leygardagur 19. januar 1985síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Flennið! Tor
Teknið! Loysið!
/
/ s- gf Í
C.I.S.V. fundur
Seinasta leygardag kl. 15,00 var
C.I.S.V. fundur úti á venjingarskúl-
anum. Í alt 29 fólk komu.
18 vaksin og 11 bern. Pauli Niel-
sen, sum hevur verið formaður í
nevndini í 6 ár, greiddi frá um
C.I.S.V. — til dømis at i 1979 vóru 39
barnalegur og at komandi summar
vera 51 barnalegur. Nyggj nevnd
skuldi eisini veljast.
Tann nyggja nevndin kom at
síggja soleiðis út: Súsanna Torgarð
og Jórun Egholm, sum hevdu verið í
nevndini Ria Torgarð, Ranvá Poul-
sen og Hanna Nielsen vóru so valdar
aftrat.
Ungdóms nevnd skuldi eisini velj-
ast.
ég
/
Í ungdóms nevndini var Kristjan
Ingvardson formaður. Hansina
Mikkelsen fór úr nevndini og
Augusta Petersen varð vald ístaðin.
Tá fundurin var liðugur, fingu vit
kaffi og kokur.
C.I.S.V. hevur virkað í Føroyum
síðani 1978 og fyrsta barnalegan í
Feroyum var í 1979.
Limagjaldið er 30 kr. og limatalið
er 250. Øll kunnu gerast limir við at
venda sær til:
Altjóða Barnalega,
Postsmoga 1127, 3800 Tórshavn
Øe” HESIN HAMAR
rd
SENDUR ROYK-TEKN HVER
SKAL HAVA BODIM? HYGG
AT: LOYNISKRIFTIN
NIÐANFYRI SO FINNUR TU
Nr. 8 — 19. januar 1985
Sendið inn til „Káta hornið
nakrar stuttligar krønikur,
skriva navn á tær,
Teir hevdu fingið seyðarhevd um-
borð í 4 fylgjandi dagar, tá ein av
manningini langaði nevan í borðið:
»Kunnu vit ikki fáa eitt sindur av
variation í degurðamatinum“, segði
hann.
Næsta dagin segði kokkurin: >Nú
vóni eg, tú ert nøgdur! !«
Hann hevði sagað seyðarhevdini
eftir breiddini.
— R —
Heima í køkinum:
„Hví fert tú ikki út at sparka bólt
við lítlabeiggja tínum ?«
= „Nei, mamma, eg havi sagt tær,
at eg nógv heldur vil hava ein ordi-
ligan fótbólt.<
Hallur Lisberg, í Rókin, Saltnes hev-
ur sent okkum hesar krønikurnar.
Mini krossorð
Hepni vinnarin var Krista Winther í
Skopun. Hon fær eina barnabók
sendandi. Tillukku.
Loysið royk-teknið, so eru tit við í
lutakastinum um eina føroyska
barnabók.
Navn
Adressa
Til Barnasíðuna, Sosialurin, Postsmoga
76, 3800 Tórshavn
Vit gera vart við, at lutakast um foroyska
barnabók er 14. hvenn dag.