leygardagur 9. februar 1985síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
se:
2 á
Ég eiti Bangsi og eri ein angora fressur. Eg búgvi í einum
býi, sum eitur Keflavík. Hann er í Íslandi.
Eg var glaður og væl nøgdur við alt. Men so avgjørdu
fólkini, sum eiga meg, at flyta til Føroya. Tey kundu ikki
hava meg við, tí tað er forboðið at flyta kettur úr einum
landi í annað.
Ég bleiv latin góðum fólki, men kortini keddi eg meg so
illa, at eg avgjørdi at fara at leita eftir fólkinum hjá mær.
Gør Ku
— Hoyr tú, Dýrið, hevur tú sæd fólkini i håsinum fara?
A, Bangsi góði, lova mær at hugsa eina letu. Jú, her
kom ein bilur í áðni og eg sá fólkini fara við honum. Tey
høvdu onkur kuffert við sær.
Túsund takk fyri, Dýrið, segði eg.
Tað fyrsta, eg gjørdi, var at spáka mær til besta vin
mín. Hann eitur Spóni og hann er ein gamal hani. Hann
hevur leingi búð í kjallaranum hjá okkum.
— Tú, Spóni, segði eg, hevur tú sæð fólkini, ella veist tú
hvagar tey eru farin?
0 Nei, Bangsi góði, eg havi sitið á hesum stiganum nú í
tveir tímar og eg havi onki illgrunavert sæð.
So, so, hann sjálvur, segði eg og segði Spóna farvæl
Hann fór beinanvegin aftur at sova.
Síðani hugsaði eg við mær sjálvum: eg verði helst
noyddur til sjálvur at fara út og royna at finna tey
Hvussu tann ferðin gekst, frætta vit seinni.
Sólrún Hraunfjørð, 12 ár úr Íslandi, skrivaði.