týsdagur 29. januar 1985síða 17
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 12 — 29. januar 1985
Atli Dam á politiskum fundi í Havn:
Vóni at islendski
javnaðarflokkurin
fer at klára seg væl
komandi vali
bera flokkinum tær best
heilsur
Nakað soleiðis segði for-
maður javnaðarfloksins,
Atli Dam £ hann tók orðið
á javnaðarfundi á Hotel
Hafnia mánakveldið
og bar eina heilsu til for-
mannin í íslendska javn-
aðarflokkinum Jón Bald-
vin Hannibalsson, sum
eisini var á fundinum.
Hann helt reðu beint
frammanundan.
Atli Dam tók annars
við, at Jón Baldvin slepti
og seðgi, at steðan í Fer-
oyum fyri legtingsvalið í
mangar mátar er steðuni í
Íslandi lík. — Vit fóru til
val uppá at fremja kon-
kretar loysnir fyri at beta
um búskaparligu steðu
landsins. Hetta skilji eg,
at íslendski javnaðar-
flokkurin nú eisini fer at
reka valstríð uppá. Tað
haldi eg er gott.
Atli Dam visti á, at
foroyski javnaðarflokk-
urin júst hevur víst á,
hvussu órættvís umfor-
deilingin av samfelags-
virðum hevur verið sein-
astu árini undir borgar-
ligum stýri, har hallið og
ábyrgdin eru vorðin natio-
naliserað, meðan vinning-
urin er vorðin privatiser-
aður.
akkaði iavnadar
folki
samgongusamráðing
legtings-
hesar
samráðingar hevdu verið
drúgvar og strævnar.
Hann takkaði annars
fyri tað stóra arbeiði, sum
javnaðarfólk gjerdu
undan valinum til tess at
unum nú eftir
valið og segði, at
tryggja flokkinum eitt
gott valúrslit.
— Eg havi ongantíð
trúð, at tað vóru so nógv
fólk, sum so virkin ar-
beiddu fyri flokkin, og tað
frødir meg. Atli Dam legði
serligan dent á tað framúr
góða úrslitið, sum flokk-
urin fekk i Suðurstreym-
oy.
Hann segåi eisini, at
floksleiðslan var greið
yvir, at tað var ein nasa-
djørv steða at taka at úti-
hýsa fólkaflokkinum frá
eini møguligari sam-
gongu, tí henda steðu-
takan avmarkaði megu-
leikarnar at skipa fyri eini
samgongu. — Men tað
hevur jú verið eitt av
fremstu ynskjunum hjá
nógvum av okkara velj-
arum, at javnaðarflokk-
urin átti einki at hava við
fólkaflokkin at gera so-
leingi hann hýsti slíkum
elementum sum Óla
Breckmann. Tað ynski
hava vit so fylgt og haldi
í tt } A
KK VTU æð
tólkaflokkin og sambands
flokkin
Atli Dam segði eisini, at
hóast heilir fýra flokkar
eru um at skipa lands-
stýri, so hevur javnaðar-
flokkurin fingið megin-
partin av teimum málum,
sum hann fór til val uppá,
við í samgonguskjalið. —
Sjálvandi hava vit ikki
fingið alt, og tað vil so
altíð vera í einum sam-
arbeiði við aðrar flokkar.
Fiskivinnan
Hann nevndi síðani, at
flokkurin hevur átikið sær
at umsita fiskivinnuna,
sum er eitt stórt og
trupult málseki.
— Her er nógv at gera, tí
her mugu fremjast stórar
broytingar. Hann visti
síðani á, at tað er ikki
nokk bert at hækka
skatt og toll fyri at fáa bú-
skapin aftur á rættkjøl.
Neyðugt er at fáa skil á
aftur alt samfelagið.
Síðani nevndi hann
Menningarstovuna, sum
nú verður sett á stovn.
Hon skal hava til uppgávu
at samskipa uppgávurnar
hjá Menningar- og Íd-
naðargrunninum og
annars ráðgeva í ymsum
Síða 17
Jón Baldvin Hannilbalsson vitjar á Tórshavnar Skipasmiðju. Her tosar hann við
stjóran Poul Mohr. Aftanfyri Henrik Tausen og Jóannes Dalsgaard.
spurningum. — Vit vænta
okkum nógv av Menn-
ingarstovuni, legði hann
aftrat.
Dapurt útlit
Atli Dam kom síðani
nakað inn á seinastu frá-
greiðingina frá Ráðgev-
andi nevndini viðvíkjandi
Føroyum og segði, at
henda frágreiðingin
váttaði alt tað, sum javn-
aðarflokkurin hevur fert
fram í valstríðnum um
vánaligu búskaparligu
steðu landsins. M.a. at út-
lánsskuldin er uppá 62%
av sjálvari tjóðarúrtekuni,
og at hon fer at vaksa til
72% í hesum árinum, og at
vandi er fyri, at hon gerst
80 til 90% tá avtornar.
Hetta ger tað sera tor-
ført hjá verandi sam-
gongu at fremja skila-
góðar nýílegur, tí undan-
farna samgonga hevur
longu bundið samfelagið
við hond og fót.
Formenninir í íslendska og feroyska javnaðarflokkinum, Jón Baldvin Hannibalsson og Atli Dam, hittast í Tinga-
nesi og hava samreðu um búskaparligu steðu Feroya. Foto kalmar
— Fyrrverandi leg-
maður, PAULI Ellefsen
segði í síni nýggjársreðu,
at nýggja landsstýrið fekk
tað lætt, tí undanfarna
stýrið hevði stýrt so skila-
gott. Nú síggja vit, at tað
verður beint tverturímóti.
Og tí er tað so sanniliga
brúk fyri konstruktivum
loysnum, sum javnaðar-
flokkurin hevur sett fram
endaði Atli Dam.
Almannamál
Vilhelm Johannesen,
landsstýrismaður, hevði
eisini orðið á fundinum.
Hann segði, at tað uttan
iva var ávís ónegd millum
javnaðarfólk, at flokkurin
hevði sagt almannamálini
frá sær í landsstýrinum,
men til hetta var at siga,
at flokkurin kortini hevði
fingið undirteku fyri
sínum sjónarmiðjum á
hesum økinum, og at ein
almannapolitikkur, sum
javnadarflokkurin kann
góðtaka, verður framdur,
uttan mun til hver
umsitur hetta málseki í
landsstýrinum.
Nú hava vit bert sitið
í 10 dagar og haldi eg
sjálvur, at vit longu hava
fingið nakað av skafti. Vit
prioritera Menningarstov-
una sera hegt, og ídnaðar-
ráðgevin er longu settur
til at fyrireika hana.
Hann vísti á, at Ídnað-
argrunnurin hevur keypt
gomlu byggimiðsteðina í
Havn og er ætlanin at
samskipa virksemi hjá
grunnunum og Men-
ingarstovuni undir sama
taki. Helini verða so eisini
framsýningarstað fyri
føroyskar ídnaðarverur
Vilhelmt Johannesen
segði víðari, at ein lóg má
gerast fyri aling og hav-
búnað, soleiðis at eisini
alararnir = kenna sínar
skyldur.
Ferðslan
Javnaðarflokkurin um-
sitir eisini lógarmál. Her
ætlar Vilhelm Johanne-
sen, sum umsitur hetta
málseki at fara til verka
beinanvegin.
— Tað er mín ætlan, at
hava eina lóg klára at
leggja fyri tingið 5. febru-
ar, sum eru broytingar í
ferðslulógini soleiðis at vit
kunnu
óhugnaligu óhappunum í
ferðsluni endaði Vilheln
Johannesen
steðga
jan
HVERJIR EIGA
ÍSLAND?