Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-02-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. februar 1985síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Térshavn tíðindablaðið Lýsingar skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin Grundarlagið undir ferða- fólkavinnuni NÚ tað nærkast ljósari tíðum, og sólin alt oftari sær niður til okkara fara vit aftur at hugsa um summarfrí- tíðina og um, hvat vit skulu brúka hana til. Mong av okkum fara at leita burtur í onnur lond, meðan nøkur heldur vilja vitja vinir og kenningar heima og síggja okkara egnu vøkru náttúru. MEN um somu tíð gera útlendingar í hópatali klárt til eitt summar í Før- oyum. Flestu teirra hava longu bílagt sær ferdasedil. HVUSSU er so stætt í Føroyum — hava vit meguleikar at taka ímóti teimum fremmandu, munnu mong av okkum spyrja. Til tað er at siga, at ekta talið av ferðafólki setir størri krøv til bústaðarmeguleikar og onnur | viðurskifti her heima enn nakrantíð áður. TIL tess at beta um hesar møgu- leikar, soleiðis at tey fremmandu íkki heilt verða slept uppá fjall, tá tey koma til hetta fjarskotna landið at vitja, setti undanfarna landsstýrið ein arbeiðsbólk at koma við einum áliti“ UM EIN FRAMTÍÐAR FERDAFOLKA- POLITIK. Hetta álitið gav tað úrslit, at samtykt varð ein lóg um eina ferða- félkamidstød og eisini er leiðari settur. UPPGÁVAN hjá midstødini er at beta um meguleikarnar hjá ferðafólki, ið leita henda vegin og eisini at skapa meguleikar hjá føroyingum at vinna sær nøkur oyru burtur úr hesi nýggju vinnuni, sum ferðafólkavinnan er og kanska verður í enn stórri mun í fram- tíðini. MEN so komu trupulleikarnir og hóttu við at forkoma øllum tí arbeiði, sum m.a. ferdaf6lkamidstødin skal arbeiða við. Fyrst var tað Norrøna. SKIPIÐ hevði og hevur framvegis trupulleikar at fáa raksturin at bera seg. Landið kom við eini innspræn- ing, sum hevur gjørt, at skipið kann halda fram nakað enn. Vit hava síðani frætt, at reiðaríið ikki fer at koma til landið enn at biðja um møgulig ved- hald. Roynt verður nú at fáa bygt uppaftur tað, sum fór fyri skeyti í Kielar-ævintýrinum. Vit kunnu so bert vóna, at Norrøna fer at hava lív lagað, og at tey fólk, sum í framtíðini skulu reka hetta skip, megna uppgáv oddagrein una og læra av gjørdum mistøkum. Bjarga vit Norrønu, so er tað livs- neyðuga grundarlagið — flutningur av ferðafólki — í lagi — til tess at vit kunnu fáa eina skipaða og nakað ekta ferðafólkavinnu. MEN so komu tíðindini um Hotel Føroyar. Hetta stóra og ståsiliga gist- ingarhús kundi ikki bera seg og fór tí á húsagang. Nú vóru so fleiri møgu- leikar umrøddir eitt nú at onkur út- lendingur kanska fór at keypa tað, ella at føroyingar skuldu brúka tað til annað enn hotel. Tað, sum so hendi var, at ein privatpersónur í Føroyum keypti hotellið. Vit kunnu fegnast um, at hotellið ikki fór á fremmandar hendur, men at tað varð verandi á føroyskum hondum. Hvat hesum keypinum annar viðvíkur, skulu vit nema við seinni. Nú er so bert at vóna, at tað verður rikið rætt og til frama fyri tað fólk, sum her býr og tey, sum ætla at vitja land okkara. NÚ tað tykist sum um at Norrøna verður siglandi og at fyrrverandi Hotel Føroyar fer at lata uppaftur, so eru bjartar vónir fyri ferðafólkavinn- una, at vit kunnu skapa sømiligar um- støður fyri teimum fremmandu, sum vitja. TAÐ eru helst mong, sum ikki ynskja at síggja Føroyar sum ferðafólkaland burturav. Hetta ynskja vit heldur íkki, men vit duga at síggja, at stødan í dag er alt annað enn haldbar. Vit kunnu ikki skulka okkum undan teirri ábyrgd tað er at hava umstødur og møguleikar fyri tey fremmandu sum koma henda vegin. Og at føroyingar so kunnu vinna sær nakað av peningi frá teimum er heldur einki at siga til. MEN so er spurningurin bert, hvar markið liggur, soleiðis at vit ikki fáa hópturismuna til Foroya. TANN åttin nýtist kanska ikki at vera so stórur, tí hvat vit enn gera fyri at fáa ferðafólk henda vegin, so vita vit, at veðurlagið setir sítt náttúrliga mark fyri møguleikunum. Og tað er kanska tann besta bremsan ímóti hópturismu. jamú Framhald av síðu 3 Ráðgevari landsstýris- ins, Orkuráðið, hevur í hesum føri víst á so stórar veikleikar í ætlanum SEV's, at fíggingar- spurningurin ikki er búgvin til stødutakan. Trýst ella samarbeiði Meguliga kann SEV trýsta seg igjøgnum við Eiði C, og vit verða meguliga noyddir at veð- halda, ti at onkur kennir seg bundnan av eini veg- leiðandi atkveðugreiðslu millum kommunustýris- limir, mælir hendan til at byggja Eiði C (12,3 mill. kilowatttimar). Men tå må metast, at álitið er burtur og ilt verð- ur at sleppa víðari við toku av eystursíðuni og ellum vatni suður á Veðranes ti eg eri sann- førdur um, at sjálvt tå er utbygging i 140-150 metra hædd so grundleggjandi skeiv, at ein løgtingsmeir- luti góðtekur hana ikki, sjálvt um argument um, at so er skeiva útbygg- ingin við Eiði upp aftur dýrari, tá verða nýtt. Nú er ikki at fara undir »lumping og lirking«, men at lata hurdarnar upp og fara i eina ålitiskenda vid- gerð av møguleikunum. Vit vita, at eitt mate- matiskt »model« er gjøgn- umroknað. Hetta sýnir hvar byrgingarnar skulu liggja, og vit sum góðtaka hesa útrokning, mugu hav verulig mótprógv frá SEV áðrenn vit góða útbygging í 140-150 metra hædd. 56 mill. kilowatt- tímar ella 100 mill. kilowatttimar Sum nevnt viðgongur Klæmint Weihe, at SEV ætlar at útbyggja Eystur- oynna til fulnar og ætlar at lata seg noyða við 56 mill. kilowattimar. Tá ætla teir helst at nýta H&S ætlanina sum synd er å myndini. Hendan ætlan fevnir um tveir langar tunnlar alla oynna å longd, onnur eystanfyri og hin vestanfyri. Her verdur orkan omanfyri 150 metrar einans nytt at trysta vatnið norður til Eidis igjøgnum hesi klønu »rør« har stórt orkutap er, og ongin orka kemur til nyttu fyrr enn vatnið rennur úr Eiðisvatni. Fyri at fáa hesar 56 mill. kilo- watttimar mugu vit íleggja nærum 1 milliard krónur áðrenn 1993. Hinvegin vita vit, at oyggin goymir 80-100 milliónir = kilowatttimar, nevniliga 42 milliónir norðuri á oynni og 38 milliónir suðuri á Veðra- nesi. Hesar kunnu økjast munandi fara vit suður um nesið eftir meira vatni Væl sigur A. B. Berdal at hesar 38 milliónir verða dýrar at fáa tøkar og um- talar eitt bíligari projekt sum gevur 18 milliónir kilowattiar, men hugsa vit okkum at bíligu prísir H&S's eisini eru galdandi suðuri á Veðranesi, so verður orkan at leggja onkustaðni ímillum 18 og 38 milliónir við meguleika at taka meira vatn longur suðuri. Yvir eitt áramál kunnu við sostatt helst útvega útvið 100 mill. kilowatt- tímar mótvegis teim 56 milliónunum SEV ætlar at útvega. Hetta er alt ov stórur munur til at legtingið kann góðtaka hann uttan nærri grundgeving. Skal ein góðtaka eina 50-60% útbygging, má hon fremjast á heilt annan hátt, nevniliga við fleiri smærri verkum, sum nýta vatnið nærum so sum tað kemur fyri í nåtturuni. Slíka útbygging kundi undirritaði góðtikið, men nú hava menn valt »tak- rennuprincippið< við mongum tunnlum og longum atkomuvegum til byggiplássini, og skal tað nýtast, so mugu vit fáa mest burturúr. Frostbindingar - turkur — mjerki Ein trupulleiki, sum menn vísa á við útbygging í 260-300 metra hædd er frostbinding. Við frostbinding verður orkan minni siga teri, men hetta er ein misskiljing, tí tey tel, nevnd eru, byggja ell á måtingar at avrenn- ing í Vestmanna og til- renning til turbinurnar har. Her er altso hædd tikin fyri frostbinding, so tað er einans hæddin hugsast skal um, hvert tað er grót, mjerki, frost ella turkur omanfyri broytir ikki hesi tel, sum eru meðaltel fyri avrenn- ing. Vit fáa sostatt hesa orku, og termiska orku til regulering skulu vit hava, serliga á hádegi (middags- leitið), men oljunýtslan verður hverki sterri ella minni orsakað av frost- binding. Slík kann eisini gera seg galdandi fyr tilrenningina í goymslu í 150 metra hædd, men telini, nevnd eru fyri hesa eru eisini grundð á måtingar. Er Eiðisvatn goymsla? A Veðranesi finst eingin goymsla siga menn, hon skal byggjast — spreingj- ast inn í fjallið. Einhver dalur má eisini avbyrjast skal goymsla fåast, hon finst har ikki frammanundan. Eiðisvatn er ein náttúr- . 18. — 12. februar 1985 lig goymsla siga teir, men so er als ikki. Hendan litla »trakt« goymir lítið vatn og tað verður liggjandi meðan bygt verður upp við tveimum byrgingum soleiðis at ein hevur bygt sær eina goymslu omaná Eiðisvatn. Verður byrgingin 20 metrar heg og verður vatnreguleringin 3-4 metrar sum ásett í prem- issunum hjá Yvirfriðing- arnevndini, so hevur ein bygt sær eina goymslu 16 metrar omanfyri verandi Eiðisvatn. Tað er torfert at síggja tað »nåtturliga« í soleiðis atleggja eina goymslu i »leysari luft« framum at byggja hana å einhvønn annan hått, t.d. vid at avbyrgja ein dal ella spreingja eina goyslu inn i fjallið, ein goymsla sum kann lagast væl til lendið, so hon onki skemmir landslagið. Hví leggur hann seg út í hetta Framvegis spyrja fleiri hví eg so álvarsliga eri farin at viðgera hetta mál. Skal einaferð enn end- urtaka, at búskaparliga síðan erkymlar meg so nógv, at eg eri bangin fyri, at øll víðari vatn- orkuútbygging steðgar seta vit nú spónin í skeiva fatið. Hon steðgar eisini stýra vit henni ikki neyvt, og tað tykjast SEV og ráð- gevarar tess ikki at hugsa um. Hevuðsorsekin er tó hon, at vit nú ell megu gerast meira tilvitin um orkuspell so sum orkuprís- irnir nú hátta sær, og so sum vitanin um tær orku- goymslurknetturin goym- ir, setir okkum avbjóð- ingar. Lutur mín í hesum tjaki er sostatt ein roynd at økja tilvit okkara, minna á ábyrgd okkara mótvegis komandi ættarliðum og at royna at finna fram til skilabestu og bíligastu loysnirnar. 12. februar 1985 Atli P. Dam UTSTOYT Esmar Simonsen 3813 Fuglafjørdur