leygardagur 19. januar 1985síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
v/ Johs. A. Næs
(Nyggjårsaftan)
»Gud nådi meg syndara!« (Luk. 18, 13).
Å årsins evsta degi treingja nakrir tankar seg ser-
liga sterkt fram i huganum. Í árinum komu teir
kanska fleiri ferðir fram, men nýggjársaftan
krevja hesir tankar at koma í orð, um tað er ikki
so við okkum, sum nú fara um nyårsgatt, at vit
bert vilja gloyma alt í veitslurómi.
Ein av hesum tonkum er hesin: hvussu nógv
hava vit ikki at takka fyri! Árið var okkum ellum
ikki líka lætt. Summi vilja siga, at hetta árið var
hitt svårasta, tey nakrantíð hava havt, ti stor
sorg var teimum fyri, og øll kunna vit minnast
tungar dagar, tá ið alt var so myrkt uttan um
okkum. Kortini er tað rætt, tá ið vit á ársins evsta
degi siga hver við annan hvussu nógv hava vit
ikki at takka fyri!
Allar góðar gávur koma úr erva, ti eiga vit at
takka og prísa Gudi fyri kærleika hans, fyri at
hann gav okkum heilsu og arbeiðsmegi, hús, heim
okkara kæru, og okkara dagliga breyð, signing
yvir okkara arbeiði og frið í landinum — sig tí
takk, menniskja, meðan tú kanst! Í árinum
ringdu kirkjuklokkurnar, og lyftu Guds bjóðaðu
til okkara, dyrnar inn til hin góða gevaran stóðu
opnar, og borðreitt var fyri tær — sig tí takk á
ársins evsta degi!
Ein annar tanki er hesin: Gud náði meg synd-
ara! Okkara lítla trúgv og okkara veika treysti,
alt hitt ógjerdað, sum vit kundu gjørt, og alt hitt
gjørdad, sum skuldi verið ógjert, alt, sum átti at
verið ødrvisi, allar okkara myrku syndir troka seg
fram. hvat skulu vit gera við tær? Vit mega fara
inn í kamar okkara og lata dyrnar aftur og falla á
knæ fyri Gudi. Vit mega siga tað opið og ærlig:
„Fyrigev mær! Rek meg ei frá tær miskunnar
Gud. men tak meg aftur undir náðarveingir
tinar!«
Takk og fyrigev! Við hesum orðum eigur árið at
enda. Og inn í hitt nýggja árið fara vit so í fylgi
við honum, sum er hin sami í gjár og í dag og um
ævigar tíðir. Tá fara vit trygg. Men bert tá!
koyra.
Við endurskini sæst
tú 100 m longur,
tað kann týða liv
ella deyð.
BÆR AÐIÐ FYRI
FERÐSLUTRYGD
ENDURSKIN
verjir bæði tey sum
ganga og tey sum
|
|
|
Gudstænastur annan sunnudag eftir
trettanda
Havnar kirkja: Axel Tórgarð
Vesturkirkjan: Salomon J. Joensen
Nólsoy: Hans J. Joensen kl. 16,00, barnagudstænasta,
altargongd
Hestur: Høgni Poulsen
Hvalvik: Martin R. Jacobsen. Talvan gongur fyri
Sunnudagsbladid
Vestmanna: Jåkup Magnussen, altargongd
Elduvik: Torkil Beder, altargongd
Nes: Jåkup Kass, altargongd
Sjóvar kirkja: Petur Petersen kl. 11,00
Midvågur: David Johannesen kl. 12,00, altargongd
Skopun: Jåkup R. Hansen kl. 12,00, altargongd
Famien: Jonsvein Bech kl. 12,00
Sandvík: Jónsvein Bech kl. 19,00
Sumba: Bjarni Bæk kl. 12,00
Norea Radio Danmark
Millumbylgja 1467 kHz kl. 19,30-19,45.
Månadagin: »Indenfor eller udenfor?«.
Samrødur um kristnu trånna. Henning Bjerg Mikkel-
sen leggur til rættis
Evangeliska røddin
Føroyska sendingin frå Trans World Radio, Monte
Carlo hoyrist hvørt månakvøld kl. 21,45 GMT å millum-
bylgju 205 m (1466 kHz).
Mánakveldið 21. jan.: talar Poul Johan Djurhuus.
Evni: >Vónin ið heldur«.
Sangur: Ebenezerkórið.
Forfedrar okkara offraðu, bæði teir heidnu og teir
kristnu, og vit offra. Vit hava mong orð, sum
offur er seinri liðurin í: brennioffur. Vit hava latið
mangar offurgåvur.
i øllum førum, tå id folk offradu, ella tey offra,
brúðfólk offra, faddrar offra, so er tað ein gåva, ið
løgd verður.
Offur er ein gåva.
Nu er so vanligt bædi at hoyra sagt og lesa um
offur, tá ið fólk eru deyð. Bardagin kravdi 300
offur. soleiðis varð sagt. Danir brúka orðið offer
soleiðis, sum maðurin segði.
300 fólk doyðu í bardaganum, tað er væl sagt,
og tað er vanlig tala.
Japan fer í dag at minnast offrini frá seinra
heimsbardaga. Japan fer í dag at minnast tey, ið
doyðu í seinra heimsbardaga.
Flestu offrini vóru til gongu, varð skrivað um
fólk, ið deyð vóru í ferðsluni. Hví ikki siga, at tey
flestu, ið doyðu í ferðsluni, vóru til gongu.
Munnu vit ikki mangan hava hoyrt um øll
offrini undir húsaleivdum, tá ið jarðskjálvti hevur
verið. Tá man vera rættari at tala um tey, id liggja
deyð undir húsatoftunum.
Hann gjerdist offur fyri rúsdrekka.
Fólk flest siga: Hann fall til brennivín. Vildi enn
verri til, so man onkur siga: Hann fall til brenni-
vín. Vildi enn verri til, so man onkur siga:
Brennivín varð hans deyð. Hann drakk seg í hel.
Offur er ein gáva. Ikki er tað gáva, at tey doyðu
í bardaga, av beistagerðum ella vanlukku.
Sv. T.
Læknavaktirnar
Tórshavn: Kristianna
Nordendal, tlf. 12979
leygardag og Selvi
i W. Olsen, tlf. 16611,
sunnudag.
Eysturoy: Magnus å
Stongunum, tlf.
23006, leygardag og
Pól Olsen, tlf. 47010,
sunnudag.
Norduroyggjar: Ól-
avur Gaard, tlf.
56900
Vågar: Tlf. 32413
Suðuroy (norður):
TIf. 71560
Suðuroy (suður):
Tlf. 73030
Tannlækna-
vakt, Tóshavn
Brådfeingishjålp fæst
i dag og i morgin kl.
13.00-14.00. Tlf.
14544.
Nevndin
broytt
Føroya Prentarafelag
hevði aðalfund sunnu-
dagin.
A skránni var m.a
nevndarval Tummas
Pauli Thomsen er komin
aftur í nevndina sum
kassameistari. og skrivari
er nú Eyðsvein Joensen,
sum var kassameistari.
Keld Ellevang er farin úr
nevndini, men er tiltaks-
limur. John í sjúrðargarði
heldur fram sum for-
maður.
Fundurin tók eisini
steðu til, um sáttmálin við
arbeiðsgevararnar skal
sigast upp 1. mai, men
formaðurin vil ikki upp-
lýsa, hverja avgerð limir-
nir tóku, fyrr enn arbeiðs-
gevararnir hava frætt frá
felagnum. ,
r)
Nr. 8 — 19. januar 1985
25. desember fingu
Selma og Emil
Johannesen, Norð-
depli ein son.
10. januar fingu Lív
Troest og Hallur
Hansen, Saltangará,
ein son.
11. januar fingu Katr-
in og Dánjal Samuel-
sen, Sandavág, ein
son.
13. januar fingu Mar-
gith og Bjarni Zacha-
riasen, Årgir, ein son.
13. januar fingu Aud
og Mikkjal Johanne-
sen, Miðvágur, ein
son.
14. januar fingu Asta
og Eivin Jacobsen,
Servágur, eina dótt-
ur.
15. januar fingu Eyð-
hild og Dánial Johan-
sen, Strendur, ein
son.
18. januar fingu Jóna
Thomsen og Martin
Jóanesarson, Strend-
ur, ein son.
32 íbúðir aftrat
beinanvegin
Í fyrsta um fari verða ikki
66 men 98 íbúðir bygdar
vestanfyri Sundsvegin í
Havn.
Nevndin fyri íbúðar-
byggingina vestanfyri
Sundsvegin hevur avgjert
at leggja fyrsta og annað
byggistig saman, soleiðis
at 32 íbúðir aftrat verða
bygdar beinanvegin.
Tað er avgjort, tí
Lýsið í
umsekjararnir eru so
nógvir, sigur Leivur
Johannesen limur í nevnd-
ini. Og tað er ikki ómegu-
ligt, at øll byggistigini
veråa sligin saman.
Hann sigur, at i februar-
mars mánað verður ar-
beiðið boðið út, soleiðis at
byrjast kann fyri summar-
frítíðina.
rj