týsdagur 29. januar 1985síða 15
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Etiopia og Chad.
mitt í
Chad liggur
norðrara helmingi Afrik-
as, norðantil er Libya og
eystantil er Sudan.
Helmingurin av tí er
oyðimerk, er partur av
Sahara, sum stødugt etur
seg suðureftir.
Borgarakriggj hevur
verið har í mong ár, og
grannalondini Libya og
Sudan hava fýrt upp-
undir.
Í norðara partinum
búgva muslimar, sum eru
blanding av arabum og
hamitum, upprunaliga
fólkið.
Í sunnara partinum, har
jørsin kann dyrkast,
búgva kristin nekaraskyld
fólk.
Chad var franskt hjá-
land, men sjálvt aftaná
frigering hevur Frakland
eitt stórt orð at siga og
hevur fleiri ferðir sent her-
deildir at stimbra teirra
stjórn, sum mátti verið
ella kanska meir fyri at at
forða eðrum í at leggja
landið undir seg.
Tað er eitt av hungurs-
raktu londum í Afrika.
Dagliga síggjast flokk-
ar av bernum í kloddum,
óvaskað, andlitini hvít av
sahara-sandi, fylkjast um
torgini, meðan sólin setir,
og tað fer at lota kalt.
Bernini leita í sandinum
eftir onkrum etandi, eitt
korn her, eitt annað har.
Við Karl í Afrika
+ Tíðindablaðið Sosialurin fer nú at
halda fram við greinum um stoðuna
hjá teimum neyðstoddu í norðara
parti av Afrika. Vit fara at umrøda
vidurskiftini i afrikonsku londunum
Karl Nolsøe hevur vitjad i hesum
londum og hevur sent Sosialinum
fleiri greinar frå ferdini
Nøkur verda koyrd i
blikkskål, sum umframt
kloddarnar er teirra ein-
asta ogn, onnur fara bein-
leiðis í munnin. Longri
eystur og norður tú kemur
frá hevuðsstaðnum Ndja-
mena, sterri eru bólkarnir
av svongum flóttarfólk-
um, ið rýma undan svið-
andi skerpingi, ið um-
skapar fruktagóðar partar
av landinum til oydimørk,
til part av Sahara. Lands-
partaforsetin sigur, at
kvinnurnar brúka allan
dagin at hegga sundur
tær stóru mýrutúgvur, ið
síggjast allastaðni, fyri at
finna viltvaksandi korn.
Hann leggur báðar
hendur so tætt saman,
hann kann, fyri at vísa,
hvussu lítið dagsins slit
gevur teimum. Í flótta-
legu norðanfyri býin
Mongo eru meir enn
10.000 fólk í landslagnum,
sum er við at verða oyði-
merk. Har knúsa kvinnur
turr blød og gras til vak-
urt grent pulvur uttan
minsta feðsluevni, einasta
feðin hjá mongum.
Aðrar mala smáar
negdir av sorghum korni
til eina betri máltíð.
Stjórnin og hjálpar-
stovnar meta at Chad, ið
heyur minni enn 5 mill.
íbúgvar, vantar 300.000
tons av korni. Stersta
Vit mugu ikki gloyma
jarðarinnar neyð
Karl Nolsøe greiðir her frå ti afrikanska landinum Chad,
sum oydimørkin etur seg inn å. Hann hevur vitjad eina
trúboðarasteð, har tey eftir førimuni royna at hjálpa
teimum børnum, ið eru ringast fyri
negdin, ið kann flytast inn
í hetta landgjyrda landið
ætlast til 120.000 tons.
Vegir eru vánaligur ella
eingir.
Katólska nunnan, syst-
ir Christilla, við trú-
boðarasteð í muslimska
býnum sigur, at alt tey
kunnu gera, er at bjarga
so mongum bernum, sum
tey rakka, men tað er
minsti parturin.
Frammanfyri trúboð-
arastødina er túnið dagligt
samkomustað hjá smáum
børnum og mammum
teirra, ið vitna um ófati-
liga neyð.
Einasta ljóð, meðan
bíðað verður eftir greyt-
inum til bernini, ið verður
gjerdur úr rísi, mjólk og
sukuri, er áhaldandi hosti.
Oyðimarkarnætur eru
kaldar, og tey sova í neyð-
ars kloddum, uttan teppir
undir opnum himni. Fá
børn gráta, færri tosa.
Mammurnar síggja ótta-
fullar út og líka so svang-
ar sum bern teirra, men
eingin greytur til teirra
Systir Christilla fær
ransónir frá World Food
Program til 200 bern dag
liga.
„Eg kann einans taka
tey sum eru 80% ella
meira niðurundirkomin
Tá tey røkka 80%, må eg
lata tey fara,< sigur hon
»Men beint nú matskaffa
vit 286, sum eru undir
80%. Tey eru so mong, ið
svelta, hvussu kann eg
senda tey burtur?«
Marasmus, sjúkan, har
hitt svøltandi likamið
byrjar at tera uppá seg
sjálvt og fær andlit barn-
anna at síggja avgomul
út, sæst allastaðni, har
hjálparfólk ferðast har
norðuri
»Hygg at honum«,
sigur systir Christilla og
lyftir kloddan, ið mamm-
an fjalir barnið við, sum
krekist at brósti hennara
»Hann er 3 ára gamal og
vigar 3 kilo.« Nunnan sá
ikki, at barnið var ein
genta so ómetaliga hung-
ursmerkt, at munurin ikki
var at síggja. Rivja- og
bringubein vóru um at
bresta igjøgnum holdið, ið
strektist so tátt av
hungri. Armar og bein
vóru sum snældur
»Latum okkum bida«
sigur Awat Badoulaye
sjukrasystir, ið hjálpir
Christillu. Hon vendi sær
frá børnum og mammum
ið sótu í túninum, suffaði
tungliga og fór inn
búðina
Nú eru vit farin inn í
1985, kunna tey lond, sum
i 1984 høvdu eitt rimiliga
gott år, fata, at tey kunnu
ikki blíva við at gloyma
jarðarinnar
um
neyåstøddu
longdini
bjarga sær sjålvum sålar
liga?
»Hvat ið
einum av
tey i vilja
1 Et
hesunð
minstu