Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-01-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. januar 1985síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sambært lóg nr. 69 frá 30. juni 1983 um grund- útbúgving innan fyrisitingar-, handils- og skriv stovugkið áseta „Landsskúlaráðið< og »Føroya Læruráð< hesar reglur: 81 82 85 Virki ella stovnur, sum tekur lærling til upplæring, skal frammanundan hava g68- kenning frå læruráðnum. 2. stk. Góðkenningin skal tilskila slag av upplæringarplássi. Lærlingur við fráfaringarskjali fyri lokið FHS-stødisår eigur sjálvur at finna sær upplæringarpláss. 2. stk. Skúlin skal eftir førimuni í stødisår- inum kunna lærlingarnar um møguleikar at fáa upplæringarpláss og um, hvussu mannagongdin er viðvíkjandi sáttmála- gerð, útbúgvingarreglum og rættindum og skyldum partanna millum í upplæringa- tíðini. Skúlin og læruráðið eiga at hava samband við upplæringarplássini. Skrivligur sáttmáli millum lærling og upp- læringarpláss er kravdur, og skal hann undirskrivast av pørtunum, áðrenn lær- lingurin byrjar å upplæringarplåssinum. Um lærlingurin ikki er myndugur, tå ið sáttmálin verður gjørdur, skulu foreldur ella verji eisini undirskriva. 2. stk. Í sáttmálanum skal vera ásett, hverjir partarnir eru, tíðarskeið, løn og onnur arbeiðsviðurskifti, slag av útbúgv- ing herundir hevuðsvinnugrein og yrkis- grein, hvussu ofta og hvussu leingi lær- lingurin skal á skúla. 3. stk. Sáttmálaoyðiblað, útbúgvingar- reglur og lågargrundarlag fyri FHS-út- b:igvingini fæst frá læruráðnum. 4. stk. Lærlingur, ið ikki hevur upplær- ingarsáttmála samsvarandi reglunum í hesi reglugerð, kann ikki koma inn á 2. parts skeið handilsskúlans uttan í teimum førum, har Landsskúlaráðið hevur gjørt serreglur fyri upptøku. Upplæringarplássið skal í seinasta lagi 8 dagar aftaná, at upplæringarsáttmálin er undirskrivaður, senda hann til góðkenn- ingar hjá læruráðnum, sum ansar eftir, at avtalan er í tráð við tær reglur, sum galda fyri hesa útbúgving, og at upplæringar- plássið er góðkent. 2. stk. Læruráðið sendir beinanvegin skúlanum Bitt søritav góðkenda sáttrmála- num. 3. stk. Broytingar í ella uppískoyti til sátt- målan verða gjørd eftir reglunum i 1. og 2. stk. og 8.3, 1. stk. Upplæringarsåttmålin skal i minsta lagi fevna um eina starvslærutíð við skúla- gongd, sum svarar til eitt rættindisgev- andi útbúgvingarstig. 2. stk. Upplæringarsáttmálin kann, har upplæringarplássið ikki kann lúka øll út- bugvingarkrøv, eftir góðkenning frá læru- ráðnum, vera gjørdur við fleiri upplær- ingarpláss, sum hvert tekur sær av ávísum REGLUGERÐ um upplæringarsáttmálar fyri lærlingar á 2. stig fyrisitingar-, handils- og skrivstovugkið $6 87 58 39 810 parti av upplæringini. Upplæringin skal samanlagt lúka treytirnar eftir 1. stk. 3. stk. Uttan broyting i rættarligu vidur- skiftunum såttmålapartanna millum kann upplæringarplåss við góðkenning frá læruráðnum gera upplæringarsáttmála, sum er treytaður av, at lærlingurin eitt ella fleiri tíðarskeið fær verkliga partin av upp- læringini á ødrum góðkendum upplær- ingarplássi. Skúlin skal geva upplæringarplássinum boð um kravd skeið í góðari tíð framman- undan, og skal skipa soleiðis fyri, at skúla- skeiðini liggja innan fyri sáttmálatíðar- skeiðið. 2. stk. Fráboðanar- og tilrættisleggingar- skylda skúlans er treytað av, at skúlin í góðari tíð fær boð um upplæringarsátt- málan. Lønar- og onnur arbeiðsviðurskifti í sått- málatíðarskeiðinum verða ásett sambært sáttmála millum arbeiðsgevara- og ar- beidstakarafeløg á hverjum øki sær. Er ongin sáttmáli, ásetur landsstýrið, hvussu lønin verður roknað. 2. stk. Frítíðarlógin og lóg um starvsmenn eru galdandi fyri FHS-lærlingar. Upplæringarsáttmálin kann vanliga ikki verða uppsagdur í tí tíðarskeiði, hann um- fatar, sí tó 3. stk. 2. stk. Um partarnir eru samdir, kann sátt- málin setast úr gildi, áðrenn eitt rættindis- gevandi útbúgvingarstig er lokið, sí 8 14. 3. stk. 3 teir fyrstu mánaðirnir av sátt- málatíðarskeiðinum eru royndartíð, har báðir partar kunnu siga sáttmálan upp utt- an serliga grundgeving. Møgulig skúla- gongd telur ikki við í royndartíðini, sum verður longd samsvarandi. 4. stk. Hjá lærlingi, sum ikki er myndugur, skulu foreldur ella verji geva loyvi til upp- søgn eftir 2. og 3. stk Um lærlingur vegna sjúku hevur verið burtur meira enn 10% av ásettu læru- tíðini, kann læruráðið eftir áheitan frá lær lingi ella upplæringarplássi leingja sátt- málatíðarskeiðið. Sáttmálatíðarskeið kann í mesta lagi verða longt við teirri tíð, sum lærlingurin hevur verið burtur, og skal átekning um hetta gerast í upplæringar- sáttmálan. 2. stk. Har onnur serlig viðurskifti gera seg galdandi kann læruráðið — eftir áheitan frá einum av pørtunum — góð- kenna, at sáttmálatíðarskeiðið verður longt. 3. stk. Í serligum føri kann læruráðið krevja sáttmálatíðina longda. Upplæringarsáttmálin verður settur úr gildi av læruráðnum, um lærlingur íkki kann fáa váttan fyri skúlaskeið, sbr. $ 15, vegna vánaliga uppmeting, ella um við- komandi verður vístur burtur av øðrum or- . ” grundútbúgving innan 811 812 813 814 815 8 16 817 søkum. Í tilikum føri skal skúlin beinan- vegin boða læruráðnum frå. 2. stk. Í serligum føri kann lærlingur eftir góðkenning frá Landsskúlafyrisitingini fáa høvi til at taka skúlaskeið umaftur. Um ein av pørtunum í avgerandi mun brýtur sína skyldu, kann hin parturin siga sáttmálan upp. 2. stk. Um ein avgerandi fortreyt fyri at gera sáttmálan vísir seg at verða skeiv, kann annar av pørtunum somuleiðis siga sáttmálan upp. 3. stk. Uppsøgn eftir 1. og 2. stk. skal fara fram í seinasta lagi 1 mánað aftaná, at tann av pørtunum, sumg.ygakir at siga Sátt- måles upp, er vorðin ella við vanligum fyriliti áfti at verið vorðin vitandi um tey viðurskifti. sum liggja til grund fyri upp- søgnini. Um lærlingurin ikki er myndugur, kann uppsegn frá hansara síðu bert fara fram við samtykki frá foreldrum ella verja. Í forum, har partarnir ynskja at siga sátt- málan upp eftir 5 11, og i førum, har ósemja er ímillum lærling og upplæringar- pláss, eigur læruráðið at fáa fráboðan um hetta, og eigur læruráðið at royna semju. Ósemja millum lærling og upplæringar- pláss, her íroknað ósemja, sum ikki er eydnast at gera semju í, sambært 8 12, verða lagdar fyri gerðarætt, sambært 5 25 í lærlingalógini. Verður upplæringarsåttmåli uppsagdur, eigur upplæringarplássið at boða læruráð- num frá hesum í seinasta lagi 14 dagar aftaná. Læruráðið setir sáttmálan úr gildi og boðar skúlanum frá hesum. Skúlin skal geva váttan fyri lokin skúla- skeið samsvarandi útbúgvingarreglunum. Umleið ein mánað áðrenn sáttmálatíðin er liðin, skal upplæringarplássið saman við avriti av váttan sbr. 8 15 senda læruráð- num fráboðan um lokna lærutíð við um- mæli um dugnaskap. Tá hesi skjal fyri- liggja, skal læruráðið lata lærlinginum út- búgvingarskjal. Landsskúlafyrisitingin ásetur eftir tilmæli frá Føroya Læruráð fyriskipanir um døm- ing um fakliga úrslit lærlinganna og nærri reglur um, hvussu útbúgvingarskjal og ummæli skulu gerast. Reglugerðin er góðkend av Føroya Læruráð 5. desember 1984 og av Landsskúlaráðnum 7. de- sember 1984. fyri Landsskúlaráðið fyri Læruráðið Ludvig Petersen Jógvan Hammer landsskúlastjóri formaður