leygardagur 2. mars 1985síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Í
8
SAG AU SO ILL
AU
BU
ER
Nr. 26 — 2. mars 1985
Seinast, vit frættu frå Bangsa, var hann á veg út i verð-
ina. Hann ætlaði at royna at finna fólkið hjá sær. Tey vóru
farin til Feroya at búgva.
Hann gekk eitt langt og annað breitt. Endiliga kom
hann til ein stóran bý, sum eitur Hafnarfjorður. Hann er
beint við Reykjavík. Í Havnarfirði sá hann eitt stórt hús.
1 2
Hurðin stóð opin. Hann fór inn og hitti har ein gráan
frens
„Hvussu eitur tú, hin gamli ?<, spurdi Bangsi.
„Eg eiti Brandur. Men hvat ger tú her? Og hvat billar tú
tær inn at koma soleiðis inn í húsið hjá mær, uttan at
banka uppá fyrst ?« >Orsakað, Brandur góði, men eg leiti
eftir fólkinum hjá mær, sum hvarv nú ein dagin«.
„So, so, hann sjålvur«, segði Brandur. >Kom tú út við
mær út í køkin og få tær ein mjólksopa !<
Teir fóru nú út í kekin og fingu sær mjólk. Tá teir vóru
mettir og væl settir, fóru teir at spæla. Tá fann Bangsi
eina dukku at práta við. Brandur hinvegin var hålvgum
dovin og fór beina leið upp í songina.
Í
Nú fór Bangsi at hyggja seg um í húsinum og tá hann
gekk fram við baðirúminum, sá hann eina smágentu, sum
var í bað. Bangsi ætlaði at spyrja hana um fólkið hjá sær,
men hon bleiv so kløkk, at hon skríggjaði. Hetta dåmdi
Bangsa onki, so hann tók til rýmingar og leyp út aftur í
sólina.
Her kemur ikki nógv burturúr, hugsaði hann við sær
sjálvum. Eg noyðist at halda fram við at leita. Og so helt
hann leiðina fram. Hvussu tað gekst, hoyra vit seinni.
Sólrún Hraunfjørð, 12 ár úr Íslandi, skrivaði.