týsdagur 5. mars 1985síða 6
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
| Flótandi
brennistød
TORSHAVNAR kommuna
hevur nu tikid avgerå um at
byggja eina nyggja brenni-
stød å Sandvikshjalla nær-
hendis Hoyvik.
UM somu tid arbeida IRF og
landsstýrið vid at finna eina
loysn á brennistaðarmál-
inum. M.a. hevur verið
nevnt, at ein brennistød átti
at verið bygd fyri alt landið
og skuldi hon ligið á
Glyvursnesi.
EIN heilt onnur loysn á
brennistaðarspurninginum
er tann flótandi brennistød-
in ella rættari eitt skip, sum
verður innrættað og brúkt
sum brennistød. Okkum
kunnugt verður fyrsta dagin
| lagt fram eitt projekt til eina
| tilika flótandi brennistød.
| Tað verður spennandi at
| síggja, hvat hetta projektið
inniheldur og um nakar
møguleiki er at gera hesa
| ætlanina til veruleika.
| TAÐ er eingin ivi um, at vit
| eiga at kanna henda møgu-
leikan. Best hevði verið um
| hann longu varð kannaður,
| tí tá hevði hetta møguliga
broytt avgerðina hjá Tórs-
havnar kommunu at byggja
| eina brennistød fyri næstan
30 mill. kr.
| VIT vita um flótandi brenni-
| stødir aðrastaðni og skulu
Í hesar virka rættiliga væl.
| Tær bera so í sær fleiri fyri-
munir fram um verandi
brennistødir á landi. Fyri tað
fyrsta kann eitt slíkt rusk-
skip brúkast av øllum
landsins íbúgvum. Tað
kann sigla millum oyggj-
arnar og taka ruskið frá
teimum ymsu bygdunum,
ikki bert vanligt húsarhalds-
——
oddagrein
rusk, men eisini vanda-
mikið burturkast sum kemi-
kaliur ol. Ætlanin hjá IRF
hevur verið at flyta alt rusk-
ið við bilum og skipum til
eina brennistød. Her høvdu
vit so ístaðin flutt brenni-
stødina millum plássini, har
ruskið er. Ein annar fyri-
munur er, at skipið skal
sigla við hjálp av spillolju og
spillhita frá skorsteinunum.
HVAT viðvíkur dálkingar-
vandanum, so ber til bert at
brenna tá avlandsvindur er
og soleiðis sleppa undan at
fáa royk inn á land. Her
skuldi tí verið gjørligt heilt
at sloppið undan vandanum
fyri dioxindálking.
FØROYAR hava nú eisini
ábyrgd av at taka burtur-
kast frá fremmandum
skipum, tí vit hava undir-
skrivað Marpol-konventi-
ónina. Við eini flótandi
brennistoð eiga vit so
møguleikan at sleppa av við
slíkt burturkast, sum kann
hugsast at koma frá
skipum, sum sigla framvið
Føroyar.
SAMANUMT' KID er
spurningurin um eina flót-
andi brennistød sera áhuga-
verdur og eigur at vera
kannaður. Vísir tað seg, at
hetta er besta loysnin fyri
alt landið sum heild, so
eigur løgtingid at leggja seg
uppí ruskmálið og steðga
ætlanini hjá bæði Tórs-
havnar kommunu og IRF
um at byggja hver sína
brennistød. Tá talan er um
landsins besta, eru vit
noydd til at taka avgerðir, ið
kunnu tykjast at vera
ódemokratiskar.
jamii |
Henrik Old:
Nr. 27 — 5. mars 1985
Sambandið og siglingin
á Skálafjerðin
Tað kom mangt áhuga-
vert fram undir viðgerðini
av legtingsmálinum um
keyp av skipi til Skála-
fjarðarsiglingina ístaðin
fyri Trónda.
Í fyrsta umfari sá út til,
at allir flokkar tóku undir
við hesum keypi, men sum
frá leið í orðaskiftinum
vísti tað seg, at fyri Sam-
bandsflokkin og Fólka-
flokkin tóku mestsum bert
løgtingsmenninir fyri
Eysturoy undir vid keyp-
inum.
Hetta undrar ikki so
nogv okkum, sum minn-
ast, tá ið Smyril skuldi
keypast til Suðuroyar-
sigling. Tá var tað eisini
bert ein partur av Fólka-
flokkinum og bara ein
tingmaður úr Sambands-
flokkinum (Jákup Mort-
ensen), sum kundi taka
undir við Javnadarflokk-
inum og Tjóðveldisflokk-
inum um keyp av Smyrli.
Nú 10 ár aftaná hevði
ein roknað við, at Sam-
bandsflokkurin eisini sá,
at Smyril var rætta skipið
til Suðuroyarsiglingina,
men undir orðaskiftinum
um Skálafjarðarferjuna
segði Pauli Ellefsen, at
Sambandsflokkurin held-
ur ikki í dag kundi droymt
um at keypt Smyril til
Suðuroyarsiglingina, (utt-
an at nakar sambands-
tingmaður mótmælti),
men vísti á tað uppskotið
um eina mini-ferju, sum
Sambandsflokkurin hevði
tá.
Í Suðuroynni eru sam-
bandsfólk og suðuroying-
ar sum heild so framma-
laga, at tey langtsíðan
hava sæð at Smyril hevur
verið framúr góður til hesa
sigling.
Bert spell, at ting-
manning Sambandsfloks-
ins ikki sær hetta eisini.
Henrik Old
Setið krossin í
tann niðara puntin
Góðu bý- og bygdaráðs-
limir, styðið vatnorku-
nevnd logtingsins í niður-
stødu hennara við at seta
krossin í niðara puntin á
seðlinum. ið út er komin í
samband við ta vegleið
andi atkveðugreiðsluna
um vatnorkuna.
Ikki neyðugt at
leypa framav
Seta vit krossin í niðara
puntin á atkveðuseðli-
num, sleppa vit undan at
leypa fram av í teimum
umhvervisligu spurning-
unum — bæði tað at taka
burtur tann náttúrugrip,
ið Eiðisvatn er og so hin
vittfevnandi árinsspurn
ingin, ið kann standast av
at flyta vatn burturifrå
———
góðum aliplássum.
Seta vit krossin í neðra.
so verður hædd tikin fyri
hesum viðurskiftum
Húgvuna á hevdið
á teimum føroysku
verkfrødingunum
Seta vit krossin i tann
nidara puntin, so hjålpa
vit eisini teimum føroysku
verkfrødingunum úr ti
støduni at skula standa
vid hugvuni i hondini
Uttan iva eiga vit menn
ið megna allar liðir i eini
vatnorkuútbygging. Ut-
lendingar koma higar at
vinna sær royndir úr ar-
beiði í serligum viður
skiftum, fyri síðani at fara
aðrastaðir at gera sær til
góðar av royndum sínum
latið okkum stimbra
okkara egnu setið
krossin í neðra
Gáva frá teimum
undanfarnu — lán
frå eftirkomarum
Nidurstødan hjå okkara
bestu verkfreðingum á
orkuøkinum, frå løgmanni
(sum eisini er maskinverk
frødingur) og frå meir-
lutanum i vatnorkunevnd
løgtingsins er just tann,
at vit kunnu gera okkum
til góðar av gåvuni frå
teimum undanfarnu, utt-
an í bráðskundi at skula
seta á lánið frá eftir-
komarunum
Ti er lítið at ivast í, at
vit seta krossin í tann nið-
ara puntin
Jógvan í Leðuni
Brennisteðarmálið
Út frá teimum upplýs
ingum, sum hava verið at
finna ymsastaðir, eri eg
sannferd um, at brenni
steðarmálið best kann
uttan brenni-
staðir. Ein brøyt, ein
trumla ognekur drenrer er
nóg mikið til at fjala
ruskið í einum gili, sum
verður slættur beur, tá
tann tyrvingin er liðug.
Hetta kann eftir nøkrum
árum broyta hagan til eina
stóra fløtu, sum kann ar-
beiðast við maskinum.
Um tær svensku roynd-
irnar viðvíkjandi dioxini
eru ålitandi, og vit kunnu
rokna við, at dioxinið fer í
móðurmjólkina — og helst
eisini í DNA-ketuna, sum
loysast
ber arvaeginleikarnar
so kunnu vit eisini rokna
vid, at dioxinið fer við ti
heitu luftini upp gjøgnum
brennistødarskorsteinin
og upp millum skyggja og
regnar niður aftur har.
sum tær skiftandi ættir-
nar føra tað. I Føroyum er
seður allastaðni, har neyt
ella fólk ikki eru. Tað do-
xinregnið, sum ikki for-
giftar hagan, fer við áun-
um oman á sjógv. har
tann náttúrligi fiska-
yngulin heldur til — tann,
sum skip okkara skulu
fiska um nekur ár —.
Men fyri at koma til tað
lokala málið, so fera allar
lágættirnar tað eitraða
regnið beint niðan yvir
Kaldbaksfjorð, sum skal
verða nýttur til alistødir
burturav, og allar vestur
ættirnar føra tað út yvir
Tangafjørd, har norður-
rákið ferir tað beint niðan
í Sundalagið, sum er av-
gjørt besta sjoøki til ali-
stødir.
Tad er lætt at siggja,
hvussu stórt økonomiskt
virði hevði ligð í tí, um vit
kundu útflutt >garanterað
dioxinfriar fiskavørur«.
P.S.
ERE
REE
FE
OM