leygardagur 23. mars 1985síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
UR
EN
SE
Nr. 35 — 23. mars 1985
Rådgeving innan Føroya Felag moti Krabbamein:
tíðindablaðið
Onkran at
tosa við
Hóast fleiri fólk doyggja
av hjarta- og kersjúkum,
so er krabbamein enn tann
sjúkan, sum flest fólk eru
bangin fyri.
— Viðvíkjandi bróst-
krabba, so hevur sjúkan
tað við sær, at kvinnur
kenna tað, sum hava tær
mist ein part av sær sjálv-
um.
— Hygg bert at lýs-
ingatilfarinum í bleðun-
um. Hvussu ofta verða
bróstini ikki tikin fram í
ljóssnála, sum ímynd fyri
kvinnuna?
— Hetta sigur Súsanna
Johannesen, sjúkrasystir
og ráðgevi í Feroya Felag
móti Krabbamein.
Felagið hevur nú fingið
skrivstovu á Hoyvíksvegi
22, og Sosialurin hevur
havt eitt prát við Súsonnu
Johannesen, um hennara
arbeiði innan felagið.
Hverjar uppgåvur hev-
ur tå sum rådgevari i
felagnum?
— Eg havi ikki bein-
leiðis nakrar reglur at
ganga eftir, men enda-
málið við hesum arbeiði
er, at verða teimum til
hjálp og stuðul, sum hava
fingið skurðviðgerð — eitt
nú í bróst ella hava fingið
lagt tarmin fram (colo-
stomi) — Hóast vit ikki
hava nakrar skrásetingar
fyri colostomi sjúklingar,
so vita vit, at umleið 60
sjúklingar eru í Feroyum
— Nógv teirra hava
fingið skurðviðger fyri
nógvum árum síðan, og tí
vilja vit fegin í samband
við slíkar sjúklingar, ti so
nógv nýtt tilfar er komið
seinnu árini, sum kunnu
lætta um hjá tí einstaka í
gerandisdegnum.
Viðvíkjandi teimum sjúk-
lingum sum fáa lagt tarm-
in framm er at siga, at
sjálvandi duga sjúkra-
systrarnar á deildini at
passa hesar sjúklingar,
sjálvt um vit ikki hava
serdeildir á hesum eki.
Eg fái tó at vita tá ein
sjúklingur fær lagt tarmin
framm, og komi so á deild-
ina meðan hann er inn-
lagdur.
Tað ræður sjálvandi um
hjá okkum, at fyrireika
sjúkling og familju so væl
sum gjerligt áðrenn heim-
ferðina.
Tey læra at skifta posa
og í heila tikið passa colos-
tomiina sjálvi.
Heimasjúkrasystrar
taka so um endan tá sjúk-
lingurin kemur heim.
Tað hevur týdning bæði
fyri sjúkling og meg at vit
kennast áðrenn viðkom-
andi verður útskrivaður.
Sambandið okkara millum
verður betri.
— Tað er soleiðis við
colostomi sjúklingum, at
teir mangan kenna seg illa
og ikki tora at fara millum
fólk, ti tey halda seg vera
til ampa fyri medmenn-
iskju síni.
— Tað er ikki neyðugt,
at fólk skulu hava slíkar
trupulleikar, ti tað í dag er
meguligt at fáa ymiskt til-
far, sum fullkomiliga tek-
ur burtur ótryggleikan og
trupulleikar, sum stand-
ast av colostomi.
- Eg vil ti fegin í hes-
um sambandi heita á fólk,
sum hava brúk fyri at fáa
upplýsing og leiðbeining
um nýtt tilfar, sum kann
fáast, sigur Súsanna Jo-
hannesen, sum hevur
samband við stovnar
uttanlands, ið senda til-
far, so hvert sum nýtt
kemur fram.
Hverja hjálp kanst tú
veita sjúklingum, sum
hava fingið skurðviðgerð í
bróstið
Tað er so ymiskt,
hvussu sjúklingar taka
tað, tá teir koma í slíka
stødu. Tað er fullkomiliga
upp til ti einstøku, hverja
hjálp hon hevur fyri neyð
ini Summar hava brúk
fyri at tosa um tað, aðrar
vilja hava upplýsing um,
hvussu tær skulu fyri
halda seg Min upp
gáva er at verða teimum
til hjálpar og tá er oftast
lættari at byrja við prakt
iskum spurningum Tá
kvinnur hava fingið
skurðviðger, fái eg boð um
tað á Landssjúkrahús-
inum. Eg kann t.d. geva
teimum eina fyribils pro-
tesu, sum kann nýtast,
meðan ein liggur á sjúkra-
húsinum
Tá kvinnan kemur
heimaftur, skal hon hava
nýggja protesu og ser-
ligan brósthaldara. Vit
kunnu avtala eina tid, so
eg kann fara við henni í
handilin Siri, sum selur
hesar lutir. Í dag er tað
lætt at fáa avgreitt slík
erindi. Áður noyddust vit
at bíleggja í Danmark, og
ofta passaðu protesurnar
ikki serliga væl. Bíðitíðin
var eisini long.
— Ti er hugsandi, at
kvinnur, sum hava fingið
Súsanna Johanne-
sen, rådgevi: — Fólk
í kreppustødu hava
bruk fyri at tosa um
tað, sum er hent
teimum. Fáa tey ikki
møguleika til tess,
verður kanska tor-
fort at koma sær
víðari
skurðviðgerð fyri árum
síðan, ganga við vánalig
um protesum Hesar
kvinnur kunnu eisini
venda sær til mín, so vit
meguliga kunnu finna
fram til protesu, sum er
meira nútíðarhóskandi
Hetta eru tey prakt-
isku tingini, men annar
partur er eisini sálarliga
stødan hjá kvinnum, sum
hava fingið bróstið tikið.
Sálarliga er tað ein stór
broyting, einamest ti
slík viðgerð sigur, at
kvinnan hevur havt
krabbamein. — Hóast
læknar og sjúkrasystrar
royna at stuðla sjúklingin,
so nógv sum gjerligt, so er
tað frameftir torfert hjá
eðrum at tosa um sjúk-
una. Vit eru øll ótrygg við
steðuna, og hóast kvinnan
veit, hvat bagir, so hava
vit mangan ilt við at tosa
beinleiðis um tað.
— Seinastu 20 árini
hava verið gjørdar kann-
ingar um menniskju, sum
koma í kreppusteðu.
Á Sjúkrasystraskúlan-
um er læran um kreppu-
steðu í dag ein partur í út-
búgvingini, tí tað er
prógvað, at menniskju
koma í slíka steðu, tá eitt-
hvert ógvisligt verður
teimum fyri.
— Tað er líka mikið um
kanningar hava verið
gjørdar í USA ella Svøriki
Gunnver
last n
lelkarnar
ella aðra staðni, so visir Skála. Tær hava báðar
Bærentsen í hava kent
Havn og Palma Joensen á kropp. Tær
sama mynstur seg verið fyri at missa bróstið og kunnu siga sjúkling
Fólk bera seg eins at. Tey og vilja sjálvbodnar átaka unum meira um tað. sun
hava brúk fyri at tosa um sær at fara út til kvin tær av egnu royndun
tað, sum er hent teimum
og fáa loyst upp fyri tí, verið
sum plágar tey í hug-
anum. Um tey ikki fáa
høvi til tess,
Hevur ein kvinna
brúk fyri at tosa við hesar liga
báðar, so skulu tær venda
verður sær til mín, og eg sendi
sær víðari sanna
Foroya Felag nóti
Krabbamein hevur eisini
sett tvær kvinnur, undir
hjálpararbeiðnum, sum
kallast: >At liva sum
ådur«. Tað eru tær báðar
Johannesen og
leggur afturat:
samreður kunnu fáa
ómetaiga stóran týdning
fyri kvinnuna, júst tí at
Gunnver Bærentsen og
Palma Joensen sjálvar
Kvinna søkist
Sekt verður eftir kvinnu at átaka sær
arbeiði í handlinum SIRI, sum selur
verur innan sjukrarøkt.
Kvinnur, sum hava arbeitt innan
Heilsuverkið, hava fyrimun.
Nærri upplýsingar kunnu fáast, við
at ringja til:
P/F SIRI
Telf. 16610
J.C. Svabosgøta 17
3800 Tórshavn
somu steðu, sum tær hava hava funni
Umleið 11
krabbamein í
Súsanna
kanska torført at koma boðini víðari, sigur Sú- at hitta á
månadag,
Slíkar fríggjadag frå 1
fram
kvinnur fåa år
skurðviðgerð fyri
brósti
Johannesen er
telefon 14276
mikudag og
7.00-18 Of
i
Dagny
er LS 0
—
+ |
A