Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-02-16, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. februar 1985síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 20 — 16. februar 1985 Eingin tók undir við Óla Vilja ikki gera tey ríku ríkari „Illa umhugsað<, »eitt tekniskt óhapp<, >so langt úti, at heldur ikki Fólkaflokkurin kann standa aftanfyri tað< vóru nøkur av ummælunum, sum uppskotið hjá Óla Breckmann um sjálv- bodna uppsparing við skattafrádrátti fekk, tá tað var til fyrstu viðgerð í Legtinginum hósdagin. Uppskotið átti ongan góðan í tinginum henda dagin, tí Óli Breckmann var sjálvur ikki til staðar, og fólkafloksmenninir kundu ikki taka undir við, og hinir flokkarnir vrak- aðu tað allir. Av tí at Oli Breckmann var i Fólkatinginum og ti ikki kundi vera i ting- inum, greiddi Eydun Vid- erø frá uppskotinum. Hann segði, at ætlanin við tí var at eggja til upp- sparing fyri at útvega fígging til vinnulívið. Men hann gjørdi vart við, at tað var tingmaðurin Oli Breckmann og ikki flokk- urift, sum hevði lagt upp- skotið fram. — Vit í Javnaðar- flokkinum kunnu íkki taka undir við hasum upp- skotinum. Vit vilja íkki vera við til at gera tey ríku ríkari, segði Tummas Arabo um uppskotið. Tað er neyðugt at ekja evni Føroya til eginfigging, men tað finnast aðrir mát- ar, segði hann og ivaðist eisini í, at nýtslan fór at minka, um uppskotið varð samtykt. Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Óli Breck- mann, at miðal feroying- urin eigur um 90.000 krónur á sparibók. — Hatta havi eg hoyrt tíðindablaðið so ofta, eg trúgvi ti ikki og vil fegin hava prógv fyri tí. Vit mæla ikki til at geva studning til tey ríku, segði Tummas Arabo. Fólk fara at læna Tjóðveldisflokkurin = var líka nógv ímóti uppskot- inum. — Tað fer at hava við sær, at bankarnir fáa uppaftur sterri vald á ein- staklinginum. Fólk fer at læna meira og brúka pengarnar, segði Heini O. Heinesen. Og tá nekur kunnu draga frá, fer skattaprosentið at hækka. Stersti parturin av Føroya fólki eigur ikki 10.000 krónur at seta inn, segði hann. Niclasen í Fólkaflokkin- Tordur Kristiliga um, Framburðs- og Fiski- vinnuflokkinum vísti eis- ini uppskotinum aftur. Við fyrsta atliti sá tað til- talandi út, men hann tók undir við teimum, sum søgdu, at tað fór at hava við sær, at tey, sum áttu, fóru at fáa meira. Hann helt heldur íkki, at fólk flest vóru so væl fyri, at tey hevdu nakað at leggja til síðis. Hjá nógvum er torfert at fáa endarnar at rokka saman. Langt úti Allir hinir flokkarnir vrak- aðu uppskotið. — Vit hava skilt, at uppskotið er so langt úti, at heldur ikki Fólkaflokkurin kann taka undir við tí, segði Pauli Ellefsen. Jógvan Sund- stein helt nógv gott vera í uppskotinum men kallaði tað eitt tekniskt óhapp, at tað var lagt fram, uttan at verða vidgjørt í flokk- inum. Fleiri tinglimir tosaðu fyri uppsparing, sjálv- bodnari ella tvungnari. Eisini varð nógv tosað um, hvussu vanlig fólk eru fyri fíggjarliga. Pauli Ellefsen segði tað vera eitt mistak, tá sagt varð, at vanligi arbeiðsmaðurin Síða 3 | Í marknaðar- nevndina Uppskotið um regu lering av feroyska fiskiskapinum í ár kanadiskum var til fyrstu viðgerð í sjógvi tinginum hósdagin og somuleiðis upp skotið um fiskiveiði avtalu millum Feroy ar og Eysturtýsk land Bæði uppskotini vórðu beind í markn aðarnevndina ikki fær endarnar at rekka saman. Ti afturvisti um- boð bæði fyri Javnaðar- flokkin, Tjóðveldisflokkin og Kristiliga Fólkaflokk- in, Framburðs- og Fiski- vinnuflokkin. Allar kann- ingar vísa, at miðalinn- tøkan hjá fólki ikki er nóg heg til, at nakað er til av- lops, varð sagt. Uppskotið varð beint í skattanevndina. randi BBR Hedin Mortensen svarar Ronald Poulsen: Vit hava vist a loysnir Ronald Poulsen, sum var eftirlystur, er komin aft uriaftur. Eg havi spurt og sóknast eftir formann inum í temøeu nevnd í by mørsm og á teknisku deild. men eingin visti at siga, hvar Ronald Poulsen var, ella hvar hann var at hitta. Kanska í Danmark, varð sagt, helst í skemti, tí Ronald Poulsen plagdi ikki at ferðast upp á kommununnar besta, hugsaði eg. Men nú havi eg funnið Ronald Poulsen aftur, og vita tit hvar? Jú sjálvandi í Dagblaðnum 13. februar í ár, har hann greiðir frá, at hann og bý- ráðsformaðurin hava verið í Danmark og kannað, hvussu danir loysa málið viðvíkjandi kavarudding á gongubreytum. Sosialurin var nevniliga heppin sum altíð at bera tíðindi um ta ut av lagi vánaligu kavarudding, sum fór fram við, at allur kavin varð skumpaður upp á gongubreytirnar, so fólk ikki kundu koma fram uttan kanska at bróta seg sundur. Fyri ikki at tala um skúlabernini sum skuldu koma rættstundis í skúla um morgunin. Alt hetta við Ronald Poulsen sum formanni. So kanst tú gráta, sum tú vilt >tað var ikki eg« Pórfinn Smith og eg hava fleiri ferðir á fundi í teknisku nevnd víst á hetta óskil við kavaruddingini, men vónleys tala, eingin reakt- ión frá formanninum i teknisku nevnd, men kanska skal tað inn við skeið. Ronald metir tað vera ógvuliga torført at reka ein skilagóðan politikk saman við limum, ið um- tala mál í bleðunum heldur enn í mnevndini. Ronald, heldur tú ikki, at hasi úttalilsini eru ein bumerang til tín? Vit van- ligu limir í teknisku nevnd vita einki um, at tú og bý- ráðsformaðurin hava ferð- ast í Danmark í yvir eina viku og kannað viðurskifti um kavarudding. Er tað ov nógv at biðja um eina orientering til limirnar i teknisku nevnd, áðrenn tit fóru hasa megnarferð utt- anlands, ella er tin mein ing tann einasta rætta sum eg ikki meti fer at lætta um arbeiðið í tekn isku nevnd Kanska pastendur eisini, at Tórfinn og eg ikki hava víst á, at nógvir arbeiðsmenn ganga ar- beiðsleysir í Havn í dag, og fleiri ferðir hava fingið teg á tal um arbeiði Jú, vit hava vist á loysnir, hvussu hetta kann gerast. men sum al- tid ein negativur Ronald Nei, kom tú bara fram við nøkrum positivum í tekn isku nevnd, so skulu bædi Tórfinn Smith og eg verða positivir og geva tær góð ráð sum altid Heðin Mortensen Tórfinn Smith, býráðslimur í Havn: — Vit mæltu til meira kavarudding Tað tykist, sum um Ronald Poulsen bara sær tað. hann vil siggja, og hoyrir tað, ið hann vil hoyra. at doma eftir greinini í Dagblaðnum mikudagin, sigur Tórfinn Smith, býráðslimur í Havn Sum bæði hann og hinir limirnir í teknisku nevnd á fundi við býráðs- verkfreðingin kunnu våtta, hava Heðin Mort- ensen og eg á tveimum fundum reist málið um verandi kavaflyting av vegunum inn á gongu- breytirnar. Vit segdu á fundunum, at hetta óskil- ið ikki kundi halda fram og mæltu til at seta sterri upphædd á figgjarlogina til at rudda breytirnar, so fólk til gongu kundu sleppa út fyri dyr. Ronald Poulsen, formaður í tekn- isku nevnd, tók undir við óskilinum í seinastu sam- gongu og játtaði at gera nakað við tað Oll finnast at kavaruddingini Ti er tað heilt burtur við, tá hann sigur í Dag blaðnum.,. at vit fara blødini í staðin fyri at reisa málið í nevndini. Tað hava vit gjert og eru kom- nir til ta nidurstødu, at einki hjálpir. Tað eru Framhald á síðu 5