 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið Sosialurin Nr. 7 — 17. januar 1985
Síða 6
Telefon 118 20
Argjavegur 26, 3800 Argir
Postsmoga 76. 3800 Tórshavn
Útgávudagar: tysdag, hósdag og leygardag
Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta
lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin
Kommunustýris-
limir eiga at fáa
allar upplýsingar
UM nakrar fáar vikur skulu millum
200 og 300 kommunustýrislimir kring
alt landið at atkvøda um vatnorkuút-
byggingina í Eysturoynni. Hetta er
ein partur av tí samarbeiðsavtalu teir
fýra samgonguflokkarnir gjørdu her-
fyri.
VIÐVÍKJANDI vatnorkuútbyggingini
varð avtalað, at spurningurin um,
annaðhvert utbyggingin av Eiðis-
vatni skal halda fram, ella um aðrar
loysnir skulu finnast, verður at senda
ølium limunum í kommunustýrunum
í Føroyum. Har skulu teir atkvøda
skrivliga um málið. Úrslitið av hesi at-
kvødugreidslu er so vegleiðandi fyri,
hverja stødutakan tingið fer at hava í
málinum.
ÓSEMJAN um vatnorkuna snýr seg í
stuttum um, antin henda skal út-
byggjast við Eiðisvatni sum miðdepli
ella íkki. SEV og H&S hava alla tíðina
ført fram, at besta loysnin er at brúka
Eiðisvatn sum goymslu og gera byrg-
ingar har.
TAÐ eru tó nógvir einstaklingar,
feløg og stovnar í samfelagnum, sum
meta hesa loysnina at vera ta skeivu.
UMHVORVISFÓLK siga, at vit eiga at
spara henda náttúruvakra og sjáld-
sama blett, sum Eiðisvatn er.
FISKAALARAR siga, at útbygging av
Eiðisvatni hevur við sær, at møgu-
leikarnir fyri aling verða munandi
skerdir, tí vatntilrenningin heilt
verður broytt ella tikin burt
VERKFRØDINGAR Ráðgevandi feløg
og onnur, sum siga seg hava skil å ut
bygging av vatnorku, siga, at vit fåa
alt ov lítið av orku burtur úr við at út
byggja rundan um Eiðisvatn. M.a. tí
at fallhæddin her verður alt ov lítil
SKOTIÐ verður ti upp, at ein nógv
betri loysn er at fara uppaftur hægri í
norðara parti av Eysturoynni og har
gera byrgingar í einum av dølunum
Síðani byggja eitt kraftverk Funn
ingsfjarðamegin. Tá verður fall
Útgevari:
P/f Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Mútler
Fyritaksstjóri:
Krisjan Daht
Blaðfólk:
Hegni Djurhuus
Randi Jacobsen
Dagny Joensen
Uppseting:
Pif Sosialurin
Prent:
P/f Pressan 1981
oddagrein
hæddin nógv stórri, og vit fáa mun-
andi meira orku burtur úr. Eisini
verður tilrenningin í Funningsfjørd
varðveidd soleiðis, at fjørdurin kann
gerast tydandi fyri alivinnuna.
EISINI någvir politikarar eru av teirri
áskoðan, at EIÐIS-ætlanin eigur at
verða slept, sjálvt um arbeiðið longu
er farið í gongd. Tí arbeiðir í løtuni ein
seksmannanevnd vald av løgting-
inum við at gera eitt álit, sum skal
gera støðuna heilt greiða fyri fólki,
um, hvat er besta loysnin ollum sam-
felagnum at gagni. Hetta álit fer at
fyriliggja um mánaðaskiftið.
EISINI Sosialurin hevur roynt at
greiða fólki frá teimum ætlanum,
sum SEV hevur, og hvat onnur halda
um hesar ætlanir. Vit hava roynt at
skaffa til vega so nógvar upplýsingar
sum gjørligt og hava vit tosað við
fólk, sum eru bæði fyri og ímóti teirri
vatnorkuútbygging sum leiðslan í
SEV ynskir.
VIT meta tað sum okkara høvuds-
uppgávu at bera víðari so nógvar
upplýsingar sum gjørligt, soleiðis at
fólk veruliga hava eitt haldgott
grundarlag at meta út frá.
VIT fara eisini nú og fram til atkvødu-
greiðsluna í kommunustýrunum at
halda fram við at upplýsa um hetta
stóra og álvarssama mál. Vit fara at
fáa hendur á tilfari, sum bæði talar
fyri Eiðisætlarini og fyri hinum
alternativu ætlanunum.
TAÐ, sum í seinasta enda umræður,
er, at hvor einstakur kommunustýris
limir ikki fyri ein og hvønn pris heldur
fast við sína upprunaligu stødutakan
Tí, eru upplýsingar komnir fram, sum
veruliga broyta alla SEV-ætlanina, so
eiga eisini hesir upplýsingar at vera
við í metingini hjá hverjum einstøk
um. Vit leggja fyri í dag og lata for
mann javnaðarfloksins og løgmann,
Atla Dam, siga sína hugsan í hesum
nógv umrødda máli.
jamú
Telda — borið í
bøtuflaka fyri orðinum
í Sosialinum 12. í h. mutar
ein »muli« ímóti orðinum
telda. Tað var
mítt um feroyskt navn á tí
uppskot
tóli, sum á enskum eitur
computer, á donskum
datamaskine, seinni data
mat, á svenskum dator, á
fronskum ordonnateur og
á íslendskum tølva. Um
miðjan henda mánað er ár
síðan orðið varð til í huga
mínum, men tað kom ikki
út fyrr enn fyrst í apríl
mánaði á målfundi við
tíðindafólk, sum mál-
stovnurin helt eftir ynski
frá Blaðmannafelagnum.
Jan Miller, tá blaðmaður
á Sosialinum, var so beina-
samur at siga frá orðinum
í grein, sum hann skrivaði
um fundin. Síðan hevur
orðið fingið alsamt vaks-
andi undirtøku millum
manna, og eg skal ikki
dylja yvir, at tað freddi
meg, at eitt tað fremsta
virki okkara á hesum eki í
lýsing um nýggjársleitið
mælti til at taka í nýtslu
hetta »frålika orð<, sum
tikið varð til.
Skilji eg »mula« rætt,
samsvarar hetta orð ikki
innihaldsliga við tað fyri-
brigdi, tað skal ímynda.
Hvat orð ger tað? Tað
sum um ræður, er at mál-
samfelagið semst um,
at orðið merkir tað hug-
tak, sum tað er heiti á.
Summi orð eru so forn, at
»frummerking« teirra er
loynd langt burtur í tíðini,
men tey virka væl fyri tað.
Hvat upprunaliga liggur
t.d. í orðinum hundur, veit
eingin við vissu — tað
kann vera orð, ið sipar til
ljóð ella lit, — men eingin
ivast í, hvat hetta orð um-
boðar. 16, tá ið nýggj orð
koma til, annaðhvert »av
sær sjålvum« ellað skapað
vitandi go við vilja, hava
tey aloftast samband við
okurt, ið til er framman-
undan. Sjáldan gongur
roykur av ongum brandi.
Orð verða vanliga til við
samanseting ella avleið-
ing. Avleidd orð hava tað
til fyrimunar, at tey eru
styttri enn tey saman-
settu og tí lagaligari at
evna til nýggj samansett
orð við
Enska
merkir »i sjålvum sær«
einki annað enn 'roknari,
roknitól', men sum frá er
liðið, hevur tað sogið upp í
seg alla ta merking, ið
liggur í tí hugtaki, sum er
hetta framkomna tól, ið so
dyggiliga hevur kollvelt
okkum lív og tilveru. Og
orðið computer
hvussu teir so í komandi
tíð menna tólið til at
meir og meir,
verður orðið computer ikki
tveitt á dungan fyri tað.
Tað vanliga hjá okkum, tá
ið nýggj fyribrigdi koma
til lands, er, at vit herma
avrika
eftir danska navninum og
brongla tað onkursvegna
yvir í føroyskt. Ti varð
hetta amboð leingi nevnt
»datamaskina« seinni
heldur frægari »datatol«
Men data, flt. av lat
latum (»givid«), er bæði
ljóðliga ogbendingarliga
óheppið í foroyskum. Har
hevur so veirð mælt í
staðin til at taka kvenn-
kynssniðið dáta (bent sum
sáta), sum longu var til í
foroyskum í merkingini
'dagfesting', eitt nú á
brævi, men sum nú var
farið úr nýtslu, tí dagfest-
ing var komið í staðin (sbr.
t.d. Jakob Jakobsen: Dip-
lomatarium Færoense,
1907, bls. xxii: »...løg-
skipan... við dåtu: i Rós-
keldu tann 2. november
1959«). Dato á brævi er
bendur formur av datum,
t.e. brævið er »givid« tann
og tann dag. Soleiðis
nevndu summi tað eina tíð
dátutól, men tað stóð seg
illa í kappingini við hitt
orðið við sínum danskliga
framparti. Mær var full-
greitt, at fingu vit ikki
snegt avleitt orð í staðin,
var eingin leið burtur úr
málsligu ómegdini i
hesum evnum. Urslitid av
hugleiðingum mínum varð
orðið teld fyri 'edv, elek-
troniska dátuviðgerð og
telda fyri tólið sjálvt.
Tá »muli« sigur, at telda
er avleitt av »at telja“, er
tað ikki sannleikin allur,
men tað sanna er heldur,
at orðið er avleitt av rótini
í orðinum tal, sum telja
eisin ier avleitt av. Eitt
orð, sum merkir 'tól, ið
vidger tel', átti ikki at
verið verri enn enska orðið
computer, ið sum nevnt
merkir roknari'. Men har-
afturat er at leggja, at í
grund síni merkir orðið
tal so nógv meir enn bert
'støddfrødiligt tal, tað
merkir eisini eitt nú 'mål,
tala" (sbr. t.d. »fåa ein i
tala). Til at vísa á, hvussu
merkingarlett orðið tal í
royndum er frá seguligum
sjónarmiði, skal eg loyva
mær at taka ótýtt burtur
úr greinini tal í teirri frá
líku Dansk
Ordbog eftir
etymologisk
Niels Age
Nielsen, Gyldendal 1966
»tal et; gammeldansk det
samme, norsk tall, svensk
tal, oldnordisk tal n. sam
tale, tale, sprog, optæl
ling, regning, tal',
oldsaxisk gital, middel-
nedertysk fgejtal) tal,
antal', oldengelsk (geltæl
antal, række, beregning
af germansk *tala- n., in-
doeuropæisk *dolo-
'beregning, hensigt (?),
idet det måske er beslæg-
tet med græsk dólos list,
lokkemad', der hører til in-
doeuropæisk *del- sigte,
beregne; tælle, fortælle'.«
(Stytt orð eru her skrivað
fult). Vert er eisini at gev
gætur, at føroyska sagn-
orðið telja sambært fer-
oysku orðabókini bls. 441
hevur heldur íkki so
tronga merking, sum
»muli« vil vera vid. Tað
merkir 1) 'telja, rokna
upp, 2) 'siga, siga frå, for-
telja" og 3) 'rokna fyri,
meta“.
Tá »muli« er so krav-
mikil, at orð skal sam-
svara »innihaldsliga« við
fyribrigdi, fær einki orð
eftir mínum tykki verið
beinraknari enn júst telda
eftir tí, sum her omanfyri
er ávíst. »muli« vil, at heiti
á hesum tóli skal bera í
sær merkingina rat siga«.
Eftir tí, ið omanfyri er
nevnt, lýkur orðið telda út
í æsir krøv »mula« eisini tí
viðvíkjandi.
Orðini hjá vini hansara,
at orðið telda skal minna
um tær »teljiradir« (kúlu-
rammur), ið bern fáast við
í grulvigerðum, taki eg
sum besta viðmæli. Aftur-
róðurin hjá teimum, ið
hava argast av føroyskari
máldyrkan, hevur altíð
verið, at nygjørd feroysk
orð eru long, tung og óliði-
lig (sum minni enn so altíð
er satt). Nú skuldu vit so
hoyra tað sum mótferslu,
at »ordid hevur ein alt ov
einfaldan dám!<
Tað, eg fái burtur úr
skriving »mula«, styðjar
hon heldur enn mótprógv-
ar, at telda er nóg gott
foroyskt heiti á hesum
dvergasmíði hjá nútíðar
tøknifrødi
Til seinast: Hvat sam-
band er millum yvirskrift-
ina (»Mælda«) og grein
ina?
Jóhan Hendrik W. Poulsen
Fridarlig familja sekir íbúð í Havn.
Blaðið vísir á