Sosialurinarkiv
Sosialurin 1985-03-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 1985síða 16

‹ fyrra síða allar 16 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tit ringja — vit skriva Er nakað á våsi? — Ivamái? Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara Vit eru til reiðar! Tað ber til at menna uttan at týna náttúruna — Tað ræður um at broyta hugsunarhátt- in, segði Arne Nerrevang í grækaris- messureðu síni í Havn sunnudagin. Hann tosaði um, hvussu alt í náttúruni hongur saman, hvussu tað ber til at varðveita náttúruna uttan at forða menningini. Hann segði: »Fuglameingi er lands tók Sverri Paturs- son til. Hann, sum byrjaði virdi«, Grækarismessuhald Havn og sum var heldur fastur rødari å hesum degi fram til 1952 1953 flutti Sverri Dahl røduna og lysti, at vida hvar Norðurlondum trúðu tey gomlu, at á hes- um degi vaknaði náttúran øll til nýtt liv. Planturnar fóru at næla, og flyti- fuglurin kom aftur. Fuglurin, einamest tjaldrið, varð mest um- reddur á fundunum, men eisini varð nógv sagt um náttúruna sum heild. Vitan okkara er nógv vaksin. Vistfrødi — øko- logi — hevur tikið seg upp sum ein lærugrein, ið nú eisini hevur funnið sín lut í lestrarætlan fólkaskúlans. Eyðsýnt er, við teirri vitan, vit eiga í dag, at fuglurin er ein liður í vist- skipanum. Fuglar kunnu ikki liva, uttan so at feði er til teirra — maðkar, fliður og onnur smákykt. Og maðkar og fliður kunnu ikki liva uttan so at teir kunnu finna sær fødi. Alt hongur saman Alt í náttúruni hongur saman. Tekur tú ein lið út úr vistskipanini, broytist hon oll sum hon er. Ei heldur ber til at gera stór- broytingar í landslagnum uttan at vistskipanirnar broytast. Umleið 1950 var likkan vanligasta másaslagið í Feroyum. Hon fann sær foði i fjoruni og í haganum Fiskimásin sum líkist likkuni, men sum er nógv ljósari, var als ikki vanligur at síggja. 20 ár seinni varð eðrvisi. Nú vóru næstan líka nóg- vir fiskimásar sum likkur, og talið av másum sum heild var nógv vaksið. Orsekin var helst, at nú varð fiskurin virkaður á landi. og slógvið var ríki- ligt. Her var nóg mikið av fødi so at måsastovnurin kundi vaksa, og har var fiskimåsin vid yvirlutan. Men um eingin fiskur kom upp å land i kanska eina viku, noyddust mås- arnir at leita sær fødi aðrastaðni. Teir sveimadu út um be og haga og tóku alt livandi. Eisini egg og ungar hjá heiðafugli. Lógv og spógvi minkaðu nógv. Tjaldrið kláraði seg betur. Ti sum vit vita, verjir tjaldrið reiðrið og ungarnar. Hetta dømi vísir, at tað broytta framleiðslu- mynstrið gjørdi, at måsar vórðu fleiri, og heidafugl- urin minkaði. Fólkatalið í Feroyum veksur stødugt. Sethús, virki og vegir krevja pláss, lendi verður tikið inn til býir og bygdir. Hetta er neyðugt, um samfelagið skal mennast. Týningin kann fyribyrgjast Men hvat so úruni? Skal hon varðveitast? Summi halda, at vi kunnu gera við náttúruna sum okkum lystir. Menn iskan hevur fingið yvir valdið. Vit kunnu spreingja fjøll og tippa sund, og vit kunnu gera kemisk evni, sum hjálpa okkum: konserverings- evni, vaskievni, blýggj í bensini gevur meira orku 0.s.fr. Men hesi evni eru samstundis eiturevni, sum hótta plantur, djór og menniskju. Hetta skal tó ikki vera ein dómadagsprædika. Vit kunnu beta um stød- una, vit kunnu fyribyrgja tey ringu árin, sum stand- ast av vøkstrinum í idnad- arsamfelagnum. Vit mugu leita okkum meira vitan. Og tað er neyðugt, at vit fáa okkum vitan á ell- um ekjum í samfelagnum. Mest umráðandi er, at øll — og einamest tey ungu, við nátt Skótarnir hava ikki mist náttúruansin sum skulu liva í fram- tíðarsamfelagnum — duga at síggja, og vita, at eitt og hvert tiltak hevur avleiðingar við sær, sum mugu umhugsast. Ti er neyðugt, at lívfreði fær sterri pláss í fólkaskúl- anum — ikki fyri at geva serkunnleika, men fyri at hugsanarháttur teirra ungu verður, at lívið — lív menniskjans við og í nátt- úruni — er dýrgripur, sum vit mugu varðveita, og at tað ber til at menna sam- felagið uttan ovurstóra náttúrutýning. Landsætlan A einum eðrum — summi siga hægri — stigi er neyðugt at fáa serkunn- leika um, hvat ið hendir og hvat ið er væntandi í okkara samfelag, í Fer- oyum. Tað er neyðugt, at tað eru føroysk viður- skifti, rannsóknir í hesum landi, sum verða grundar- lagið undir avgerðum hjá politikarunum. Ti er tað heilt greitt, at tað er Feroya fólk, sum við demokratiskum stýri skulu avgrera, hvat fremj- ast skal í samfelagnum og á hvenn hátt. Tey sokallaðu serkønu kunnu bert koma við tilráðingum út frá síni vit- an og rannsóknum. Viljin — hugsanarhátturin — má liggja hjá veljarafjøld- ini, og politikarar okkara skulu taka avgerðirnar. Í hesum sanbandi skal eg nevna tey uppskot, sum eru um at gera lands- planlegging — eina lands- umfatandi ætlan um, hvussu og hvar sam- felagið skal mennast tey komandi árini. Har er um- ráðandi, at tey árin í nátt- úruni, sum kunnu stand- ast av hesari menning, verða væl og virdiliga kannað og umhugsað og — ikki minst — sam- skipað við hesa lands- ætlan. Umhvørvislog Leingir hevur verid tosad um umhvervislóg. Tiverri er hon ikki komin, og kanska kunnu vit loyva okkum at siga eitt spak- mælt tibetur, ti just nå ber til at tengja lands- ætlan og umhvervislóg saman við eina endur- skoðaða náttúrufriðingar- lóg til eina heild. Virðing fyri náttúru og umhvervi má ikki koma at standa upp ímóti sam- felagsmenningini. Tekno- logiskur vekstur og nátt- úruvarðveiting mugu vera sum tannhjól, sum mala saman og sum í neyvum samstarvi virka fyri fram- burði í samfelagnum. At enda fari eg at nema við náttúruvirðing. Hjá teimum gomlu feroying- unum varð virðing fyri náttúruni sjålvsøgd, tí teir noyddust at liva í og av og saman við nátt- úruni. Teknologiskur fram- Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran. burður hevur gjørt menn- iskjuna til harra yvir nått- úruni. Hugsið til dømis um, at bert í góðveðri bar til at rógva til Suðuroyar. Nú kanst tú fara í ellum veðri við stórum ferða- mannaskipi. Í staðin fyri at ganga upp um fjøll setur tú teg í ein bil og koyrir gjøgnum tunlar. Náttúruansurin er nógv viknaður. Vit hava brúk fyri óspiltari náttúru Men teknologi gevur eisini meira fritið, og gongdin er nú vend. Fleiri og fleiri nýta fritidina til at fara út í náttúruna at leita sær hvíld og styrk og uppliv- ilsi, og ti ræður eisini um, at steð eru eftir, har mannahond ikki hevur broytt landslagið og vist- skipanina Feroyar eur eitt lítið land. Náttúran er stór- fingin og vekur, men tað er avmarkað, hvat ið vit eiga av vetnum og áum, av mýrum og heiðum 0. s. fr. Ti er umrådandi, at vit nú — eins og í granna- londum okkara — semjast um, hverji eki skulu verða friðað og varðveitt fyri komandi ættarliðum, at tey kunnu gera sum vit: fara út í órerda náttúru og njóta hana og tað fjøl- broytta lívið, sum hevur verið í ártúsund. Framtíðin Enn er ikki ov seint til, at tey sum umsita búskap- arligu menningina av samfelagnum, og tey sum eru sannførd um, at nått- úran er týðandi partur av umhvervinum, kunnu koma ásamt um, hvussu landið skal síggja út um 10 ár, 100 ár ella 1000 ár. Um túsund ár liggja Feroyar enn her. Vit verða tá farin undir mold fyri langt síðan, men eftir- komarar liva vónandi í hesum landi. Okkara skylda er, at tey ikki skulu kunna síggja, at vit skerdu meguleikar teirra at síggja tjarnir við lómum, haga við nógvum tjøldrum í eini óspiltari náttúru. Eg fari at bera skót.- unum, sum hava skipað fyri grækarismessuhaldi nú í nógv ár, eina tekk. Tit hava ongatíð mist náttúruansin. Tykkara virki liggur nógv úti í náttúruni, og tit duga at virða hana. Tykkara ar- beiði hevur verið við til at varðveita eimin, sum vón- andi ein fløvandi eldur kann kykna uppaftur av.