Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-03-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 1985síða 4

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Telefon 118 20 Argjavegur 26, 3800 Argir Postsmoga 76, 3800 Tórshavn lagi kl. 10 dagin fyri útgávudagin Grækaris- messa TJALDUR ver vælkomið, syngja vit henda hátíðardag. Og fáir eru teir før- oyingar, ið ikki onkursvegna kveikl- ast, tá teir aftur á fyrsta sinni hoyra klippini, hesi vælkendu ljóð. VANLIGT hevur verið slíkar hátíðar- dagar at minna á týdningin av skyn- semi mótvegis náttúruni, vísa á tørv- andi javnvágina náttúruna og menn- iskjuni ímillum og at tala fyri skila- góðum tiltøkum, sum kanska kundu hjálpt okkum aftur at kent okkum sum part av tí føgru náttúru, vit eru sett at liva í. SLIGIÐ hevur dúgliga verið á tjóð- skaparkensluna henda dag. Og gott er, at verða mintur á, at vit eru fólk í egnum landi og við ábyrgd fyri med- menniskjum eins og øðrum, id her livir og rerist. TJÓÐFUGLUR okkara kann við sínum levnaði og fagurleika ikki annað enn minna okkum á, kanska ikki bert, at vit eru »serstøk tjóða (tað sigst, at onkrir vóru so argir um hetta „tjóðskaparfjasiða, at teir, tann tíð tað var, steinaðu hvert tjaldur, teir sóu), men at vit í felag hava ábyrgd av okkara ríku náttúruvirðum, sum eingin okkara rættiliga kennir til fuln- ar, so leingi hesi ikki eru oydd av álv- ara. MEN stundin er avgjørt komin til at vit spyrja okkum sjálvi, um ansurin er nóg mikið at seta upp ímóti alsamt vaksandi náttúruoyðingunum, sum metast neyðugar, um hesin vælsign- aði »framburdur« ikki skal skerjast. VIÐ ekta samskiftinum, vit hava við heimin uttanfyri og teimum álvars- málum, ið har leika á, áttu vit kanska meira enn higartil at tíkið við tær, hugleiðingar, vit á heimlandinum, gera okkum í samband við frælsis- og tjóðarfugl okkara, sum jú búleikast í eins stórum meingi í løndunum íkring okkum. Í fjøltåttadu millumlandaviðurskift- inum er talan um annað enn handil, veidiavtalur v.m. Umhvørvismålini gerast alsamt meira åtrokandi. Av hesum eru djóraverndarviðurskifti tey, ið fólk um heimin allan hóast alt frægast taka til sín. FØROYINGAR hava seinastu tíðina fingið harðar ábreiðslur uttaneftir fyri grindadrápini. Sjálvir hava vit givið ilt av okkum suðureftir um tjøldrini, sum eitt nú í Onglandi verða jagstrað, ti búnaðarmenn har meta »okkara« tjóðfugl sum skaðafugl. tíðindablaðið Dagny Joensen Útgávudagar: tysdag, hósdag og leygardag Ps urin. oddagrein SKAL vån vera um rimiliga åvirkan úteftir, er givið, at vit fyrst mugu triva í egnan barm og meira enn higartil benda vitsku fólksins náttúru- og vanligu umhvervisverndini til fyri- muns. ÁRINSKANNINGARNAR í samband við eitt nú vatnorkuútbyggingina, sum tvistøda hevur verið um, hava eftir ollum at døma verið rættiliga til- vildarligar. Árinið av alingini og brennistødarætlanunum kenna vit heldur ikki til fulnar. Tippan av sund- um og firðum verður farið undir uttan minsta sindrið av umhugsni fyri av- leiðingunum av td. broyttum streymviðurskiftum. HESAR trupulleikar loysa vit ikki eftir einum degi. Vanligt grækarismessu- hald hevur eisini einamest lagt meira viðkvæma ungdóminum eina við at fara væl um náttúru okkara. Hetta hevur borið åvøkst, tí hóast alt må ansurin sigast at vera til staðar í dag. Hinvegin er tíðum truplari at fáa myndugleikarnar — ofta tey eldru — til at laga hálovaða »framburdin« ansni. Einki skal offrast, ikki eingang broytast, hóast broyttu ætlaninar viðv. eitt nú vatnorkuútbyggingini í Eysuroy í veruleikanum gevur meira fyri minni. VAKRI sidurin, grækarismessuhald- ið, verður til innihalds vónandi til allar tíðir at laga seg eftir teimum álvars- spurningum, ið eru uppi í tíðini. Tess meira samskifti vit hava við umheim- in, tess størri part av heims- trupulleikinum eiga vit lut í, hetta um vit vilja tað ella íkki. ÁLVARSLIGASTA heimsmål í dag er vitleysa våpnadubbingin. Viðgangast má, at her eru vit uttan ávirkan — ella eru vit. Øll her á landi áttu at kunna tikið undir við, at norðurlond vóru kjarnorkuvápnafrí, oll skuldu vit verið samd um týdningin av reinføri á land og sjógv. Ikki minst sjálvsagt skuldi tað verið, at mannaættarinnar felags ogn, rúmdin, ikki skuldi verið misnytt til hernaðarlig endamál. LATIÐ okkara treystu friðardúgvu tjaldrið eisini minna okkum á hesi viðurskifti. HELST er tað av tilvild, men undrunnarsamt er tað kortini, at stór- veldini júst hittast aftur á grækaris- messu til at tingast um framtíð heimsins. Nr. 30 — 12. mars 1985 Deyvablaðið ! So kom aftur eitt nýtt deyvablað, sum eingi deyv kunnu lesa. Eg helt, at deyvablaðið fyrst og fremst var ætlað deyvum og so í eðrum lagi eðrum áhugaðum. Tit deyvu ynsktu at fáa tíð í SvF, og eg ynski tykkum hjartaliga tillukku. Frálíkt, tí nú skilja ell deyv, sum hava lært tekn. Hvi kann tykkara Deyvablað ikki eisini vera fyri deyv ? Fyrst er at siga, at tað sum deyv skulu lesa, má vera einfalt. Ein heil síða í deyvablaðnum uttan stutt brot við yvirskriftum er illa lesandi hjá teimum ungu. Hon er ógjerlig at lesa hjá tilkomnum og eldri, tí tey hava bert lært danskt mál. Og so brúka tit nógva tíð at umseta úr donskum. T. v. s. Øl] tey deyvu, sum gingu í skúla í Danmark, og oll tey føroysku deyvu, sum búgva í Danmark, mugu brúka tolk, um tey skulu skilja tað, sum er í blaðnum. Í jólablaðnum var ein long sega, sum eingin deyvur kundi lesa. Eg skal geva tykkum eini góð ráð. Skrivið blað- ið, so tey deyvu kunnu lesa tað. Haraftrat: Tit skriva um virðurskiftini hjá teim deyvu í USA, Sveríki, Kina v. m., halda tit ikki, at tað eisini kundi verið gott at vita um viður- skiftini hjá deyvum í Fer- oyum ? Summi spyrja: eru deyv brekað? Hvat siga tit? Sjálv veit eg, at nekur av tykkum meta okkum hoyrandi vera brekað, um vit ikki skilja teknmál. Skal blað tykkara verða lisið, so má broyting koma í — ella endar tað við, at eingin deyvur tímir at halda tað. Minnist endiliga til at hava teknmáls-síðurnar við hverja ferð, blaðið kemur út, tí nógv hoyrandi eru glað fyri hetta. Bestu ynskir sendi eg Deyvafelagnum. Tórshavn, 7/3-85 Hanna Lisberg Eru stuðlar hjá fólkaflokkinum eisini sovjettiskir ørindasveinar? Herfyri fingu tey følk, sum standa aftanfyri »Traktat NÚ< tað vanligu bukkuna frá Dagblaðnum. Tey vóru løgd undir at renna erindi við Sovjet, vórðu meira ella minni sammett við Treholt við ollum ti Dagblaðið leggur í hetta, tey hataðu vestur- lendskt folkastyri, og tær kvinnur sum standa aftanfyri hetta tiltak verða hådadar, sum ein kann vænta tað. Sjálvsagt er eingin sum undrar seg um eina slíka mannagongd. Tað nýggja í hesum er tó tað, at tey sum arbeiða við >Traktat NÚ< í veruleikanum eru í fullum samsvari við fólka- flokkin! Endamálið hjá hesum felagsskapi er jú at virka fyri at fáa skjalfest. at Norðurlond verða kjar- orkuvápnafri eki. Tað var á heysti 1983, at Erlendur Patursson legði fram á ting uppsot um at Føroyar skuldu lysast at vera kjar- orkuvåpnafritt øki. Hetta uppskot før i marknadar- nevndina, sum einmælt tók undir við ti, t.v.s. eis- ini fólkaflokkurin, og síðan varð tað samtykt við m.ø. øllum folkafloks- atkvødunum, samb. ti sum formaður floksins hevur ført fram í útvarps- orðaskifti. Tað sum Traktat Nú ger, er at virka fyri at henda samtykt, sum fólkaflokkurin hevur verið við at samtykkja, verður sett í verk. Og so skulu vit eisini uppliva tað, at fólk sum bakka fólkaflokkin upp eisini verða sjoftlad til Ein hevði nú væntad, at fólkaflokkurin fór at gera vart vid seg, og í hvussu er átalað hesi manna- gongd. Eitt er at fólka- flokkurin ongar kenslur hevur fyri fólki, sum hava eina aðra hugsan enn flokkurin, men hann skuldi tó havt eina ávísa ábyrgd fyri fólki, sum hava somu hugsan sum hannsjálvur. Einki er to frætt enn Kanska vil fólkaflokk- urin nýta sum undan- forslu, at skrivingin í Dagblaðnum er honum 6- viðkomandi. Hetta gong- ur sjálvsagt ikki. Fyri tað fyrsta hevur blaðstjórin 6- mótsagdur kunnað út- nevndt seg sjálvan til stavnamann fyri flokkin. Fyri tað annað er floks- leiðslan væl og virðiliga umboðað í bladnevndini, og fyri tað triðja vísti tað seg undan býráðsvalinum, at oddamenninir í flokk- inum við at klirra við pengakassanum kundu útihýsa óynsktum sjónar- miðum í blaðnum. Og allir teir triggir, sum tá hóttu við at steðga penga- stuðlinum til blaðið, eru millum tfer sum atkvøddu fyri ti uppskoti, sum Traktat Nú arbeiðir fyri at seta í verk Nú bíða vit bert eftir at fáa at vita, hvert fólka- flokkurin veruliga meinar nakað við tað hann er við at samtykkja, ella um tað bert er ein maður í flokkinum, sum ein veit hvar ein hevur Einki svar! svar er eisini Áheitan! Í seinastuni hevur verið tosað ikki so lítið um havnaviðurskiftini i Havn, m.a. hava vit hoyrt Boga Godtfred, út- varpsmann prátað við Hegna Mohr, havna- meistara og formann í havnanevndini, um út- byggingarætlanirnar. Bogi Godtfred dugdi væl at fáa burturúr havnameistaranum” ym- iskt forvitnisligt — betur kanska enn so mangur annar, sum hevur roynt seg, men ein spurningur, sum liggur undirritaða nógv á hjarta, varð tó ikki settur havnameistaranum hetta kveldið. Eg fari tí at heita á Boga Godtfred um at seta Hegna Mohr henda spurning: Einaferð varð samtykt at gera ein mola úr Skinn- araskeri vestureftir, sam- stundis sum ein skuldi gerast av Fiskacentralin- um eystureftir. Hesin vestari molin er komin, men ikki hin, og spurn- ingurin er nú: Hví verður hesin moli ikki bygdur — og nær kemur hann? Skiftandi havnanevndir hava áhaldandi givið und- irritaða tað svar, at nú fer arbeiðið við hesum mola skjótt at byrja. Spurin