Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-02-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. februar 1985síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

svaj BO Nr. 16 — 7. februar 1985 bl ikki til Mykinesar Meðan milliónir av krónum verða lagdar i berghol, vegir, havnir, byrgingar o.a. ymsastaðni í land- inum fyri at menna bygdasamfelegini, so er fram- vegis ein av útjaðaraoyggjum okkara, Mykines, mestsum heilt burturgloymd. Tíðliga í 1900-talinum búðu umleið 180 fólk í Mykinesi, har vóru umleið 40 bern í skúlaaldri, og bæði á sjógvi og landi varð arbeiði. Í dag eru bert 15 fastbúgvandi í Mykinesi. Einki barn er í skúlaaldri og lítið og einki er at takast við í oynni. Ein hevuðsorsekin er tann, at meginpartin av náttúruríkideminum, jørdini og djóralívinum, eiga fólk, sum als ikki búgva i oynni. Úrslitið av hesum er, at fólkið í oynni bert hevur avmarkaðar meguleikar at troyta náttúrutilfangið — og kemur bygdamenningin ikki til Mykinesar skjótt, bera mong fólk ótta fyri, at tað skjótt verður oskukalt í Mykinesi. Av teimum 40 húsunum í bygdini standa tey 34 tóm stersta partin av árinum. Hetta talar fyri seg Og við bygdamenning í Mykinesi skilja fleiri, at framleiðsluskylda skal vera á allari jorð. Nýggi bygdarráðsformaðurin, Bjarni Hansen Við sínum 30 íbúgvum tel- ist Mykinesar kommuna millum tær minstu í land- inum. Men hagtelini yvir fólkatalið í Feroyum siga okkum kortini ikki allan sannleikan um hetta okkara kanska náttúru- vakrasta plássið í land- inum, Mykines. Í dag eru bert 15 fólk fastbúgvandi í Mykinesi. Hini 15 fólkini, ið standa skrásett i kommununi, bugva als ikki i oynni. Tey flestu búgva i Sørvågi og nekur í Havn. Tað nógva tosið og skrivingin sum hevur verið um bygdamenning hverki hoyrist ella sæst nakað til úti í Mykinesi, har gongdin seinastu hálvthundrað árini hevur verið tann, at fleiri og fleiri flyta av oynni og Orð jan myndir kalmar bert tey fægstu vera ver- andi. Tíðindablaðið Sosialurin hevur hesaferð vitjað í Mykinesar kommunu, har vit m.a. hava hitt tann unga og nýggja bygdar- ráðsformannin, Bjarna Hansen Lítið at vænta sær Tad eru hen rættiliga eru eisini tey, sum halda, at talan er als ikki nakað veruligt bygdasam felag longur. Tað er longu farið í upploysing. Tí hvat er tað fyri eitt bygdasam- felag, har helvtin av teimum fáu íbúgvunum býr aðrastaðni! Og har tey fastbúgvandi bert hava heilt avmarkaðar møgu- leikar at troyta náttúru- rikidømi! Leita vit aftur i tidina, so andadi liv i bygdini. Har budu eitt skifti ikki færri enn 180 folk. Hetta var tíðliga i 1900-talinum. Tå vøru eisini meira enn 40 børn i skula i Mykinesi. i dag hoyrist nog væl mannamál, og í skúlanum er kvirt alt árið. Eingin næmingur hevur verið har í tvey ár. Tað er tí ikki við stórum vónum, at myki- nesfólk og tey mongu, sum kundu ynskt at sæð oynna í blóma aftur, líta fram í tíðina. Spurningurin um oyggin heilt fer at avtoft- ast er tí eisini frammi, tá vitjað verður har úti og tú prátar við bygdarfólkið. Tað var eisini henda spurningin vit fyrst av ollum settu nýggja bygd- arráðsformanninum, Bjar- na Hansen. Kemur bygdamenningin verður skjótt øskukalt | | Bygdarmyndin. Mykines í dag Tyrlusambandið stóran týdning — Eg haldi ikki, at ein eigur at vænta tað ring- asta, at bygdin verður heilt avtoftað. Tað rokni eg heldur ikki við. Nógv er jú broytt til fyrimun fyri okkum, sum her búgva, nú vit hava fingið tyrlusam- band við Vágoynna, so vit eiga at síggja teir glottar, sum eru. Bjarni heldur fyri, at ein stórur partur av orsekini til, at fólk eru rímd av oynni, er júst tað vánaliga sambandið við umheimin. Hann vísir her til, at oyggin mangan hevur ligið heilt uttan samband í nógvar vikur. Eitt skifti, hetta var í 1982, var ikki samband millum Mykines og Vágoynna í 64 dagar. Hetta ger m.a., at fólk ríma, og at onnur ikki hætta sær út at búseta seg. Á vís ónegd við tyrluna Bjarni Hansen vísir tó á, at fólk í oynni eru ikki heilt negd við tyrlusam- bandið. Tað vísir seg, at tá eingi ferðafólk skulu við tyrluni, so kemur hon als ikki út í oynna. — Eg haldi tað er ov vánaligt, at tyrlan ikki kann flyta farm uttan so at ferðafólk eisini eru við, tí oftani er farmur at flyta. Mykinesfólk vóna, at Strandferðslan kann fáa hesi viðurskifti í rætt lag, soleiðis at tað verður flog- ið sambart ferðaætlanina uttan mun til, um ferða- fólk eru við ella ikki. Tað er samband við Vágoynna fýra dagar um vikuna, nú tyrlan flýgur. Mánadag verður flogið tvær ferðir. Her heldur Bjarni, at tað er spell, at steðgurin í Havn er so Framhald á síðu 10