týsdagur 19. februar 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
SEV og vinnulívið
FOROYSKA samfelagið er í stødugari
menning. Menn og kvinnur kring
landið alt royna at bróta upp úr nyggj-
um, har meguleikar eru til tess. Alla
staðni verður roynt at hava arbeiði til
allar hendur, soleiðis at samfelags-
hjólini kunnu mæla víðari.
TAÐ er tó einki loyndarmál, at mong
hugskotini og mangar ætlanir verða
longu køvd í fødingini, tí at tey ymsu
liðini í samfelagsskipanini virka ikki,
sum tey eiga, ella tí tørvur er á nýggj-
um liðum og broyttum hugsunarhátt-
um.
HESA seinastu tíðina hevur nakað
verið skrivað og tosað um leiklut
SEV's í føroyska samfelagnum. SEV
er ein kommunalur felagsskapur,
sum hevur til uppgávu at framleiða
streym til brúkararnar.
NÚ menn og kvinnur eru farin at
hugsa um nýggjar vinnumøguleikar
so sum at ala fisk, at gera okkum
meira sjálvbjargnar við landbúnaðar-
verum osfr., stendur bráddliga greitt,
at SEV hevur ein týðandi leiklut.
SEV sigst hava konsessión til vatnið í
Føroyum. Onkur metir, at SEV hevur
einkarrætt til at brúka vatnið, meðan
aðrir halda, at SEV, bert tá tað hevur
konkretar ætlanir um at brúka vatnið
til framleiðslu av elorku, kann krevja
fyrsta rættin til hetta vatnið.
FLEIRI dømi eru um, at SEV, við at
krevja rætt sín til alt vatn í hesum
landi, er við til at forða ymsum vinnu-
meguleikum. Her verður m.a. hugsað
um, at menn hava ætlanir um at
brúka vatnið úr Leitisvatni til at ala
smolt við. Teir bíða nú eftir svari frá
SEV, sum skal geva grønt ljós. Men
SEV er í tí stóðu, at teir ætla at brúka
hetta vatnið ti! vatnorkuútbygging.
og tí vilja teir ikki „geva ødrum loyvi«
at brúka vatnið.
VIT hava so eisini hoyrt um roynd-
irnar á einum vakstrarhúsi í Vágum at
framleiða heitt vatn og elorku burtur
úr vatninum, sum rennur í ánni nær-
hendis vakstrarhúsið. Hetta er vissu-
liga eitt áhugavert tiltak, sum hevur
kostað bæði pening og arbeiðsorku.
Royndin skuldi betra um meguleikan
hjá hesum orkukrevjandi ídnaðinum
at standa seg fíggjarliga.
SAMBART SEV stjóran, Klæmint
Weihe í samrødu við Sosialin herfyri,
so var tað ein grein i Sosialinum, sum
fekk hann at geva einum vakstrahúsi
-greið boð um, at loyvini til at
tíðindablaðið
oddagrein
framleiða heitt vatn og streym vórðu
uppsegd. Grundgevingin var tann, at
fólk í Føroyum mugu ikki fáa at vita,
hvussu stóran týdning tað hevur fyri
t.d. eitt vakstrarhús, at tað kann
framleiða heitt vatn og streym.
HESI dømi eru avgjørt neyðug at taka
fram, skulu vit yvirhøvur hava nakað
tjak um leiklut SEVs í samfelag
okkara, og um hver hevur rætt til at
brúka vatnið í áum og vøtnum, um
SEV fyri ein og hvønn pris og til alla
tid skal eiga henda rætt, eisini tå SEV
ikki skal brúka vatnið!
TAÐ er einki dulsmál, at tað eru ávís
pláss í landinum, har tað er lætt at
brúka vatnið til vinnulig endamál, so
sum hetta dømid vid vakstrarhús-
inum í Sandavági. Her er so spurn-
ingurin um ein privatpersónur, sum í
hesum føri hevur eitt virki, skal hava
loyvi til at brúka vatnið til at
framleiða heitt vatn og elorku við og
selja yvirskotið til samfelagið. SEV-
stjórin sigur, at tað bert er SEV, sum
framleiðir streym og selur hann.
HENDA staða SEV's kann tykjast
greið, men tað kann ikki vera rætt at
taka eina so mikið avgjørda og
harðrenda støðu, at ein skúgvar til
viks royndir hjá øðrum at betra um
raksturin av einum framleiðandi virki.
TAÐ er okkara metan, at tað átti at
borið til at havt eina »bleyta« linju nú
talan er um eina vinnugrein, sum
hevur stóran tørv á heitum vatni og
streymi til framleiðsluna.
NU skal tað ikki bert klikkjast niður á
SEV í hesum viðfangi, men tá stjórin í
SEV velur at føra ta hørðu linjuna, so
eiga vit onnur at leggja okkum uppí
og taka hesar álvarsspurningar upp
til umrødu. Her er so sanniliga talan
um samfelagslig virði, sum mugu
brúkast, har tey eru mett at vera
mest skynsom.
MEN eru vit íkki komin hartil, at SEV
nú verður gjørt til ein landsstovn eins
og landsverkfrødingsstovnurin er
tað. Er tað ikki eisini tað, sum SEV
leggur upp til, tá teir spæla síni kort
út soleiðis, sum teir gera, við at
leggja seg á alt vatnið og við at nokta
monnum og virkjum at gera egnar
royndir við nýtslu av vatninum. Tað
er so avgjørt uppá tíðina, at vit fáa
eitt orðaskifti um hetta mál, tí tao
gerst meira og meira aktuelt fyri
hvønn dag sum fer.
Nr. 7 — 19. februar 1985
Prent og innihaldslig
avskeplan
Vit eru nekur, sum dáma
væl at nýta hevi til at
skriva lesarabrøv í eitt nú
»Sosialin«. Sjálvur havi
eg skrivað oftani, men eg
verði meir og meir vón-
brotin hverja ferð eg síggi
míni skriv á prenti, ti ofta
missir greinin fullkomiliga
sítt innihald vegna (vón-
andi) prentvillur sum
skapa fullkomiliga mis-
skiljing hjá tí sum lesur.
Eg kann nevna eitt
demi frá 9. februar, har eg
skrivaði um »islendskar
javnaðarmenn<. Ein við-
merking til ta skriving
sum hevur verið um is-
lendska »Albyduflokkin«.
Ikki tí, at eg haldi, at
evnið hevur so egiliga
stóran áhuga millum fer-
oyskar lesarar, men tað er
eitt stórt vónbrot at
síggja hugsan sína — veri
hon so lítisverd sum vera
vil — fullkomiliga av-
skeplaða av prentvillum.
Eg vildi hildið, at blaðið
hjá stersta flokki Feroya
hevði ráð at seta ein rætt-
lesara, til tess at saman-
bera upprunahandritið við
prentaðu greinina, men so
tykist ikki at vera.
Fyri uttan tey smærru
demini, har orð verða
stavað skeivt (tað eri eg
Til = lesaran omanfyri
kunnu vit bert siga, at tað
er stórt spell, at lesara-
brevini ikki altíð verða
rættlisin. Vit royna
okkara besta, men skulu
eisini viðganga, at
ikki vanur at gera í upp-
runahandritinum), skal eg
nevna nekur demi úr teirri
„prentaðu greinini:
Maðurin eitur íkki
- »Hansson«, men »Hann-
esson«. Lat tad fara. Men
at blaðið blandar saman
íslendska »Albyduflokk-
in« og >Alþýðubanda-
lagið< er eins og at blanda
saman fólkaflokkin og
tjóðveldisflokkin. | Demi
um reglubrot:
>... ein stórur vinstra-
'flokkur, sum er saman-
settur av javnaðarmonn-
um, vinstrasinnaðum og
nekrum kommunistum
(Alþýðuflokkurin) og eitt
skrædl úr honum
(>Bandalag jafnaðar-
manna«).
Í upprunahandritinum
stóð: »Ein stórur vinstra-
flokkur, (>Alþýðubanda-
lagid«)« o.s.fr.... og
seinni: „ein lítil javnaðar-
flokkur, >Alþýðuflokkur-
in«, og eitt skrædl úr
honum o.s.fr...< Og hvat
er ein >fermaður< í flokki?
At sleppa heilum setn-
ingum burturúr, kann
kanska tæna ymsum
javnaðarmonnum í Feroy-
um, men ikki sannleik-
anum. Seinni stendur at
»hesin flokkur (Alþýðu-
—
Rættlestur!
mangan er so mikið nógv
at takast við, at okkurt
lesarabrævið verður ikki
nóg væl rættlisið. Hetta
kunnu hverki vit ella tit
sum skriva liva við. Tað
skal vera vón okkara, at
bandalagið<) hevur nógv
stersta valið innan fak-
felagsrørsluna. Eg skriv-
aði valdið. Har er munur
á, sjálvt um bæði fyri-
brigdini kunnu fylgjast
at. Og »at Jón Baldvin
vónar, »at« skoðanar-
kanningar visa« merkir
annað enn tað eg skrivaði,
nevniliga »og« skoðanar-
kanningar visa«. Slíkar
»småar prentvillur«
kunnu broyta alt inni-
haldið i eini grein og gera
hana óskilliga, fyri ikki at
siga heilt láturliga fyri les-
aran. Og hver fær skyld-
ina? Ikki blaðið, men
brævskrivarin.
Hetta er ikki fyrstu
ferð, at ein grein eg havi
skrivað er vorðin heilt av-
skeplað í Sosialinum. Tað
er pirrandi fyri hann/-
hana ið skrivað hevur,
veri tey seg samd/ósamd
við Feroya Javnaðar-
flokk.
Vónandi hava tit ráð til
at seta ein rættlesara við
blaðið, so ein í framtíðini
torir at seta hugsan sína í
tað, uttan at hon verður
avskeplað av prentvillum.
múli
vit kunnu beta um henda
partin av bladframleidsl-
uni. Vónandi fara tit les-
arar at senda brev tykk-
ara til blaðið í framtíðini
eisini.
Blaðstj.
Í tíggju ár havi eg dagliga
ferðast ímillum Skála-
Tróndur
misrøkt við at taka
Trónda úr sigling í tíð og
Trónda til avloysaraskip.
Háttvirdi landsstyris-
fjørdin og Havnina til ar-— úrtíð, men hetta verður — maður Lasse Klein. Tyg-
beiðis.
Einasta rætta farleiðin
fyri eystringar, eystan
fyri bergholið, er at sigla.
Latum okkum fáa eina
bilferju, sum vit kunnu
líta á, tá ið brúk er fyri
henni.
Sum er verður rutan
gjørt, tí Tróndur er væl-
egnaður at avloysa hinar
ferjurnar, tá ið okkurt
berst á, og tær verða tikn-
ar úr sigling. Hetta kann
bara ikki altið ganga út
yvir eystringar og ti mugu
vit fáa eina ferju, sum vit
kunna líta á. Brúkið so
um skulu vita, at flestu
eystringar ynskja eitt
trygt og gott samband til
Havnar eftir sjónum,
kunna tygum tryggja
okkum tað, eiga tygum
størstu tøkk uppiborna.
Fjarðbúgvi
Sendið
lesarabrøvint
til Sosialin
V
DANICA — køkurin
P/f HELLA |
Tórfinsgeta 41
Tlf. 16477 Box 351
3800 Tórshavn