Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-03-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mars 1985síða 7

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

EET amme TSTEEEEEEEEEE SEE AAA TEE Nr. 28 — 7. mars 1985 I dag bugva 13 følk i Mykinesi, men: Einaferð búðu 180 fólk í Mykinesi — har var útróður og fiskaarbeiði umframt tað nógva arbeiði, sum jarðarbrúkið gav Kommunur — bygdir og fólk Sum fastan tått i Tiðindablaðnum S0- sialinum hava vit hvønn hósdag vitjað í eini før- oyskar kommunu og tosað við bygd- arráðsformannin. Hetta tiltak fara vit at halda fram við. Men vit fara so eisini á hesum hós- dagssidum at tosa við fólk, sum hava tilknýti til komm- ununa -—- bygdina ella hbygdirnar í kommununi. Tað verður um mál, sum hava stóran týdning og áhuga fyri ekið. Í dag venda vit aftur eygu og oyru móti eini av minstu kommununum i landinum, — nevni- liga Mykinesi. Vit tosa við elsta fólkið í bygdini, Olaf Niclasen. Um lesarar okkara hava eitt- hvert at viðmerkja til umreddu grein- ir, eru tit væl komnir at skriva ella ringja til okkara. Tað hevur víst seg at vera stórur áhugi í skúlunum fyri tilfari av m.a. hesum slag, sum verður prentað í Sosialinum. Um so er at onkur ynskir at fáa blød sendandi —- eitt nú sam skåle sett, gerið tá so væl og sigið okkum frá at vit kunnu prenta Úr Mykinesi Í 20-unum búðu umleið 180 fólk í Mykinesi. Um framt jarðarbrúk, fuglaveiðu o.a. gav útróðurin arbeiði til nógvar hendur. Eitt skifti vóru 10 bátar, sum róðu út í Mykinesi Teir avreiddu fiskin í bygdini, har hann varð saltaður. Tilsamans tríggir handlar vóru, sum keyptu fiskin M.a. hetta greiðir elsta núlivandi fólkið í Myki nesi Olaf Niclasen, vanliga nevndur Olle, okkum frá Elsta fólkið, sum er búsit- andi í Mykinesi í dag. er tann 76 ára gamli Olaf Niclasen, vanliga nevndur Olle. Hann er ein av teimum, sum minnist tíðina í Mykinesi, tá har vóru nógv fólk og lív. Eitt skifti búðu meira enn 180 fólk í oynni I dag er nógv broytt Bert 13 fólk eru eftir í bygdini og teirra millum eru fleiri eldri fólk. Tá tey so við og við fella frá, verður lítið eftir í oynni. Tey mest svartskygdu bera ótta fyri, at har verður eskukalt um íkki so nógv ár. Einasta bjarg- ingin er, at ung fólk festa búgv aftur í oynni og fáa gongd á aftur jarðar- brúkið og fuglaveiðuna Olaf Niclasen ella Olle hevur mong góð minni frá uppvekstrinum og tíðini aftaná her vesturi í Myki- nesi Hann er føddur í Mið- vági og var triðyngstur av tilsamans 9 systkjum Sjey ára gamai doyði mamman, og Olle endaði í Mykinesi Sjey ára gamal til Mykinesar Eg hevði eina fastur, sum varð gift í Mykinesi og har vitjaði eg, tá tað var meguligt. Mær dámdi so væl mannin hjá fastur míni, tað var Eliesar Joensen, og fekk eg loyvi at flyta til Mykinesar. Og so væl fall Olle til í hesi nýggju bygdini, tað var í 1916, at hann flutti ikki aftur til Miðvágs, har pápin búði sum fiskavrakari. Olle fór tá í skúla í Mykinesi og minnist hann, at har vóru umleið 30 bern í skúla- alduri tá. Lærari var Johanna Abrahamsen. Seinni komu eisini aðrir lærarar og vikarar. Ein teirra var Hjalmar Waag úr Klaksvík Skúlagongdin var ikki tann nógva, tí oftani gekk long tíð við ongum lærara. Tey fyrstu árini lærdu tey bert danskt og rokning, men tá Olle var 12 ára og arbeiddi gamal, fóru tey eisini at læra føroyskt í skúlanum. Olle heldur fyri, at skúla- tíð hansara hevur neyvan verið meira enn 4 ár til- samans Olle fór úr skúlanum, tá hann varð 14 ára gamal. Hann fór at ganga til í Miðvági og minnist hann, at hetta tók langa tíð, frá oktober til út í mars. Hesa tíðina búði Olle so hjá páp- anum, Johannes Niclasen Ferðasambandið Tað var heldur ikki altíð so lætt at koma út í oynna við tí skipasambandi tá var. Olle minnist teir fyrstu bátarnar, sum rektu siglingina millum Sørvåg og Mykines. Teir itu Toko og Jamana og sigldu teir eina ferð um vikuna, um tað viðraði Einaferð gingu heilar 9 vikur uttan samband millum Mykines og Vág- oynna, men tað hendi so eisini, at tað var kyrt hinu- SNE Olaf Niclasen, vanliga róptur Olle, vid heiðursprógvinum hann fekk frå landsstyr- inum fyri í 1957 at hava flutt góða og væl hagreidda veiðu til lands. Á borðinum eisini sjálv medaljan og eitt model av bátinum megin oynna og varð postur og farmur tá skip- aður upp har og síðani borin til bygdina. Olle minnist, at tað eina- ferð var matneyð í oynni og so illa viðraði, at bátur slapp ikki út í oynna í langa tíð. Tá kom báturin so kortini og legði at við Alatanga, tey rópa. Har eru einir 18 favnar frá upsini og niður til sjóvar- málan. Báturin legði at har og varð farmurin, mest mjel, skipaður upp og borin til bygdina Hetta man hava fyrst í 20-unum Tá so Olle var konfir meraður gav hann eina hjálpandi hon, har tað var neyðugt og nógv var at tríva í í Mykinesi tá. Tað va rin.a. at bera tød, at velta epli og retur og Olle minnist, at menn ta fyrstu tíðina veltu korn eisini verið Róði út frá Mykinesi Hugurin lá til sjógvin og longu 16 ára gamal slapp hann at rógva út við róðr arbáti frá Mykinesi. Tá var nógv gjert av við at rógva út frá Mykinesi Stutt var á fiskileið, út á Guttamið, einar 3-4 fjórð- Tá so fiskurin varð ingar lagdur upp í Mykinesi og kruvdur, varð hann borin niðan í pakkhúsið Har varð allur fiskurin Olle, her stæddur við síðuna av maskinbáti sínum, ið nú er komin uppá turt nær- hendis neystini í Mykinesi