týsdagur 5. mars 1985síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
0
Nr. 9 — 5. mars 1985
—
ÍF vann 2. deild fyri kvinnur í flogbólti
Flogbóltur:
Mjelnir vann
báðar deildirnar
Sunnudagin varð landskappingin í 1. deild í
flogbólti avgjerd bæði hjá kvinnum og
monnum.
Hetta hendi í Klaksvík har avgerðandi dyst-
irnir í báðum deildunum vórðu spældir millum
Mjølnir og Fleyr og gjerdist úrslitið at Mjølnir
vann meistaraheitini i bådum deildunum.
Úrslitið hjá kvinnunum varð at Mjølnir
vann við trimum umferum móti tveimum og
hevur hetta við sær, at Fleyr A ikki vann
silvur, men bronsu meðan silvuri fór til Fylkir.
Dysturin hjá monnunum var spennandi og
endaði hann við at Mjelnir vann við trimum
umferum móti einum. Í seinasta og avgerð-
andi umfarinum gekk leikur javnt á, umfarið
vardi í hálvan tíma og vann Mjelnir við
seytjan bóltum móti fimtan. Sostatt vórðu
klaksvíkingar feroyameistarar, meðan tvey
Fleyr lið koma á næstu plåssunum. Fleyr I fær
silvur meðan Fleyr 2 fær bronsu.
Í 2. deild hjá monnunum gjerdist Vágs Bólt-
felag vinnari — og uppflytari — vágbingar
taptu bert ein dyst í hesum kappingarárinum.
Hjá kvinnunum varð tað ÍF úr Fuglafirði, ið
tryggjaði sær fremsta og uppflýtingarplássið.
Triðja deild er ikki avgjørd enn, men finalu-
umfarið verður spælt komandi vikuskiftið.
Síða 9
Soleiðis vedda vit...
1. Coventry-Queens Park Rangers 1:
Eingin ivi um at bæði liðini hava stig fyri neyðini,
men vit trúgva at Coventry, ið roynir at sleppa sær
burtur frá niðastu sessunum, í hesum ferinum
roynist sterkara liðið. Vit hava so ofta í hesum
kappingarári greitt frá, at QPR fær flestu av stigum
sínum á heimavelli og bert hevur vunnið tveir dystir
á útivelli. QPR hevur tó spælt fleiri javnar dystir
eisini, so tað er ikki býtt um ein hálvbetir við einum
krossi um ein kervisveddar.
2. Norwich-Aston Villa X2:
Øll lið hava tað trupult tå Norwich er á heimavelli,
men Aston Villa roynist i løtuni av frægastu liðum i
Onglandi — i veruleikanum er tað bara Everton, ið
hevur roynst betri síðstu dystirnar — so vit trúgva
at tað kann gerast trupult hjá Norwich at fáa ell trý
stigini. Javnleikur er meguligt úrslit, sjálvt um
hverki av liðunum er kent fyri at spæla javnar dyst-
ir, men vit meta at Aston Villa verður sterkara liðið,
tí spæl teirra hevur roynst avbera gott síðstu seks
dystirnar, eisini á útivelli.
3. Nottingham F.-Newcastle 1:
Nottingham ætlar sær at vera millum fremstu liðini
og tá liðið bert hevur tapt tveir dystir á heimavelli í
hesum kappingarári, trúgva vit ikki at Newcastle, ið
er av veiksatu útivallarliðum, tekur stig í Notting-
ham.
4. Sunderland-Arsenal 1X2:
Tað hevur ikki gingist ov væl hjá Arsenal seinastu
tíðina og vit trúgva at tað kann gerast torfert at
vinna á Sunderland. Men vit velja tó at fullbøta dyst-
in, tí Arsenal hevur jú víst, at liðið kann spæla góðan
fótbólt og einki er at ivast í at leikararnir nú vilja
berjast fyri at verða millum tey lid, id sleppa at
luttaka í UEFA-cup. Hóast Sunderland liggur langt
niðri á stigatalvuni, so er liðið ikki vánaligt, og vit
trúgva at veikleika »periodan«, ið hevur verið er
steðgað nú.
5. Birmingham-Notts C. 1:
Hóast Birmingham, ið jú er millum fremstu liðini í 2
1 heima
deild, vanliga roynist munandi betri úti en
so trúgva vit ikki at Notts skuldi elvt teimum nakrar
trupulleikar. Skal Birmingham í 1. deild aftur mugu
teir ikki tapa dystir sum hendan. Vit halda at her er
trygt !-tal rættast. Notts er á veg í 3. deild
> 4 . + «
6. Cardiff-Fulham X2:
Fulham er gott og væl leikandi lid og tad eru kanska
ikki nógv, id halda at Cardiff, ið ju er í vanda fyri at
flyta úr deildini, kann taka stig frá teimum. Vit meta
Vinnari í 2. deild menn í flogbólti gjordist VB
tó. at Cardiff, ið hevur tryggjað sær nýggju stig sein-
astu seks dystirnar kann gerast »beiskari biti“ hjá
Fulham enn vænta og hálvbeta tí. Cardiff berjist fyri
lívinum og Fulham skal ikki rokna við lettum dysti
7. Carlisle-Grimsby 2:
Hóast Grimsby hevur roynst »upp
seinastu dystirnar, so er liðið so mikið betri enn
Carlisle, at Grimsby »eigur« at tryggja sær ell stigini
í hesum dysti. Carlisle fær ikki spæl sítt at hanga
saman í letuni og kann tað tí gerast trupult hjá
teimum — teir eru á veg niður eftir í stigatalvuni
og niður-
8. Crystal Palace-Wolverhampton X:
Her hittast tvey lið, ið bæði berjast fyri at sleppa
burtur frá botninum. Bæði hava tey stig fyri neyð-
uni, og tað trúgva vit eisini at tey fáa í hesum dysti
Bæði roynast eins illa í letuni og tað kann verða
trupult hjá nekrum teirra at vinna.
9. Leeds-Huddersfield 1:
Hóast Leeds hevur havt trupulleikar móti Hudders-
field fyrr, so trúgva vit at sigurin hesa ferð endar í
Leeds. Hóast Leeds ikki er millum fremstu liðini í
letuni, so eru framvegis meguleikar fyri at tryggja
sær ein av uppflytingarsessunum og vit trúgva at
leikararnir hjá hesum seguríka felag berjast fyri
meguleikanum.
10. Oldham-Blackburn X:
Blackburn er framvegis oddalið í deildini, men fel-
agið hevur havt ávísar trupulleikar at dregast við
síðstu dystirnar og tá ein so hevur í huga, at seinastu
dystirnir á útivelli eru endaðir við javnleiki, so er tað
kanska heldur ikki so býtt at seta ein kross her
11. Sheffield-Oxford 1X2:
Í 1985 hevur Sheffield roynst steðugt og væl leik-
andi og er eingin ivi um at øll lið hava tað trupult á
heimavelli teirra. Tí er tað at vit fullbøta henda dyst
Oxford er uttan iva betra liðið, men tað er ikki
gingist ov væl í síðstu útidystunum og teir verða
meguliga eisini fyri stigamissi í hesun
12. Shrewsbury-Charlton 1:
Vit hava fyrr sagt frá at
heimavøll nevvan er so stórur nakra staðir
Onglandi, og í hesum dysti hittast tvey lið, ið eru góð
demi um hetta. Shrewsbury roynist stak væl á
heimavelli, meðan Charlton roynist vánaligt
útivelli. Shrewsbury hevur vunnið allar teir seinastu
heimadystirnar og tað verða neyvan trupulleikar at
fáa oll trý stigini tá Charlton kemur á vitjan