Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-02-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 1985síða 20

‹ fyrra síða allar 20 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á vási? — tvamál? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara Vit eru til reiðar! ». Lysingar: Lysingarmadur okkara er rådgevari hjå fyritøkum og einstaklingum i lysingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. Eitt vikuskifti uttanfyri Ruskstoðina: Ein svinastýggjur Soleiðis sá út á Ruskstødini norduri í Havnardali, tå starvsfólkið kom til arbeiðis månamorgunin 3urturkast av alskyns slag lá blakað higar og hagar. Tá kontaynarnir vóru fyltir, hava fólk bert blakað burturkastið á plássið frammanfyri ruskstødina. Ikki bert privatpersónar sníkja seg til at blaka burtur- kastið í vikuskiftinum, men eisini handlar og annað gott fólk Hetta er skilið hvenn mánamorgun, tá vit koma til arbeiðis, sigur starvs- fólkið á Rusksteðini í Havnardali. Tveir kon- tainarar standa á økinum uttan fyri Ruskstødina , ið eru ætlaðir til burturkast, sum ikki kann brenna. Bert starvsfólkið eigur at nýta kontainararnar, men kortini nýta fólk viku- skiftid, at sleppa sær av við burturkastið. Hví halda tit. Er tað tí - fólk bert hava stundir at rudda í vikuskiftinum. Ella vita fólk ikki, at kon- teynararnir bert eru til tykkara nýtslu? — Tað veit eg ikki, sig- ur arbeiðsformaðurin. Sjálvur haldi eg, at fólk koyra burturkastið út hig- ar i vikuskiftinum, ti tey ikki vilja gjalda fyri at sleppa av við tað. — Tað er so vanligt, um vit arbeiða her úti í viku- skiftinum, at bilar koma. Siggja teir. at vit eru á staðnum, so fara teir av- stað aftur. Tá vit koma til arbeiðis mánamorgun, so er burturkastið komið kortini. Hvat hendir, um tit finna syndararnar, sum blaka burturkastið í kon- taynaran í vikuskiftinum? — Vit lata býráðnum nevnini og tann seki fær eina rokning. — Kostar tað nógv at koyra burturkast á Rusk- steðina? — Nei, tað halda vit ikki. Tað kostar 10 krónur fyri ein persónbil, 20 krón- ur fyri veruvogn, 50 krón- ur fyri ein lastbil og 100 krónur fyri ein kontayn- ara. — Hetta er stórt svin- ari, vit koma til hvenn mánamorgun. Fyrst noyðast vit at rudda upp, síðan fáa kontaynarabilin at koma út at tøma kon- taynararnar. Tá hetta ar- beiðið er av, kunnu vit fyrst fara til dagliga ar- beiðið, siga starvsfólkið — Tað er torført at hava vid at gera. Tå vit fara heim aftanå arbeidi friggjakvøld, so er alt ruddiligt. Tå vit koma aftur, so er ikki innkom- andi fyri burturkasti. Hvat kann gerast fyri at steðga óreinskuni? — Tað er helst bert eitt at gera, at seta ein bumm upp við vegin, sum gong- ur oman í Sandá. Tað hevði meguliga bett um, tó at tað altið er onkur, sum sníkir seg til at sleppa av við burturkast á henda hátt. Tað er Júst Sivertsen, lastbilafelagið, sum eigur kontaynarnir, sum standa uttan fyri Rusksteðina Kommunan rindar leigu og fyri at fáa kon- taynarnar temdar Sosialurin spurdi Sofus Hansen, verkfreðing á Býráðnum, hvat teir gjørdu við ruskóskilið í Havnardali? - Vit hava roynt ym- iskt, fyri at vera lagaligir móti fólki, men tað vísir seg, at meira vit gera fyri at ganga fólki á meti, verri verður tað. Aður stongdu vit portr- ið, men tá blakaðu fólk bara burturkastið inn um, so tað var ikki mætari. Nú verða kontaynarnir tømd- ir friggjakvøld, so fólk hava møguleika at seta burturkastið frå sær, men tad hevur ikki bøtt um 6- Millum burturkastið henda dagin vóru ørk av P- bollum og eisini annað medisinglas, sum varð sent á Apotekið til nærri kanningar. Tá Sosialurin fór til prentingar, høvdu teir ikki fingið greiði á, hvat slag av tablettum, talan var um reinskuna - Hví halda tit, at fólk gera tað? Vit halda, at tað er fyri at sleppa undan at gjalda tær fáu krónurnar sum tað kostar at sleppa av við burturkastið. Vit vita ofta, hverji hesi fólk eru, og tað eru ofta handl- ar og fólk, sum hava ráð at gjalda. Hvat gera tit fyri at basa óreinskuni? — Vit senda rokning út til fólk, sum í upphædd er umleið 300 krónur. Tað vil siga, at vit taka tað fyri 6- makin, sum tað tekur í tíð hjá starvsfólkinum at rudda upp aftur. Í dag tók tað starvsfólkinum tveir tímar at rudda - Hví verður íkki givin bót? Um bót skal gevast, so skal løgreglan inn- heinta hana, — t.v.s., at peningurin so fer bein- leiðis í statskassan, og har fåa vit so onga gledi av ti, sigur Sofus Hansen at enda Dagny Rok i Sjon- leikarhúsinum — hóast sýningin >Tórshavn — ein lýs- ing« bert var ætlað sum ein kvøldseta, er veruleikin tann, at Sjónleikarhúsið hevur spælt fyri fullum húsum, síðan fyrstu framfersluna fyri góðar viku síðan. — Neyðugt er friggjakveldið og leygarkveldið í við eykasyningum hesi , vikuni, so øll åhugad kunnu sleppa inn Rok í Sjónleikarhúsinum. — Hóast tað ikki hevur verið rok í Sjónleikarhús- inum tey seinnu árini. so ér hetta veruleikin nú sýn- ingin >Tórshavn — ein lýs- ing« verður framferd fyri fullsettum húsi, hvert kveld, spælt verður. Atgongumerkini verða seld eftir hálvum tíma, og fólk far aheim sum av torvheiðum. Tí hevur Havnar Sjón- leikarfelag tikið avgerð um at fara undir eykasýn- ingar. Olivur Næss, formaður í Havnar Sjónleikarfelag, sigur við Sosialin, at teir ikki hevdu ímyndað sær, at sýningin fór at verða so væl móttikin. — Sjónleikarfelagið er fegið um móttekuna og fer at spæla, so leingi, sum tað er neyðugt. Atgongumerkini til týs- dagin 26. februar og miku- dagin 27. februar eru út- seld. — Av tí at nógv fólk fóru avstað aftur, sum vildu keypa atgongumerki týsdagin, hava vit gjert av at framfera fríggja- kveldið klokkan átta og leygarkveldið klokkan seks. Heili 60 fólk eru við í sýningini og ti er Óvist hvussu leingi tey kunnu halda saman, tí fólk hava so nógv um oyruni, sigur Olivur Næss. Tó er gjørt av at fram- føra komandi vikuna so- leiðis: Leygardagin 2. februar kl. seks. seinna- part. Sunnudag 3. februar kl. seks seinnapart, 4. februar klokkan átta og 6. februar klokkan átta. Dagny sosjalurin telf. 11820