Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-02-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. februar 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26. 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn Útgávudagar: tysdag, hósdag og leygardag Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin Borgarligt myrkaspæl IKKI eiti á, hvussu borgarliga pressan við Dimmu og Paula E. á odda júka og gremja seg um, at vanlukka Føroya, búskaparliga sorið, ikki longur verður duld sum mansmorð. Bert tað, at tala um vána standin, verður sagt at vera tað sama sum at leggja fót fyri teimum privatu fyritøk- unum, sum annars kundu lánt óav- markaðar upphæddir uttanlands. Men hvussu evarska lítið, ið í veru- leikanum hevur verið lánt av privat- um uttanlands uttan landskassaveð- hald, verður einki sagt um. KANSKA ov mong halda væl til standa í hesum samfelag. Glasururin — handilsgluggar og ovurmikla vøru- útvalið á krambahyllunum — er í lagi, helst í so gott. MEN seinastu óhugnaligu veruleik- arnir um vánaligu stóðu landsins og harvið »vanliga« borgarans, fáa nú helst fleiri og fleiri at skilja klinti frá hveiti, skilja fjalda vesaldomin trå køvandi vælferdargyklinum, hesum borgarliga glasuri, sum í tilmålda tíð so væl kann ugga ynskishugsan fólksins, men sum ongantíð hevur givið nøkrum mat í munnin. GLASURURIN á lagkøku Paulasar er vissuliga rivnadur so tad munar, og nektaða vanlagna fólksins nú so himmalskríggjandi, at hálvavegna undrandi samkensluváttanir longu eru komnar uttaneftir. Men samhugi verður ikki sýndur hesi lamdu tjóð frá okkara borgarligu undirgravarum við Paula E. á odda. SAMKENSLA teirra verður enn sum áður vend móti teimum, sum tó nú helst verri kunnu fara at klína lånt marcipan í rivnandi skortarnar. Sektin liggur so á, hvussu fólkið skal lívbjarga sær meðan roynt verður at linkað um avleiðingarnar av lántu glasurmilliardum fráfarna landsstýris- ins. HVORJIR samfelagsbólkar, ið sein- astu árini hava verið fyri størsta miss- inum, ivast eingin i. Hesir eru vanligu løntakararnir, teir uttan avskriv- ingarnar, ið vegna alsamt sekta skattatrýstið varandi »fyribils-toll- gjøld« og órímiligar dyrtidarvidbøtur bert eftir hasum vanlukku fýra árunum hava fingið keypiorkuna skerda við 20-25 prosentum. Útgevari: P/f Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Mútler Fyritaksstjóri: Krisjan Dahl Blaðfólk: Høgni Djurhuus Randi Jacobsen Dagny Joensen Uppseting: P/f Sosialurin Prent: ge P/f Pressan 1981 oddagrein LÍTIL uggi er tað fyri hesi so illa hag- reiddu, at samfelagið sum heild nú stendur sum stóri taparin. Men skammiligt er, at borgarligi vongurin í føroyskum politikki ikki enn hevur — um ikki viðgingið seg sekan í polit- iska dáraverki sínum — so sýnt minsta sindrið av »forståilsi« ella bert nakað av samhuga við sunnari politisku kreftunum, sum hóast alt troysta sær at fara undir ónossligu upptøkuna, sum sambært sjálvan Paula E., so legið tað ljóðar, skuldi verið byrjað fyri góðum fýra árum síðani. MEN óneyðugt er at spyrja, hví teir so einki gjørdu. Jú innast inni vistu teir, at skilagóðu vinnuiløgurnar, ið tá longu vóru framdar, kundu bera teir rættuliga væl áleiðis, um bert henda gáva varð umsitin við skili. Men heldur ikki kundu teir semjast um, hvat skilagott var. LANDSINS lív og lagna varð sligin upp í glens og lagkøkuglasurur Paula E.'s var klíndur alt tjúkkari og tjúkkari til tess at dylja ráðaloysi og avleið- ingarnar av teimum hissini »hirsum«, sum tó komu fyri, mangan sjålvsøkin og í navni vina og kenninga. »OKKARA« partur av lagkøkuni, sum tå skuldi bytast meiri kristiliga er kanska, sæddur vid borgarligu harra- eygum Paula E'.s, nú so lítil og harvið rættvísur, at allir tegnar áttu at kunna sálast av frøi. Og rætt er, at dygd er í at fegnast um tað lítla, ein fær. Men slík misnýtsla av tolni fólksins varð ikki told sum frá leið, ei heldur at hetta, at tey, ið lítið hava, skuldu fáa minni, varð gjørd til verðsliga polit- iska meginreglu. EINHVOR broyting í stýrislagnum mátti og kundi ikki annað enn vera til tað betra. Hesa broyting hava vit fingið, men fávitskut er í bræði at vænta sær lættari livikor. Tó vil vilji nýggja landsstýrisins til åbøtur og ein rættvísari politik fyri alt Foroya fólk stimbra okkum í bíðanini eftir betri tíðum. kr Nr. 15 — 5. februar 1985 Samgonguskjalið — við- merkingar Fyri neyðini vit fingu eina arbeiðara /arbeiðandi stjórn her á landi aftaná 4 ára borgarlig stýri, har púrt einki hendi á al- mannagkinum hverki so ella so.Hetta er bert eitt eki, har onki er hent á. Skoða, og tú vilt verða varugur við á hverjum økjum nakað er hent. Jú á tí privat/kapitalistiska/- spekulanta-økinum. Tað kann ikki verða meiningin at fjálga um tann yvirfylta ríkmannabjólgin, ið altí hevur livað og livir fram- vegis í yvirflóð. Sam- gonguskjalið er skrivað og góðtikið av ellum teim fýra flokkunum, ið nú mynda landsstýrið. Enn einaferð sæst tað so týðiliga, at eisini hesa- ' ferð — ár 1985 — hava bert mann — kallkynið orðað hetta skjal. Atli Dam, legmaður, hevur fingið eina kvinnu í landsstýrismannaarmar- nar hesaferð. Vónandi verður hendan kvinnan ikki bert ein pyntidukka milum allar hanarnar har úti í Nesinum. Vónandi verður hon ein vill geit millum geitabukkarnar har úti — og ikki vil lata seg brúka sum pynt mill- um kallkyndið. Viðv. teim búskapar- ligu tiltøkunum o.s. fr. og slíkum materiellum lutum er óivað fyrnd í — tað er onki at ivast í. Tað at fyrrv. løgmadur og Fólkafl. nú líða av herviligari búkilsku, tað má verða teirra hevuð- pína. Tað er gott at »eing- in felir mein í annans bein«. Høvdu hesi buskapar- ligu tiltøkini verið soleiðis háttað, at nú kom vend i, soleiðis at tikið verður frá teim ríku, soleiðis at tey fátæku (undirklassin/- miðalklassin) fingu gagn av hesi samgonguni, so var nógv vunnið. Vónandi verður tað so...!!! Tað, sum er serstakliga festi meg við í hesum sam- gonguskjalinum, var hetta, Almannamál: bara tey andveiku skulu hava meguleika fyri at fáa semilig livikor her heima á klettunum. Mær kunnugt stendur í teim flestu virkis- og stevnuskráum innan hesa ymsu flokka.at øll, óan- sæð hverji tey eru og óan- sæð hvat eitt spjaldur er fest á tey — hava sama líka rætt at bú- leikast her í Feroyum... Men bert at taka ein lítlan bólk — uml. 200 — við í eitt samgonguskjal, tá ið vit vita, at um, 1200 — 1500 ella fleiri onnur »brekad« i Føroyum hava hjálp/stuðul 0.a. fyri neyðini — at skera hond- ina av hesum, nú hugsi eg, at tað er ovboðið. Vónandi reagera onnur enneg hesum viðvíkjandi. Men eg vænti tó onga nevnuverduga reaktión — tí tað fólk, ið býr her á klettunum í dag er vorðið deytt/dripið í materialis- muni... ongin andi... bert eginsyntar/material- istiskar beinagrindir... Um so er, at hetta verður ein einoygdur bólkur innan samgongu- flokkarnar, ið siga seg vera sosialistiskar, so verður Várharra noyddur at koma uppí leikin og vegleiða hesar einoygdu skapningar hansara...!!; Um so er at eg havi lisið hetta »litla« eki innan samgonguskjalið skeivt, so megu tit koma við eini nágreiniligar frágreið- ing!!! Javnaðarflokkurn sigur seg síggja langt fram. Jú stevnu- og virkisskråin sær langt fram, men hvat við teim persónum, ið um- boða henda flokk í Leg- tinginum og í Lands- stýirnum, síggja teir langt fram?, men eftir hesum samgonguskjalinum at dema — hinir flokkarnir hava altíð sagt, at teir bert ganga inn fyri mater- ialismuni og privatkap- italismuni/spekulanta- virkseminum o.s.fr.... so eg hevði vónað og vænt- að, at Javnaðarfl. tók sær annað skinn um bak og ikki gloymdi tann stóra bólkin innan brekað í okk- ara samfelag... Vónandi koma tit við eini frágreiðing hesum viðvíkjandi. Atli.fadir at hesum samgonguskjalin- um burdi kunnað og torað greitt okkum frá hes- um!!! Javnaðarfl. hevur blak- að hetta málseki (al- mannamál) fyri borð, er hann nú farin í reiðrið hjá spekulantunum /rik- mannabjólgunum í reidrid hjá antisosialistunum? Vælgagnist tykkum... Men tó í skrivandi stund havi eg als ikki mist mótið... hóast í andanum eg síggi »reidrid« fult av smáum kapitalista-pis- um... Fyri uml. 15 árum síðan byrjaðu fólk at skriva her heima í Feroyum um tey andveiku og nakað hevur verið skrivað hesi árini hesum viðvíkjandi. Nú verður aftur skrivað nakað í bløðunum... Jú sanniliga . Hegrarákið hevur fingið alt ov fastar føtur í okkara samfelag... Nú megu allar góðar demokratiskar kreftur taka seg saman fyri at fáa vent rákinum... Men í øllum hesum »hurlivasanum« latum okkum ikki gloyma tann stóra bólkin av teim brek- aðu, sum altíð hava verið noydd og verða tað stødugt, at flýggja av landinum... Men einoygdin til allan hendan upprunan eru bloðini/útvarpið og ikki minst sjónvarpið viðv. upplýsing v.m. Men tó — í øllum vón- loysinum — havi eg kort- ini ikki mist mótið. Líti á, at Niels Pauli Danielsen, landsstýrismaður, ið m.a. hevur almannamál undir sær, at tú ikki gloymir tey uml. 1200-1500 onnur brekað í Feroyum. Bíði í spenningi eftir, hvat tú vilt og fer at gera. Havi álit á, at tú fer at fremja tað, ið teir undan- farnu bert hava tosað um, at virka fyri at øll, óansæð brek kunnu koma at bú- leikast her heima á klett- unum í framtíðini. Gert tú hetta, so verður tú ein pionerur. Eg skal nokk biðja fyri tær, og eg veit Várharra stendur mær við lið hesi sak viðvíkj- andi, um ikki onnur gera tað. Niels Pauli Danielsen, fá tað >konservativa reiðr- ið< úti í Nesinum at vakna!!! Eins og í Fólkating- inum fyri mongum árum síðani, hvar teir hevdu eitt tjak viðv. steðuni hjá teim brekaðu í Dk. Á sama hátt vóni eg,at tit fara at hava eitt tjak viðv. støduni hjá teimum brek- aðu í Føroyum í dag!!! NB. Hvat bleiv av tí rit- inum, ið Sosialurin fekk tá einaferð í 1970-unum (Torfinn Smith var blað- stjóri tá) ið snúði seg um undirvising /viðgerð /- búst./arb. o.s.fr.... av brekaðum í Feroyum? (fotomakin hesum viðv. liggur enn heima í skuffu hjá undirritaða). Hvat bleiv av tí riti, ið skriv- arin í Stjórn Feroya Javn- aðartloks fekk, og sum varð lagt fram á lands- fundi Javnaðarfloksins á vári 1984...? sj Bókhalds- virki EDV-skipan tlf. 61376