Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-01-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. januar 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tað er vist ikki Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Útgávudagar: tysdag, hósdag og leygardag Útgevari: PF Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Mútler Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Dagny Joensen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta Grindadráp og umdømi NÓGV hevur verið gjørt burtur úr grindadrápi hesa seinastu tíðina. Henda umrødan stavar serstak- liga frá eini sending í danska sjón- varpinum. Í hesi sendingini hevði sjónvarpsmaðurin Preben Heide fingið loyvi frá Sjónvarp Føroya at brúka nakrar myndir, sum sjón- varpsfólk okkara hava tikið av einum grindadrápi í Sandágerði. Myndirnar góvu okkum eina hug- mynd av, hvussu grindadráp er, tá tað er ringast. Tvs. har fólk, sum eru við í drápi, als ikki duga sær hógv men stinga og drepa uttan skil. Í áhugaverdari útvarpssending nú um dagarnar lótu tveir av okkara ungu útvarpsmonnum fólk sleppa framat mikrofonini at siga sína hugsan um grindadráp. Hetta var ein áhugaverd sending, sum vónandi gerst fastur táttur í útvarpinum. Tað eru nevniliga so nógvir spurningar, sum kunnu viðgerast á henda hátt. Niður- staðan í hesi sendingini var, at føroyingar eiga at gera alt fyri, at grind verður dripin, sum hon eigur. Tvs. á ein slíkan hátt, at tað ikki kann kora uppá tal at tosa um djórapínslu og kaltblóðugt morð. VIT vita av royndum, at tað ber til at drepa grind, soleiðis sum tað sømir seg. Men tíanverri eru dømini um tað øvugta alt ov mong, og ti er eisini gott, at vit fáa hetta almenna orðaskiftið um grindadráp. Nú eru so myndir, sum vísa tað ljóta grindadrápið, vístar í danska sjónvarpinum og hevur tað elvt til mikla øsing mill- um danir. Nú er so spurningurin, um hesar myndir nú fara verðina runt og verða vístar fyri síggjar- um í londum, sum føroyingar í dag hava okkurt samskifti við. Tað er heilt greitt, at slíkar oddagrein myndir kunnu skaða umdømi okkara, og at tað í seinasta enda fer at skaða útflutning okkara av fiski. HETTA varð eisini nevnt i út- varpssendingini og eiga vit ikki at lata hesi orðini fara framvið uttan nakað. Hver, ið hevur skuldina av, at slíkt kann henda, skulu vit ikki meta um. Men kanska átti sjónvarpið ikki at latið myndirnar, tí tær vóru so ræðuligar. Men tað er so gjørt, og nú er so spurn- ingurin, um sjónvarpið er ført fyri at steðga sendingini, soleiðis at hon ikki verður seld til onnur lond. TAÐ er heilt givið, at koma slíkar myndir víða um og okkara fiska- keyparar í Onglandi, Týsklandi og USA fara at síggja tær, so kann tað skaða okkara fiskaútflutning. Hetta hava vit haldgóð dømi um frá norsku hvalaveiðuni og grøn- lendsku kópaveiðuni. OKKARA uppgáva er tí at upp- lýsa um grindadráp. At siga frá, at fleiri grindir eru slopnar til havs aftur, ti at mett var ikki, at tørvur var á meiri grind. At siga frá, hvussu stóran týdning grindin hóast alt hevur fyri húsarhaldið 0. s. fr. KANSKA tað hevði verið heppið, um tað almenna ella onkur annar fekk til uppgávu at gera ein sjón- varpsfilm um grindadráp, ið kundi verið brúktur sum upplýsing, og tá eisini vístur í ødrum londum. Vit eiga at umhugsa ein tílíkan meguleika. Fyri alt í verðini, so má umdømi okkara ikki verða skaðað bert frå nøkrum fáum sjónvarpsmyndum frá einum óhepnum grindadrápi. Skelkandi yvirskrift á forsiduni stórur . . Kl . . . …- og seta blaðið upp so- er tað eitt forvitnisligt og munur á Sosialinum og eðrum blødum í so máta, at roynt verður at skriva leiðis, at tað kann seljast. Men Sosialurin plagar at vera meir enn hetta. Og tí upplýsandi blað, sum vit rokna við. Forsíðan á leygardags- Nr. 12 — 29. januar 1985 Tann politiska stødan Soleiðis ljóðaði lýsing frá „Unga Sambandinum« tann 24/1 1984 i utvarp- inum, og har bleiv sagt frå, at teir skuldu halda fund, og at fyrrverandi løgmadur, Harra Paula Ellefsen, skuldi greida frå politisku og økonomisku støduni i dag. Tað er væl skiljandi, at Unga Sambandid heldur fund um hetta mål, ti for- maður teirra, fyrrverandi løgmadur Pauli Ellefsen, sum eisini er statsviður- kendur grannskoðari, hevði á nýggjárinum eina reðu fyri Føroya fólki, har hann sum legmaður Fer- oya segði frá, at alt stóð væl til her á landi. Hann og samgongan løgdu eitt vælskipad búgv eftir seg. Og hetta hevði verið mikið gott, um tað hevði verið so. Tí sambært sama leg- manni vóru allir grunnar fullir, oll gjøld sum fallin vóru til gjaldingar vóru goldin, yvirtrekkini vóru niðurgoldin, Feroya land var ført fyri at gjalda hverjum sítt, hann segði, at tað var betur fyri bú- skaparliga, enn tá hann og samgongan tóku við fyri fýra árum síðani. Hetta segði Pauli Ellef- sen í nýggjársreðu síni sum legmaður Feroya fyri øllum Føroya fólki bæði í sjónvarpinum og í útvarp- inum tann 31/12 1984. Men hvat er veruleikin, harra formaður sambands- flokksins, og tað er very- leikan og sannleikan, sum uttan iva Unga Samband- ið vil hava fram. Tí bert 23 dagar aftaná reðu fyrrverandi løgmans, og sera bjartskygna yvirlitið um steðu Feroya lands, tá sigur >Det Rád- givende Udvalg« fyri Før- oyar: At samfelagið Føroyar er bert 28% frá bankarot, og framheldur sama út- valg, sum er samansett av serkenum frá Statsminis- teriinum, at samgongan fra 1980-1984 einki hevur gjert fyri at broyta gongd- ina. Tað vil siga, at leg- maður Feroya frá 1980- 1984, Pauli Ellefsen, sum sjálvur er statsvidur- kendur grannskoðari, má hava verið kendur við henda hættisliga veru- leika, og tí ongan áhuga hevði fyri at verða við í einari nýggjari samgongu, sum fær ta tungu men neyðugu uppgávu at venda gongdini. Eg havi stóra virðing fyri teimum politikkarum, sum nú hava tikið avgerð at royna at broyta gongd- ina, ta gongd sum Sjálv- stýrisflokkurin sum ein- asti av fyrrverandi sam- gonguflokkum ferð eftir ferð vísti á, men teir talaðu fyri deyvum oyrum. Tað skal tó skoytast uppí, at Fólkaflokkurin ikki helt seg undan at vera við, og eg persónliga og politiskt meini, at tað var skeivt, at teir ikki fingu meguleikan, tó alla virð- ing fyri teimum sum nú hava tikið hendur saman, men greitt er, at tað krevst nógv, og tí skilji eg væl Unga Sambandið. Hvat hevur Pauli Ellef- sen nú at greiða frá 23 dagar aftaná nýggjárs- reðu sína? Hansara metingar um politisku steðuna í dag áttu at verið almanna- kunngjerdar, og ikki fyri læstum hurðum hjá Unga Sambandinum. Tí Feroya Fólk hevur krav uppá at vita, hver sigur satt, fyrrverandi løg- maður Pauli Ellefsen ella Ráðgevandi nevndin fyri Feroyar. Sverre Midjord blaðnum bar heitið: Skelkandi donsk VKI- kanning: Funningsfjørdur tolir ikki fleiri alisteðir. Greinin tilyvirskriftina stóð á síðu 3. Men har var einki skelkandi, tvertur- ímóti varð danska kann- ingin segd at vera mest sum einkisverd. Tí var lít- ið samsvar millum for- síðuyvirskriftina og grein- ina. Men hetta elvdi til fleiri skelkir! 1. At Sosialurin eins og onnur standa við opnum fovningi, bert tað lotar úr hanakjafti á donskum máli. Herfyri var tað >Det rådgivende udvalg« og nú VKI-stovnurin. Báðir partar fremmandir, danskir ætlaðir donum at nýta. Tað undrar stórliga, at fjølmidlarnir geva hes- um so miklan ans, men valla hoyra ella lána oyra til somu orð á føroyskum máli. Tað var mær ein skelkur, at Sosialurin nýtti VKI-stovnin til hendan vikuskiftisskelkin á forsíðuni — og omaná var alt beru lótir. 2. tað er skelkandi at fáa at vita, at Landsverk- froðingurin hevur sent boð eftir VKI-stovninum til at gera kanningar. Hetta av- dúkar bert eina ferð enn, at Landsverkfrødingurin undirmetir føroyska fak- fólkið, at stovnurin er ein statur í statinum, og vit eiga valla politikarar, sum rekka leiðaranum á stovn- inum til kniggja. Sam- rødan vid Boga Hansen lýsti upp i mongum krók- um, sum higartil hava lig- id i myrkri. 3. Hóast Landsverk- frødingurin man hava vitað um kanningarnar gjerdar á Skálafjorðinum og uppskotið til skipaðar dálkingarkanningar, so letst hann ikki um vón, uttan biður VKI gera upp- skot til dálkingarkann- ingar. Skula vit taka tað fyri fult, sum Bogi Han- sen ferir fram í blaðnum leygardagin, er góð grund til at órógvast fyri ikki at siga skelkast. Orðini boða frá ótolandi frekleika á al- mennum foroyskum stovni móti ellum fram- tøkum og allari fakligari menning her á landi. 4. Tað er ti skelkandi at yvirskriftin å leygardags- forsiduni ikki var: Skelk- andi atburður av Lands- verkfrødinginum: Før- oyska fakfólkið sett til viks! Tad var just tad, greinin snúði seg um. Men Sosialurin metir altso, at eitt ella annað danskt út- talilsi um føroysk viður- skifti er frægari søluvøra, og nytir ti tad at gjara ut vid. Tad er bert spell at so nógv samband og so nógv undirbrotligleiki skal vera eftir í okkum, at tað loysir seg at gjara út við slíkum. — men um tað so loysir seg, Sosialurin, var so ikki stundin komin, at blaðið ásannaði tað mentanarliga og politiska undirgraving- arvirksemi, sum stendst av hesum!! Sosialurin skal hava tøkk fyri greinina á síðu 3. Vóni nú at málið verður viðgjert eitt sindur aftur- at. Hvat sigur t.d. lands- stýrismaðurin í alingar- málum og dálking, og hvat er landsstýrið sinnað at gera. Og hvat liggur aftanfyri mannagongdina hjá Landsverkfreðingin- um. Martin Fjallstein PS. Okkara dugnaliga fólk á Debesartrød skal eiga tekk fyri teirra slóð- brótandi og mangan lítis- virda arbeiði. Kortini havi eg huga at spyrja, hvussu er við avleiðingunum av at verða settur til viks, at ikki at verða hoyrdur. Er fólkið stovnsinventar ella fólk, sum grundað á fak- kunnleika og etikk kunna mótmæla og taka avleið- ingar, tá ið á leikar? Fit ringja Sosialurin, tlf. 11820 — vit skriva