Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-01-19, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 19. januar 1985síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 8 — 19. januar 1985 Svøriki, Karl Knutsson, sum seinni gjørdist kongur, Svante Nielsson, sum var ríkisstjóri í Svøriki, Sten Sture, eldri og faðir Gustav Vasa, Erik Johansson. Uttan fyri borgmúrarnar á Kastel- holm vóru ofta harðir bardagar, og álendingar vóru altíð fúsir at hjálpa teimum, sum herjaðu á Kastelholm. Tá ið Engelbrecht vant uppreistrar- merkið á stong í Dalarna 1434, gjørdu allir bendur í Sveríki upp- reistur, og tá varð Kastelholm tikið av einum heri úr Østerbotten í Fin- landi við álendskari hjálp. Magnus Smek (Smek: ein bloyta ella kventil) royndi at sleppa sær upp á aftur ta svensku trúnuna. Tað slapp hann ikki, Albrecht av Meckl- enburg varð sitandi á tí svensku kongatrúnuni. Men av tí, at hesin góði Albrecht fekk so nógvar týsk- arar at koma til Sveríki og gav teim- um so høg embæti og so nógv vald, loypti tað at enda slíka ødi í svensk- ar stórmenn, at teir gjørdu uppreist- ur og fingu Margrethe, drotning í Danmark, at hjálpa sær. Í bardaganum við Falkøping 1389 tapti Albrecht, hann varð fangaður, men slapp við lívinum, fór heim aftur til Mecklenburg og doyði 1412, sama ár sum Margrethe doyði. Men bardagarnir uttan fyri borg- múrarnar á Kastelholm hildu fram ikki minni harðir aftan á fundin í Kalmar 1397, tá ið ell trý norður- lond, Danmark, Noreg og Svøriki komu undir danskt vald, eisini Áland og sjálvsagt Kastelholm slott. Stríðið um Kastelholm heit fram eisini aftan á, at Gustav Vasa hevði gjørt enda á ollum donskum valdi í Sveríki, danir vóru ikki lættir at reka út úr Kastelholm slotti, íkki fyrr enn 1523 gav tað seg yvir til sviar. Enn stóð Kastelholm slott í meir enn 200 ár við sínum krýndu múr- um, tornum og tindum, ein stórur mótsetningur til tær smáu smáttur- nar hjá tí vanliga fólkinum í teimum álendsku bygdunum. Ein eldibrandur 1745 oyðilegði Kastelholm slott fullkomiliga, so at nú standa berir múrar eftir og minna ferðamannin á, at alt verðsligt er forgeingiligt. Men tað vanliga fólkið í Álandi syrgdi ikki oyðingina av Kastelholm slotti. Teir máttmiklu harrarnir, ið høvdu búð á Kastelholm slotti og tað fylgið, teir høvdu havt við sær, høvdu sogið mergin úr ti ålensku al- múguni, sum altíð mátti hava kent Kastelholm sum eitt fremmant, niv- andi darl, ein svull á tí álendska samfelagslikami. Áland í nýggjari tíð Almuguliv Glansurin og gleimurin i salunum å Kastelholm kom ikki langt ut um slotsmúrarnar, og ålendska bónda- fólkið livdi framvegis sitt strævna, fátæka lív, soleiðis sum tey høvdu livað frá avgamlari tíð, har vóru ikki stórar broytingar hendar frá heidnu tíðini til út ímóti átjandu eld. Tað var skatturin til kirkju og stat og út- skriving av ungum monnum til at manna krigsflotan, sum mintu fólkið á, at Áland var ein lítil partur av Tað fyrr so týðandi og stórbara Kastelholm-slottið, ið brendi í grund í 1745, har tað i dag bert standa murarnir eftir Sveríki. Hovuðsvinnuvegurin var jarðar- brúk, og hjá teimum, sum búðu í skergarðinum, fiskiskapur og kópa- veiða. Bóndagarðarnir høvdu nógv kríatúr: høsn, gæs, seyð og svin. Av skattinum, sum i midøldini, og eisini i nyggjari tid, var goldin vid mat- vørum, sæst, hvussu bøndurnir liv- bjargadu sær. Vit kunnu taka eitt dømi frå 1537. Hetta år guldu teir 650 bøndurnir sum skatt til statin m.a. 2270 kg smør ella 3 1/2 kg fyri hvert húsarhald, 43 neyt, 159 gaml- ar seydir, 192 lomb, 34 gæs, 775 kg flesk, 672 høsn, 6725 egg, rug. malt, mjøl, fisk og 172 harur. Umframt hetta skuldi peningaskattur av ym- iskum slagi gjaldast, gagnvidur, brennividur og kol skuldu eisini lat- ast, so tå kirkjan hevði tikið sina tiggjund, slapp bóndin at hava tad, ið eftir var. Í góðum árum var so mikið eftir, at tað rekk til lívsins uppihald, men í ringum árum knípti tað í stórum. Vetrartóðrið hjá kriatúrunum, seyði og neytum, var hoyggj, aftrat hoynum fingu kríatúrini smáar, turkaðar greinar av leyvtreum. Hoyggingaramboðini vóru líggin, rivan og hoyhvísl. Hesi hoyggingar- amboð hevdu verið brúkt líka úr miðeldini til nítjandu eld. Til at velta við brúktu teir eina plogv, sum varð drigin av tveimum oksum ella tveimum smáum rossum. Tað var mest rugur, sum var sáddur, og tá ið akurin var búgvin, varð hann skorin við akurknívi. Síðani varð ripað, turkað, treskt við treskitræi og týnt tíningarskupul. Kornið varð fyri tað mesta malið á hondkvern, men um- leið samstundis við kristni fóru teir at brúka vatnkvarnir, og vind- kvarnir fóru teir at brúka í endanum av miðeldini. Bóndans hús vóru neyðarslig, smá og lág, fyrst í miðeldini vóru tey líka frumkend sum í heidnari tíð, flag- veggir, moldgólv og hálmtak, men so við og við fóru teir at byggja sær stokkastovur, og eldstaðurin, sum hevði verið mitt í rúminum, varð fluttur í ein avkrók. Innbúgvið var framvegis fátæksligt, fastir beinkir og leysir krakkar at sita á og eitt fast matborð. Seinni fingu tey sær meira innbúgv, elst mundi kistan vera, hon varð brúkt longu í víkingatíðini, á henni kundu tey sita sum á einum > beinki. Ikki fyrr enn um sekstandu old fór tað vanliga fólkið at fáa sær t.d. skáp og nakrar stólar, kanska eina hill til at seta træilet upp á. Tað varð ikki nógv gjert við klædnaðin, av málningum í kirkjum kunnu vit siggja, hvussu fólk var i- latið. Menn vóru í einari troyggju, trongum brókum og longum hosum, ið rukku upp um knøini, kvinnur vóru ílatnar síðar kjólar (serkir) við belti um miðjuna og fyriklæði, skógvarnir vóru skinnskógvar, van- liga seymaðir av kópaskinni við reimum (tveingjum) upp eftir leggj- unum. Teir litfagru tjóðbúnarnir fór almúgan ikki at brúka fyrr enn í átj- andu eld. Seinastu hundrað árini saman við Sveríki Sveríki var eitt heimsveldi, men aft- aná, at russar 1709 við Poltava høvdu gjørt enda á høvudsherinum hjå svium, kunnu vit væl siga, at svenska heimsveldi lå i andaleypi, striddist vid deydan, tey næstu tolv árini, til tað slóknaði. Karl XII var ein óferur krigs- maður, men figgjarliga oyðilegði hann Sveríki, og fyri Áland vóru tey kriggj, sum Sveríki var uppi í, til stóran skaða. Pætur hin Stóri bygdi býin St. Pætursborg (Leningrad) í Finsku Víkini við ósan á Nevaánni, og aftan á tað høvdu russar ræði á ollum Álandshavi. Í august 1714 kom ein russiskur krigsskipafloti inn í tann verjuleysa álendska skergarðin. Meginparturin av fólkinum flýddi í ræðslu til Svøriki. Av teimum, sum eftir vóru, vórðu 260. bæði kvinnur og menn, flutt til Ruslands, hetta var sanni- liga ein ring tíð hjá álendingum. Karl XII doyði 1718 við Frederiks- hald í Noregi, og friðartingingarnar millum Svøriki og Rusland endaðu í august 1921. Tá vóru álendingar fegnir, longu um heystið hetta árið kom ein partur av álendingum aftur til Álands, til heimini, sum vóru illa farin, men tann stóra afturflytingin var 1722 og 1723. Ár 1727 var íbúgv- aratalið í Álandi um 6000, og fólka- talið vaks skjott. 1790 vóru 11.434 tólk í Alandi, so vit kunnu ætla, at livilíkindini hava verið góð, tá ið fólkatalið kundi vaksa so nógv. Aftan á friðin við russar vunnu álendingar væl av peningi við at sigla við forum millum Finland og Stockholm. Stockholm hevði fyri neyðini at fáa matverur, og hetta kom væl við hjá álendingum, ti teir áttu nógv skip. Víst vóru skipini ikki stór. men tað bar væl til at sigla tvertur um álandshav við teimum. Eisini vinnuvegirnir á landi, bónda- vinnan. jarðarbrúk og neytahald, vuksu í stórum, fiskiskapur og kópaveiða góvu nógv av sær, so vit kunnu ætla, tað hava verið góðar tíðir í Álandi í seinna enda av átj- andu eld. Men so hendi tað, at Sveríki aftur kom í kriggj við Rusland. Um hetta kriggj er stutt at siga, at Rusland tók alt Finland og Álandsoyar. Við friðartingingarnar 1809 í finska býn- um Fredrikshamn (finsk Hamina) royndu sviar sum longst at hava Åland eftir, men teir måttu luta. Tå ið fridartingingarnar endadu 17. september 1809, måttu sviar skriva undir at lata Åland til russar, gamalt svenskt land sidani steinøld- ina. Tå var tungt at vera ålendingur. Svensk herskip royna at verja Áland