týsdagur 26. februar 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
Telefon 118 20
Argjavegur 26. 3800 Argir
Postsmoga 76, 3800 Tórshavn
-.
Utgåvudagar: týsdag. hósdag og leygardag
Skálafjarðar-
siglingin!
EITT mál, sum hevur verið nógv
frammi í seinastuni, er siglingin
millum Eysturoynna og høvuds-
staðin. Vit hava hoyrt um fleiri
ferjur, ið hava verið til sølu.
Eysturoyingar vilja fegnir hava
eina av hesum ferjum til at rekja
siglingina fyri Trónda, sum teir
meta ikki er tíðarhóskandi. Eisini
eru ynski frammi um at gera eina
ferjulegu nærhendis Sund,
soleiðis at siglingartíðin verður
styttri enn í dag.
SJÁLVANDI skulu eysturoyingar
og fólk, sum ferðast eftir sjónum
millum Havnina og Eysturoynna,
hava góðar umsteður til at
ferðast undir. Men tá vit fara at
kanna, hvor tann besti måtin er at
loysa hetta mál, so mugu vit
leggja allar møguleikar fram og
meta um, hver er tann frægasti.
EIN møguleiki, sum ikki hevur
verið nevndur, men sum kanska
er eitt gott hugskot at byggja víð-
ari uppá, er at seta ein katamaran-
bát inn í siglingina fyri Trónda.
Her hugsa vit um tað bátaslagið,
sum Strandferðslan nøkur ár her-
fyri leigadi til sigling millum
oyggjarnar.
LØGDU vit so.siglingarleiðina um
og lótu henda bátin sigla til
Sund/Hvítanes í staðin, so vóru
her rættiliga nógvir fyrimunir.
Okkum nýtist onga stóra og
| kostnaðarmikla ferjulegu á Hvita-
nesi til ein katamaranbát men
| bert eina lítla bryggju at leggja at.
Her høvdu vit ti spart stórar
iløgur.
SÍÐANI er tað siglingartidin.
Hesin båturin hevði kunnað siglt í
pendulferð millum Eysturoynna
og Streymoynna alt samdøgnid
og hevði siglingartíðin bert verið
nakrar fáar minuttir. Katamaran-
bátur kann ikki hava bílar um-
Útgevari:
P/f Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Måller
Krisjan Dahl
Blaðfólk:
Høgni Djurhuus
Randi Jacobsen
Dagny Joensen
Uppseting:
P/f Sosialurin
Prent: á
P/f Pressan 1981
oddagrein
borð, men hevði tað ikki gjørt so
nógv, tí fólk høvdu so kunnað
sett bilin á Toftum t.d. og síðani
tikið bussin av Hvítanesi til
Havnar.
TAÐ hevði minkað um ferðslu-
trýstið, tað hevði gjørt, at fleiri
brúktu bussarnar og tað hevði
eisini gjørt, at fólk høvdu fleiri
valmeguleikar at ferðast enn í
dag. Við katamaranbátinum
hevði nevniliga borið til at havt
nógv fleiri túrar enn við eini
stórari ferju.
TAKA vit so útreiðslurnar í sam-
band við raksturin, so kundi hugs-
ast, at ein slíkur katamaranbátur
hevði verið munandi bíligari, m.a.
tí hann skal ikki hava so nógv
fólk.
VIT eiga at umhugsa henda
meguleikan saman vid øllum
ødrum, áðrenn vit taka eina av-
gerð í hesum máli.
ØLLUM kunnugt er ætlanin at
gera berghol millum Kaldbaks-
botn og Signabø og verður tá
koyriteinurin millum Eysturoynna
og Havnina munandi styttri og
samstundis munandi betri. Hetta
bergholið fer at bata munandi um
sambandið millum Eysturoynna
og høvudsstadin og eiga vit eisini
at hava hetta í huganum; tá vit
tosa um sjóvegis sambandið
millum hesi pláss.
SJÁLVANDI skulu eysturoyingar
hava góðar flutningsmeguleikar,
men spurningurin er, um ein ferja
er tann besta og bíligasta loysnin.
Tað loyva vit okkum at ivast i.
Kanska katamaranloysnin er eitt
gott alternativ. Um ikki annað, so
„ áttu vit at tosað um tann møgu-
leikan eisini.
jamii
Nr. 24 — 26. februar 1985
Skattaóskil
Eg siggi i Sosialinum hós-
dagin, at skattavaldið
hevur kravt einar 40 mill-
iónir ov nógv í skatti i
fjør. Stjórin á Líkningar-
ráðnum skilir hetta væl, tí
tað hevur altid verið ætl-
anin, eftir hvat hann
sigur. Tað eru allarhelst
fleiri, sum eisini skilja
hetta væl, men av eðrum
orsekum enn stjórin sigur
frá.
Ta eg fekk at vita, hvat
eg skuldi gjalda í B-skatti
í fjør, skrivaði eg beinan-
vegin til Líkningarvaldið
og gjørdi vart við, at eg
kom at verða alt ov hart
skattaður, og bað eg tí um
at fáa hetta broytt. Eg
segði eisini frá, hvi eg
metti, at eg kom at fáa alt
ov nógvan skatt.
Tá nýggja skattaskip-
anin varð sett í gildi, vóru
fólk frá Líkningarráðnum
í Utvarpinum og greiddu ;
fólki frá ymiskum trupul-
leikum, sum tey meguliga
kundu hava. M.a. varð
sagt, at fólk bara skuldu
skriva til Likningarrådid,
um tað var okkurt, sum
tey vildu hava rættað, og
skuldi hetta so verða
gjørt. Spurt varð eisini
um, nær man kundi
vænta svar upp á eina
meguliga klagu, og tá
varð svarað innanfyri
ein mánað
Í 1984 skrivaði eg 4
ferðir til Líkningarráðið
og gjørdi vart vid, at eg
kom at gjalda einar
50.000,- krónur ov nógv í
skatti. Men nakað svar
fekk eg ongantíð — tað
meta teir jú ikki, at fólk
hevur krav uppá. Hetta
sigi eg tí, at eg fyrr havi
skrivað fleiri ferðir til
Líkningarráðið um okkurt
smáting, men svar havi eg
bert fingið einaferð.
Urslitid fyri i fjør verður
ti fyri mitt viðkomandi, at
eg skal hava einar 50.000,-
krónur aftur í ov nógv
goldnum skatti, hóast eg
havi biðið um at fáa hetta
rættað fleiri ferðir.
Men tað, sum fær meg
til at tríva til pennin nú,
er, at í januar mánað fái
eg at vita frá Líkningar-
ráðnum, at í ár skal eg
gjalda dupult so nógv í
B-skatti sum i fjør — og
hóast eg í fjor mótmælti 4
ferðir. Eg skal allarhelst
revsast, tí eg gitti mær at
mótmæla teirra avgerð-
um.
Eg skrivaði beinan-
vegin til Líkningarráðið,
at eg mátti vera skeivt
skattaður, og legði fram
mínar grundir fyri hesum.
Enn havi eg sjálvandi
einki svar fingið frá teim-
um, men í dag kom hótt-
anarbræv frá Gjaldstov-
uni, at um eg ikki betalti
beinanvegin, fóru teir av-
stað við allari A-inn-
tøkuni, og um tað var ov
lítið, varð eg pantaður.
Hetta var fyri januar
mánað, hóast vit enn bert
hava 21. februar.
Tað er undarligt at
verða soleiðis viðfarin av
einum almennum stovni
sum Líkningarráð Feroya,
sum skuldi verið til fyri
okkara skyld og ikki um-
vent.
Um eg skal gjalda tann
skattin í ár, sum eg eri á-
líknaður, skal eg hava ein-
ar 100.000,- krónur aftur í
1986. Fyri tað fyrsta er
tað púra vónleyst at fáa
eitt slíkt avlop, og har-
næst er tað púra ósemiligt
at bera seg soleiðis at móti
borgarunum, men tað eru
fleiri sum skilja væl hví ov
nógvur skattur verður
kravdur inn, tá tað gongur
soleiðis fyri seg. Higar-
til havi eg ongantið
skildað skatt, men hevur
Gjaldstovan hug at panta
meg, ynski eg teimum
góðan arbeiðshug.
Georg Egholm
Okkum er sent:
Traktat NÚ og friðurin
Í august 1984 fóru friðar-
rerslurnar í Norðurlond-
um undir eitt felags ar-
beiðsár við tí endamåli at
skjalfesta norðurlond sun“
kjarnorkuvåpnafritt eki.
Ísland, Feroyar og Noreg,
Danmark, Sveríki og Fin-
land eru við í tiltakinum,
og Grenland eisini, um
fólk har ynskja tað.
Tað vóru Kvinnur fyri
Friði í Oslo, sum fingu til-
takið í lag, og millumtjóða
samskipanarbólkurin hev-
ur skrivstovu har. Fer-
oyska umboðið í hesum
bólki er Trónd Johansen
og føroyski samskipanar-
bólkurin fyri Traktat Nú
hevur adressu á Tinghús-
vegi 53 í Havn. Til fastar
stuðlar hevur Traktat Nú
friðarráð í hverjum landi
sær. Í okkara friðarráði
eru:
Kjartan Dalsgaard,
tryggingarmeður, Atli
Dam, løgmadur, William
Heinesen, rithevundur,
Martin Restorff Jacobsen,
prestur, Oli Jacobsen,
fiskimannafelagsformadur
Mia Trond Jensen, tann-
lækni, Robert McBirnie,
lærari, Ísak Matras,
fyrrv. formaður í Megin-
felagi Utróðrarmanna,
Kári M. Mortensen, bio-
kemikari, Sanna Dahl
Niclasen, fyrrv. yvir-
lækni, Eli Nolsee, fyrrv.
legtingsmaður, Erlendur
Patursson, floksformaður,
Tróndur Patursson, lista-
maður, Rigmor Restorff,
pianoleikari, Anette
Wang, provisor og Inge-
borg Winther, formadur i
Føroya Arbeidarafelagi.
I 1978 visti ST å, at
smærru londini vid kjarn-
orkuvápnafríum økjum
kundu gera sitt til at
bjarga heiminum undan
kjarnorkuragnarokinum.
Flestu londini i Suður-
amerika hava samtykt at
vera kjarnorkuvápnafrí,
Føroyar og Grønland
somuleidis, Balkanlondini
eru komin væl áleiðis at
fáa slíka samtykt gjørda,
fólkaviljin í Norðurlond-
um er sterkur sama veg og
nógv verður gjørt í Stilla-
havslondunum, har New
Zealand og Australia nú
eisini eru við at broyta
stødu mótvegis kjarn-
orkuvápnunum.
Vit, sum í Feroyum
standa aftan fyri Traktat
Nú, meta okkara mynd-
ugleikar at hava tikið
fyrsta stigið til at fáa Før-
oyar allar við sjó- og
luftøki kjarnorkuvåpnafri-
ar. Men málið er kortini
ikki avgreitt enn. Tað må
gerast skjalfestur veru-
leiki, ið onnurlond virða.
Ti hevur Traktat Nú eisini
eitt ráð av serfrødingum
við serligum kunnleika til
logfreðislig fólka- og hav-
rættarlig viðurskifti. Í
ráðnum eru: Ole Krarup,
"professari úr Danmark,
Allan Rosas, professari,
úr Finlandi, Stig Gust-
avsson, ríkisdagsmaður,
úr Svøriki og Bjørn Unne-
berg, sorinskrivari, úr
Noregi.
Øl, sum eru ímóti
kjarnorkuvápnum, kunnu
gera okkurt sum munar.
Bumban yvir Hiroshima
6.august 1945 broytti
heimin, ti frå ti deg hevdu
øll fólkslog tann felags
figgindan i hóttandi oyð-
ingini av ellum livandi á
jorð. Tað er ikki ov seint
at forða hesum, tí enn eru
tað fólk, sum gera av.
Men at tað hevur skund,
tí dylst ikki fyri.
Samskipanarbólkurin
hjá Traktat Nú í Føroyum
fer í næstum at handa ný-
valda løgmanni Atla Dam
bókina »Barn i atom-
alderen<, sum Magne og
Tora > Raudalen hava
skrivað. Í bókini eru børn,
sum stýrd av ræðslu og
uttan verju bróta niður
múrin av tegn, sum nógv
okkara hava girt okkum
við fyri ikki at síggja
meguleikarnar, sum fram-
tíðin ber.
Har eru bern, ið eru
Framhald á síðu 4