týsdagur 26. mars 1985síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SU
mr
i
Nr. 36 — 26. mars 1985
Maskinan
sum skal
kollvelta
om
á
SK
» á
EN fy
+
krum
sg
FÁ
vo
HØ
vinnuna
spennandi roynd gjerd
umborð á feroyska rækju
trolaranum, Sólborg. Ein
nýggj donsk rækjupilki-
maskina stendur umborð
á Sólborg og er hetta
fyrstu ferð, at hon verður
roynd umborð á einum
rækjuskipi.
Tað er Kronborg-fyri-
tekan og almenni gransk-
ingarstovnurin Jydsk
Teknologisk Institut, sum
standa fyri hesum spenn-
andi royndunum.
Sosialurin var umborð á
Sólborg, áðrenn leiðin
varð legd norður í Bar-
entshavið at fiska rækjur.
Við umborð vóru eisini
tríggir danir, tveir frá
Kronborg og so Ditlev
Hansen, verkfreðingur frá
JTI. Teir tríggir skulu
royna nýggju rækjupilki-
maskinuna á hesum túrin-
um. Sólborg fer at fiska á
Svalbardleiðini.
4 mill. kr. at
útvikla fyri
Ditlev Hansen sigur, at
higartil eru einar 4 mill.
kr. brúktar til at gera hesa
nýggju maskinuna. Teir
hava arbeitt við henni í
meira enn 3 ár og halda
teir nú, at hon er so mikið
liðug, at hon skal standa
sína roynd umborð á ein-
um rækjuskipi.
Higartil hava teir ann-
ars roynt maskinuna á
landi, har teir hava pilkað
ísaðar og frystar rækjur.
Hetta eru rækjur, sum eru
veiddar fleiri dagar, áð-
renn tær eru koyrdar
gjegnum maskinuna.
— Nú vilja vit fegnir
síggja, hvussu maskinan
virkar, tá rækjurnar verða
pilkaðar heilt stutt aftaná,
at tær eru fiskaðar, sigur
Ditlev Hansen og vísir á,
at júst her liggur tann
stóri fyrimunurin við
nýggju maskinuni. At
rækjurnar ikki nýtast at
liggja í vatni og búnast,
áðrenn tær verða pilkaðar
Ditlev Hansen sigur víð-
ari, at henda nýggja mask-
inan arbeiðir eftir einum
sokallaðum vacuumprin-
iniskum prinsippi
Tad er sostatt meira ar
beiðshátturin sjálv
maskinan, sum er nýggj-
heitin
Verandi pilkimaskinur
brúka rættiliga nógv vatn
og har missa rækjurnar
eisini nógv av sjálvum
smakkinum, so nógv tær
verða vaskaðar. Við
nýggju maskinuni eru
rækjurnar bert í vatni í
heilt fá sekund og verða
tær upphitaðar til tær
koma út sum ein bland-
ingur av skæli og pilkað-
um rækjum.
Ditlev Hansen sigur, at
vit fáa eina munandi betri
góðsku á rækjunum við at
brúka hetta vacuumprin-
sippið, tí tær verða ikki
lestaðar ella missa smakk-
in.
Samanumtikið meta
teir, at urtøkan verður eini
30% við hesi maskinuni,
og hetta er munandi meira
enn við verandi pilkiút-
gerð umborð á rækjutrol-
arunum.
Fæst so eisini ein mun-
andi betri góðska, so eru
allir meguleikar at fáa
munandi meira fyri rækj-
urnar, tá avtornar.
enn
Allar steddir
Ditlev Hansen sigur, at
teir við hesi maskinuni
kunnu taka allar steddir.
T.v.s. at skipini kunnu
viðgera tær smærru rækj-
urnar eisini, sum annars
oftani fara út aftur í havið
ella tær verða frystar og
fluttar til lands at pilka.
Í dag er prísurin fyri
hesar smárækjurnar einar
6-10 kr. kilo, men kunnu
skipini ístaðin pilka tær
umborð við nýggju mask-
inuni, so kann skipið fáa
einar 40-60 kr. fyri kilo. So
her er skilligt, at betri oko-
nomiur fæst við eini slík-
ari nýggjari maskinu, um
hon fer at virka eftir ætl-
an.
Ditlev Hansen sigur, at
fyrimunirnir = við hesi
nýggju maskinuni eru so
nógvir, at hon kann koma
heilt at kollvelta
vinnuna.
rækju-
tíðindablaðið
Síða 3
Bo
Umborð á Sólborg. Vit síggja nýggju maskinuna, sum danir hava útviklað og nú skulu til at royna umborð á Sól-
borg. Tríggir danir eru við til at gera hesar royndir. Frá vinstru: Ditlev Hansen frá Jydsk Teknologisk Institut,
Poul Simonsen og Jacob Nielsen frá Kronborg.
Avleiðingar fyri
virki á landi
Hon fær eisini avleiðingar
fyri tey virkini, sum pilka
á landi. Tí tey virkini fáa
vanliga rækjur, ið eru
fleiri dagar gamlar og tá
hesar rækjur verða tiðn-
aðar uppaftur, so missa
tær nógv í smakki, út-
sjónd og sostatt í virði.
Alt hetta kann vinnast inn
aftur við at pilka tær um-
borð.
Vit spurdu Poul Simon-
sen frá Kronborg, hvussu
tað ber til, at teir royna
hesa fyrstu maskinuna
umborð á einum feroysk-
um rækjubáti. Til tað sig-
ur hann, at teir hava havt
sera gott samstarv við
Sólborg, og at teir tí meta
tað vera heilt náttúrligt at
royna maskinuna her um-
borð.
Sólborg hevur so eisini
tryggjað sær rættin til at
keypa ta fyrstu mask-
inuna, tá hon fer í fram-
leiðslu. Gongst eftir ætlan
og eru úrslitini góð, so
fara tað helst bert at
ganga nakrir mánaðir, til
danir kunnu fara undir at
seriuframleiða nakrar
maskinur av hesum
nýggja slagnum
Krill!
- Vit eru sera spentir, tí
henda maskinan kann eis-
ini brúkast til smærri
skeljadjór so sum krill,
sigur Ditlev Hansen, ið
vísir á, at krillveiða kann
gerast eitt alternativ til
vanliga rækjuveiðu. Hann
leggur tó aftrat, at vitt
enn vita ov lítið um krill-
negdirnar her í Norðurat-
lantshavi.
Men longur suðuri við
Antarktis verður krill
veitt, men eisini har hava
teir havt trupulleikar við
at gera maskinur til at
pilka henda lítla skelja-
fiskin.
Við nýggju Kronborg-
maskinuni skuldi borið til
at farið undir krillveiðu og
-viðgerð.
jan
Eilar Jacobsen, reiðari um nýggju maskina:
— Ég eri
era
spentur
Reiðarin á Sólborg, Eiler
Jacobsen er sera spentur
um, hvussu nýggja mask-
inan, sum er sett upp
umborð á Sólborg, fer at
rigga. Hann heldur, at
henda maskinan lættliga
kann kollvelta alla rækju-
vinnuna, soleiðis at skip-
ini kunnu fáa munandi
meira burturúr
Eiler heldur eisini, at
tað kann vera spennandi
at royna hesa maskinuna
til annað enn rækjur
eitt nú til krill. Hetta er
skjeljadjór, sum er væl
minni enn rækja. Eiler sig-
ur, at teir oftani fáa krill í
trolið. Serliga tá tað líður
út á heystið og teir fiska
svartkjaft, eru ícrolini
oftani loðin av krill.
Svalbard álitið
Vit spurdu eisini
Jacobsen, hvussu
metir framtíðar
hjá rækjuflotanum.
— Tað veldst alt um,
hvussu góðir samráðing-
armenn okkara politikarar
verða, tá teir skulu til at
samráðast við norðmenn
aftur. Eg ivist ikki í, at
Svalbard verður álitið eis-
ini í framtíðini. Økid við
Svalbard er so stórt og
alla staðni eru rækjur, so
eg beri ikki ótta fyri, at
rækjurnar verða niðurfisk-
aðar. Vit eiga at fiska
alt tað, vit eru ferir fyri
við Svalbard og ikki bert
lata aðrar tjóðir fara av
stað við rækjunum beint
fyri nesina á okkum.
— Vil tú tá mæla lands-
stýrinum til at geva loyvi
til bygging av nýggjum
rækjutrolarum ?
Eiler
hann
úrslitið
Tað veldst so um.
hvat teir tora. Tora teir at
+
seta Noregssåttmålan
uppá spæl, so meini eg, at
vik uppá longri sikt koma
at vinna nógv við ti.
Vit spurdu Eiler Jacob-
sen, um hann nakrantíð
hevur hugsað um, at frø-
oyingar áttu at gjert eina
»føroyingahavn« á Sval-
bard. Til tað sigur hann,
at hesin tankin er íkki
fremmandur, men nú skip-
ini eru vorðin so stór, so er
einki til hindurs fyri at
liggja leingi á feltinum og
sigla heim við rækjunum
Men tað finnast eisini
so mong onnur fiskasleg
við Svalbard, so tað er
helst rætt at vit vísa
hesum økinum enn størri
áhuga enn higartil, endar
Eiler Jacobsen
jan