Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-02-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 1985síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

7 So Nr. 16 — 7. februar 1985 Vilhelm Johannesen, landsstyrismadur: Eyka ferdslulog verdur sett i gildi — fyribils koyrikort og trygdarbelti, umframt skamtan av koyritidarskeidi og reglur fyri at fáa taxa koyriloyvi og stóra koyrikortid, eru partar av tiltøkum, sum møguliga verda sett i verk, sigur Vilhelm Johannesen, landsstyrismadur i samrødu vid Sosialin — Tad er greitt, at vit noyðast at gera okkurt, fyri at basa teim mongu ferðsluóhappunum, sum verið hava í seinastuni. — Tí haldi eg, at vit beinanvegin eiga at seta tiltøk í verk, so slepst undan slíkum sorgartil- burðum, at fólk verða lesta og doyggja í ferðsl- uni. — Hetta sigur Vilhelm Johannesen, landsstýris- maður í ferðslumálum. Hann var ein av 12 umbodum í pallborðs- fundi, sum Ungmannafel- agið Viljin skipaði fyri í Norðurlandahúsinum, má- nakveldið. Ætlanin er at seta í verk eina eyka ferðslulóg, sum skal galda í eini tvey ár. Tá verður tikið steða til, um hesi eyka tiltek hava roynst væl ella ikki. Eru tiltøk, sum serliga beta um ferðsluviðurskfitini, so kunnu tey koma undir ferðslulógina. — Umsteðurnar i ferðsluni i Føroyum er ikki lík teimum í londunum kring okkum. Tí er tað umráðandi, at vit sjálvi royna at gera eitthvert, sum skal galda í Føroyum, segði Vilhelm Johannesen á fundinum. Á pallborðsfundinum, sum hevði heitið: „Hvussu steðga vit ferdåsludeydanum«, kom fram, at eitt nú bert 17 kommunur av 50 eru limir í Ráðnum fyri sterri Ferðslutrygd, og at skúla- bern bert fáa fimm tímar undirvísing um ferðslu, árliga! Dupultmoralur? Tað vísir eisini, hvussu ferðslan verður prioritera í samfelagnum. Sosialurin hevur havt eitt prát við Vilhelm Johannesen um eykatiltøk, sum ætlandi verða sett í verk, sum skjótast. Á pallborðsfundinum var umrett trý fyribrigdi, sum kanska gjerdi, at ung- dómurin bert hevði bilin at halda seg til: — Eitt nú heiligdagslógin, rús- drekkalógin og dupult- moralurin i Feroyum. Heldur tú tað er rætt? Uttan iva er nakað rætt í hasum, tó at eg ikki Vilhelm Johannesen, landsstýrismaður. vil koyra alt undir eitt heiti, sigur Vilhelm Johannesen. — Eg haldi ikki, at tað loysir nakrar trupulleikar, um vit lata ungdómin dansa longri út á náttina. Vit vita at dansur, rús- drekka og koyring er fyri- brigdi, sum hoyra til ung- dómin, — sum eisini er tann bólkur, ið ger flest óhapp í ferðsluni, um- framt at hesi koma fyri á náttartíð. — Vit vita eisini at rús- drekka, meði og svevn- loysi er ein av atvoldinum til ferðsluóhappini. Lata vit síðan ungdóm- in dansa longri út á nátt- ina, so vita vit eisini, at tað kanska verður drukkið meira, tey gerast enn móð- ari og svevnurin er enn minni. Tí haldi eg, at vandin fyri ferðslu- óhappum ikki gerst minni um dansitíðin verður longd, og serliga vil eg ikki verða við til at foreld- rini, sum eru undir steð- ugum trýsti, skulu liggja í svevnloysi og bangilsi — í sterri mun enn tey longu gera. Er tað dupultmoralur sum ger, at ungdómurin bert hevur bilin at uppi- halda seg í um næturnar? Foreldrini mugu stuðla Tað eru helst ymsar orsekir til, at ungdómurin ferðast so nógv í bili. — Eg kann geva tær eitt dømi: — Ein maður ringdi til mín nú ein dagin. Dótt- ir hansara, sum hevði drong í grannabygdini, var ógvuliga ónegd við tað eg segði í sjónvarpinum í farnu viku. Hon helt, at um hon og drongurin vóru saman, so kundi hon ikki sleppa heim aftur, um klokkan var farin av 12 á miðnátt, — eftir ti eg førdi fram. Pápin segði við gentuna, at tað ikki var so umráð- andi, at dótturin og drong- urin vóru í heimbygd hansara. — Tey kundu bara verða heima hjá henni, og so kundi drong- urin ótarnaður fara heim á kveldi, — eisini um klokkan var farin um miðnátt. — Hetta góðtók gentan. — Tað eg vil siga við hesum, er, at tað eisini er upp tu roreldrini at skilja ungdómin og góðtaka teirra gerðarmál, so tey ikki bara verða skúgvað til viks. Hevdu øll foreldur verið so positiv, so noyðist eg at viðganga, at tað hevði staðið betur til, sigur Vilhelm Johannesen. Hverji tiltek kunnu hugsast at beta um ferðsluviðurskiftini i skundi? — Tað eru fleiri møgu- leikar, sum kunnu setast í verk, sum frálíður. Neyð- ugt er tó at gera eitthvert munagott beinanvegin. Tað er nú einaferð veru- leiki at fimm fólk eru deyð í ferðsluni, — bert eftir stuttari tíð. Tað er greitt, at vit ikki kunnu lata hetta fara framvið, uttan at gera nakað. Fólk eru sum heild samd um at seta tiltek í verk, sum kann forða fyri teimum mongu óhapp- unum, og tí meti eg at tað er beint at umhugsa tað nú, sigur Vilhelm Johannesen. Fyribils koyrikort — Hevuðsreglan haldi eg skal vera eitt fyribils koyrikort, til tey sum taka koyrikortið. Her havi eg hugsað, at øll tey sum taka koyrikortið skulu hava fyribils loyvi at koyra í tvey ár, — uttan mun til aldur. Síðan skal fyribils loyvi at koyra í tvey ár, uttan mun til aldur. Síðan skal fyribils bilferarin hava eitt frámerki á bilinum,sum sigur, at her er ein nýggj- ur bilferari. Tað kann verða eitt F, sum kann set- ast á bilin og takast av aftur. Hugsandi er, at fleiri enn ein persónur nýtir sama bil. — Bilar við hesum frá- merki skulu ikki hava loyvi at koyra t.d. millum klokkan 12 á miðnátt til morgunin eftir, — uttan so at bilferarin er einsa- mallur í bilinum. Á pallborðsfundinum kom Hilmar Kass (sjálv- stýrisflokkurin) við upp- skoti um at seta í verk serliga hámarksferð, t.d. at hægst loyvda ferðin frá klokkan 10 á kveldi til fimm-seks á morgni skuldi verða 50-60 km. Hetta haldi eg verða vert at um- hugsa, Vilhelm Johannesen Um slíkar reglur íkki verða yvirhildnar? sigur at ein pern — Eg havi hugsað um avleiðingarnar. Eg kundi hugsað mær, at um persónur ger brot á slíkar reglur, so skal hann missa koyrikortið i triggjar månadar i fyrstu atløgu. Tå henda tidin er farin, fær hann fyribils- kortið sendandi aftur við posti. Hann skal ikki upp til nýggja koyriroynd. Ferðslulæru fimm tímar árliga — Hendir tað, at sami per- sónur aftur ger brot á regl- urnar, so missir hann fyri- bils koyrikortið í hálvt ár, og so skal viðkomandi upp aftur til koyriroynd fyri at fáa kortið aftur. Á henda hátt verður enn drúgvari til hann fær rætta koyri- kortið, og vil hann tí kanska verða meira varðin við at bróta hesar reglur Ætlanin hevur eisini verið at sett í verk trygd- arbelti í bilum, bæði aftan og framman. Landsstýrið hevur heimild at seta kunngerð í ferðslulógini um trygdartiltek í bili. Tí verður helst álvara av, at vit t.d. eftir 1. oktober í ár krevja, at allir innførdir bilar hava slíkar innrætn- ingar. Tá er eisini galdandi, at allir = bilferarar = skulu síggja til at fáa trygdarbelti i gamlar bilar. Annað fyribrigdi í sam- band við ferðslu, er at fáa upplýsandi tilfar út til almenningin. Tað vil siga, at fáa útvarp, sjónvarp og blødini at upplýsa um ferðslu, — eins og vit ætla at leggja dent á at frá- læran í skúlunum fær sterri rúmd Stóra koyrikortið Annars kann eg upplýsa, TE rðslu t lógarnevnd situr undir Landsstýrinum, har umboð fyri stovnar, sum hava við ferðslu at gera, sita. Vit hava longu havt ein fund, og verður næst fundur í dag Henda nevnd kann eisini koma við uppskotum um, hvat kann gerast. Aðrar broytingar eru eisini verdar at umhugsa í samband við at fólk fáa koyrikort. Í dag kann ein persónur, sum hevur staðið koyriroyndina, fáa stóra koyrikortið dag. Her haldi eg at vit áttu at kravt, at ein nýbyrj- aður bilferari skal hava kyrt í t.d. tvey ár, áðrenn hann setur seg í lastbil og onnur sterri akfer at koyra. Vit mugu hava í huganum, at ein bilferari ikki hevur fult tamarhald á ellum akferum, bert tí hann hevur koyrt skúla- koyring í nakrar tímar og dugur ferðslureglurnar Fyri at fáa áteknað koyrikortið til taxakoyr- ing krevst bert, at ein hevur fylt 22 ár. Hugsandi er, at ein persónur er 22 ár, tá hann fær koyrikortið. T.v.s., at hann kann fáa áteknað koyrikortið beinanvegin, og sostatt hevur ábyrgd fyri eðrum fólkum, meðan hann lær- ir seg rættuliga at koyra bil. Hevur ein bilferari mist koyrikortið, tí hann hevur koyrt við kenning, so kann sama hann eisini fáa loyvi at koyra taxakoyring beinanvegin, hann fær koyrikortið aftur. Her hevði tað verið rættari, at hann skuldi koyra í tvex år, áðrenn hann fær ábyrgdina fyr taxabil attur sl : tel enda Dagny