leygardagur 23. februar 1985síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
AFlennið! Tonkið!
/ Teknið! Loysið!
itGr Í 4 bg)
prikkerikka
Góða BARNASÍÐAN, eg sat uppi á
borðinum og lurtaði eftir barnaút-
varpinum hin dagin, og tit vildu
frætta.
Eg eiti Rikka og eg búgvi í Havn.
Tey rópa meg Prikkerikka, tí eg havi
ein hvítan prikk á bringuni. Ég eri
fimm ár og eg eigi eina rúgvu av
systkinabørnum, men tey eru oll úti-
logukattar, eg eri inniloguketta, tí eg
búgvi inni og eti úr undirskál. Mær
dámar best fisk, men hann skal vera
kókaður.
Nú ein dagin mundi eg doyð.
Eg føldi nakað lukta so gruuliga
gott, og tað kom úr einari lítlari
kannu. Eg fór uppá køksbordid og
tungan var ov stutt, so eg fekk ikki
smakkað hetta góða. Eg royndi so at
koma niður í kannuna, og tað gekk
heilt væl. Eg lepti alt sum var, men
tá eg hevði lept so hekk kannan uppi
á hevdinum, og eg risti og eg royndi
við bæði aftur og frambeini at fáa
hana av, men nei. Og ikki fekk eg
sagt nakað, men so kom onkur inn,
og eg var so óheppin so eg datt av
borðinum við kannuni á høvd-
inum. Hon brotnaði tíverri ikki, og so
róptu tey og lyftu meg upp og
royndu at hála kannuna av mær, men
eg var so óÓstill, so einki nyttaði. Men
so segði onkur: Brót hana, og so
brutu tey kannuna við einum
hamara.
Gitið!
f */
Finnið fram til Sosialin
=
Tór Verland Johansen,
ritstjóri
Eg slapp út, og aftaná at eg var út-
sloppin rann eg upp á loftið og so sat
eg og goymdi meg alt kveldið undir
songini, og tey leitaðu eftir mær, og
kiskaðu, og tá eg endiliga kom niður í
stovuna aftur og leyp uppá borðið,
har eg altíð siti á einum blomstrutum
fati, so segdu tey:
ÞÁ á á á á á denn kiska, á denn
tjóvskiska, sum lepti okkum alla
garnatålgina«. Eg visti ikki, at tað
sum smakkaði so væl í kannuni eitur
garnatálg, men næstu ferð eiga tey
onga kannu, kanska verið eg ikki fost
tá. Tað er stuttligt at smakka nakað
annað innímillum.
Um tekningar:
Tey sum senda okkum tekningar,
verða biðin um at tekna við svertum
penni ella svartari tus).
Sendið søgur um djór
Vit vilja fegin hava segur um djór
(hundar, kettur, fuglar osfr.), sum tit
sjálvi eiga.
Sendið søguna til
heilsan Rikka
Og her er eitt bilæt av mær.
Barnasidan, Sosialurin, Postsmoga 76,
3800 Tórshavn.
Vit hava fingið hópin av tekningum
Hesaferð er ikki pláss fyri øllum, so
tær koma í blaðið í næstu viku.