leygardagur 26. januar 1985síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4,Flennið !
7 Teknid!
Í 71 (11 Í
Í Eysturríki
við CISV
Her eru ell sum vóru á CISV-leguni í
Eysturríki
Eysturríki er eitt deiligt land, um
summarið kann tað verða 35 til 40?
heitt, tað regnar eisini. Mitt um dag-
in kann tað blíva yvirskýggjað, toran
gongur og so oysir tað niður.
Eg var í Eysturríki vid CISV, tað
merkir altjóða barnalega.
Vit sum fóru til Eysturríki í summ-
ar, vóru eg (sum búgvi í Havn), ein
drongur, sum eitur Agnar og býr í
Klaksvík, ein genta sum eitur
Beinta, sum eisini býr í Klaksvík og
ein aftrat sum eitur Lena og býr í
Streymnesi. Ein leiðari skal eisini
vera við (sjálvandi).
I Eysturríki vóru børn úr Korea,
Egyptalandi, Brasilia, Canada, Frak-
landi, Danmark, Italia, Ungarn,
Eysturríki og so eisini vit úr Før-
oyum. Tað var beint uttanfyri Grax,
legan var. Vit búðu á einum barna-
heimi, men bernini sum búðu har,
vóru í summarferiu.
Har vóru sovikømur til 2 børn,
nøkur til 3 og nøkur til 4. Har var
eisini ein svimjihyldur, hann var úti.
Vit skuldu upp kl. 7 um morgunin,
so fóru vit út at syngja CISV-sangin,
og tá ið vit vóru liðug við hann, fóru
vit at eta.
Tá ið vit hevdu etið, fingu vit frí
ein hálvan tíma. Nøkur spældu, onk-
ur skrivaði brev, og onkur ruddaði
kamarið ella reiddi songina. Tá ið frí-
tíðin var av, skuldu vit ell samlast í
felagsrúminum. Onkuntíð spældu vit
spel úti ella inni, onkuntíð fóru vit
ein túr, soleiðis gekk tíðin, til vit
skuldu eta. Vit fingu onkuntíð suppu
við kjøtbollum og gularótum, onkun-
tíð rís og kotelettir. Vit fingu onkun-
tíð okkurt sum okkum ikki dámdu,
og onkuntíð okkurt sum okkum
dámdu.
Ta vit høvdu etið okkum mettan
og væl settan, høvdu vit ein hålvan
Nr. 11 — 26. januar 1985
Her eru luttakararnir úr Feroyum.
Frá vinstru: Beinta, Agnar, leiðarin
John Eli, eg og Lena.
Hetta vóru tær vandamiklu trappur
og brýr.
tíma fyri okkum sjálv. Eg fór sum
oftast uppá kamarið at skriva bræv
ella postkort. Tá ein hálvur tími var
farin opnaði ein kiosk.
Vit kundu keypa fyri 7,50 kr. í okk-
ara pengum. Man sendi eisini brevini
har, vit skuldu bara keypa frímerki,
og skriva adressuna, so gjørdu tey
restina. Kioskin seldi góðgæti og frí-
merki, og hon var opin ein hálvan
tíma. Uml. kl. tvey fóru vit at
smimja. Aftaná vóru vit úti sum
oftast, so ótu vit nátturða. Vit fóru í
song kl. 10.
Annað
Vit fóru nógvar útferðir. Vit vóru eis-
ini í Wien ein dagin. Vit fóru í Tivoli,
og sluppu at royna alt tvær ferðir
ókeypis. Býráðið rindaði.
Tivoliið í Wien var nógv sterri enn
Tivoli í Danmark, men ikki líka
hugnaligt. Vit vóru í hesari legu
umleið ein mánað. Ein dagin fóru vit
eina útferð uppá eitt fjall. Vit skuldu
ganga eftir nógvum trætrappum og
brúm nidan gjøgnum eina gjógv, til
vit komu uppá fjallið, ein fínur túrur,
men strævin.
Um trý ár hittast vit aftur í Dan-
mark ella i Føroyum.
Tór Verland
VU G